Rennibreyt í høvuðsstaðnum veður skjótari veruleiki, um hon verður gjørd aðrastaði enn á Tórsvølli.
Tað heldur býráðsformaðurin í Havn, sum nú vil hava greiðu á, hvussu verður við rennibreytini á Tórsvølli.
Í samtyktunum fyri grunnin Tórsvøll er skrivað svart á hvítt, at Tórsvøllur skal verða eitt ítróttarstadion. Men í løtuni er Tórsvøllur eitt fótbóltsstadion, og tað eru ikki útlit til, at hetta verður broytt.
Gjørligt er at leggja rennibreyt uttan um vøllin, men fíggjarliga orkan er ikki til tað.
? Upprunaliga ætlanin var, at rennibreyt skuldi verða á Tórsvølli, men fíggjarligu umstøðurnar eru einfalt ikki til tað í løtuni, og tí er ikki so nógv at gera, sigur Leivur Hansen.
Klár til Oyggjaleikirnar
Tórshavnar býráð hevur samtykt, at avseta eina millión krónur um árið í trý ár til eina rennibreyt í høvuðsstaðnum, men metti kostnaður av eini rennibreyt á Tórsvølli er millum 8 og 10 milliónir krónur, og í løtuni eru ikki útlit fyri, at allir pengarnir kunnu fáast til vega.
? Ein rennibreyt uttanfyri Tórsvølli hevði verið bíligari, og eg dugi lættari at ímynda mær, at fígging kundi verið skaffað til eina rennibreyt aðrastaðni enn á Tórsvølli, sigur Leivur Hansen.
Hann heldur, at nú má greiða fáast á, um rennibreytin skal gerast á Tórsvølli ella aðrastaðni, tí í hansara verð er eingin ivi um, at hon skal gerast.
? Vit hava boðið okkum fram at hýsa Oyggjaleikirnar í 2005, og siga vit, at rennibreytin í seinasta lagi skal standa klár tá, so hava vit lagt kósina, sigur hann.
Meirilutin í grunninum fyri Tórsvøll er ímóti at gera rennibreyt um vøllin, og tí tykist greiðasta loysnin í løtuni verða, at rennibreytin fær annað bústað enn Gundadal og Tórsvøll.
Og nú skal býráðið í Havn taka støðu til, um tað skal halda fast við upprunaligu ætlanina at gera rennibreyt á Tórsvølli, ella kommunan skal finna annað hóskandi stað í býnum.