Tað var gamalt, at Fólkaflokkurin helt, at almenna umsitingin er alt ov stór. Tað heldur flokkurin enn. Men eftir at hava sitið í landsins leiðslu í nógv ár, ásannar Anfinn Kallsberg, at tað er ikki bara sum at siga tað at minka almennu umsitingina.
? Vit mugu hava í huga, at nógvar uppgávur eru lagdar á umsitingina. Vit hava fingið lógina um alment innlit, um løgtingsins umboðsmann og aðrar við, sum krevja nógv av umsitigini. Hetta snýr seg um opinleikan, sum vit skulu hava, men tað kostar, ásannar Anfinn Kallsberg.
Men umsitingin skal altso minkast kortini. Falna samgongan tók eina millión frá hvørjum stýri við næstseianstu fíggjarlóg, og hesaferð hevur einki stýri fingið hægri játtan, enntá okkurt fingið lægri játtan, sigur Anfinn Kallsberg.
Men hann spældi eisini bóltin til lóggevararnar ? til løgtingsmenn. Hann tók eitt dømi:
? Løgtingið samtykti, at allir bátar undir 15 tons bert fáa fiskiloyvi eitt hálvt ár í senn. Hetta merkir, at allir teir 1.400 bátarnar skulu søkja um fiskiloyvi tvær ferðir umárið ? ella 2.800 umsóknir um árið, sum skulu viðgerast. Hetta krevur nógva arbeiðsorku í Fiskimálaráðnum. Um arbeitt verður á henda hátt, so ber ikki til at minka almennu umsitingina, segði løgmaður.
Hann vildu tó ikki vera við, at tað var samgongan, sum arbeiddi soleiðis í tinginum ? bert partar av samgonguni.
Men Fólkaflokkurin hevur havt konkretar ætlanir við at miðspjaða almennu umsitingin fyri at lætta um og gera hana bæði smidligari og bíligari. Til hetta kravdist P/F Postverkið ? at postverkið gjørdist eitt alment partafelag.
Vinnumálaráðið hevur arbeitt við at skipa snarskivur á øllum posthúsum soleiðis, at 80% av øllum almennum ørindum hjá borgarum kundu avgreiðast har. Hetta datt eisini niðurfyri, nú valið varð skrivað út, men verður tikið framaftur.