Sundalagsstevna verður um vikuskiftið, og byrjar hon við, at børnini seta sín dám á Sundalagið við einum stuttligum, larmandi og litríkum Barnakarnevali.
Hetta er fimta árið á rað, at Barnakarnevalur verður í Sundalagnum og í ár verður hetta so ein partur av Sundalagsstevnuni.
– Skrúðgongan við teimum stuttligu, larmandi og litríku børnunum í Sunda kommunu fer saman við skótunum frá Margáum til Kráir fríggjadagin klokkan 15, og øll eru vælkomin til at hyggja og luttaka, siga fyrireikararnir.
Á økinum við skúlan og barnagarðin verða ymisk tiltøk fyri børn, sum er gjørt av børnum. Aftaná at Karin í Homrum hevur bjóðað vælkomin, fara børn at framføra ymiskt á pallinum. Tónleikabólkurin OUN fer at seta sín dám á dagin.
Gyklarin Ásbjørn kemur eisini til karneval og spennandi verður, um hann dugur at gykla Kapteyn Gardar og Stampi, saman við øllum djórunum, til Hvalvíkar og spennandi at vita, um teir hava funnið skattin í Saksun. Kaninin eitur Zophus, slangurnar HannHugo og HonHugo, stóra slangan eitur Freddy. Kaninin er í sjórænaraklæðum.
– Sum nakað serligt í ár fara vit at varpa ljós á Hví happa? Í Sundalagnum kalla vit átakið Saman standa vit sterk, siga fyrireikararnir.
– Vit hava bílagt hópin av grønum ballónum við áskriftini Saman standa vit sterk! Vónandi fara vit at síggja hetta aftur á allari stevnuni. Hetta verður okkara íkast til átakið, sum verður gjørt í samstarvi við EB/Streym, siga tey úr Sundalagnum.