teir flyta seg nógv, sigur Gunnar víðari. - Vit skulu eisini vísa, at dysturin í Wien var eitt einstakt tilfeldið, sigur Gunnar Nielsen um 6-0 tapið. Gunnar Nielsen hevur nógva virðing fyri monnunum, sum [...] hvar hann var. - Eg sá sendingina “Skotið í Landskrona” fyrrdagin. Hatta var eitt altavgerandi úrslit fyri føroyskan fótbólt, men eg má ásanna, at eg ikki minnist hvar er var tann dagin, sigur Gunnar Nielsen
Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, fyri at gloyma at bólka parasvimjing í meistarasvimjing. Brævið varð skrivað eftir, at forkvinnan í MBF hósdagin setti seg at hyggja eftir FM í svimjing í sjónvarpinum
serligt av samanleggingini. - Borgarar fara ikki at føla ein stóran mun. Gerandisdagurin fer at ganga fyri seg sum vanligt í Klaksvík, Húsum og Syðradali. Man hevur heldur ikki sæð nakran mun í Mikladali ella [...] lata fólk fáa møguleikan at stilla spurningar. Man má ikki tvinga eina samanlegging gjøgnum, bara fyri at leggja saman. Man má hava fólkið við sær. Spurdur at enda, um Klaksvíkar kommuna nú var sinnað
frammanfyri málinum og sinnalagið er av heldur róligari slagnum . Trúgvin upp á seg sjálvan er stór. Hann er ikki sinnaður at broyta seg sjálvan, tí onnur halda at hann skal gera ávís ting øðrvísi. Hann hevur [...] finna onkran annan áleypara. Men tað riggar væl hjá okkum. Teir vita hvat eg standi fyri og eg veit hvat teir standa fyri. Eg haldi báðir báðir partar hava góðtikið støðuna, sigur Arnbjørn við eitt sindur [...] ein mánað Arnbjørn hevur verið skaddur tað mesta av árinum, men seinastu dystirnar er hann komin fyri seg. Formkurvan peikar rætta vegin og nú koma málini eisini. Sunnudagin skoraði hann tvey mál og bæði
við e-sigarettunum. Professarin David Thickett á lærda háskúlanum í Birmingham, hevur staðið á odda fyri kanningini. Kanningar, sum frammanundan eru gjørdar av e-sigarettum, hava hugd eftir kemiska innihaldinum [...] tilgongd, har tey eftirlíkna hesa royking, og har tey hava nýtt vevnað úr lungum hjá átta ikki-roykjarum fyri at síggja, hvørja ávirkan e-roykingin hevur á lungu. Her funnu tey, at hendan roykingin av e-sigarettum [...] munandi minni skaðiligar enn vanligar sigarettir, og tí sigur stovnurin, at fólk skulu ikki halda seg aftur at nýta e-sigarettirnar í royndini at gevast við at roykja vanligar sigarettir.
teir hava eina ávísa tíð á degnum, har teir føla seg mest inspireraðar at gera tað, sum teimum dámar best. Hjá Petur Jacob var tað so, at best lá fyri hjá honum at mála seinnapartarnar. - Vit høvdu jú [...] jú handilin her. Og var ein løta onkran seinnapartin, so lá væl fyri at mála tá, sigur hann. Síðani tey góvust at handla fyri trimum árum síðani, hevur hann onga fasta tíð, har hann málar í. - Eg havi ongar [...] serstøkum tiltaki á vestanstevnuni í ár er Petur Jacob Haraldsen, sum býr við Kirkjar í Miðvági. Á skránna fyri stevnuna er nevniliga sett ein listaframsýning í Gamla Skúla, og har ætlar hann sær sjálvandi at vera
Seinni árini hava fleiri stórar skúlaverkætlanir verið í gongd í Føroyum, og felags fyri hesar er, at tær nú líða móti endanum. Tað merkir, at nógvir handverkarar verða tøkir til aðrar uppgávur um teir [...] Stjórin í Búsetur heldur tað vera skilagott, at feløgini her hava prógvað, at tað ber til at sláa seg saman um eina so stóra byggiverkætlan. - Í løtuni eru eitt nú málarar og elektrikarar í gongd, og her [...] serstakur skúli við nógvum byggitekniskum avbjóðingum, og bygningurin við sínum 11.600 fermetrum tekur seg væl út í umhvørvinum. Sjúrður Holm heldur, at skúlin sum bygningur bæði er sermerktur og vakur - uttan
báðar teir smáu flokkarnar, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Joen Magnus Rasmussen sigur seg kortini stúra fyri, at vit fáa eina samgongu, har Javnaðarflokkurin heldur fram saman við Sambandsflokkinum [...] landinum hevur tað gott, og skulu vit øll hava tað gott, mugu vit eisini hava eitt vinnulív, sum klárar seg væl, sigur hann. Joen Magnus Rasmussen sigur, at millum ymiskt, hann kundi hugsað sær í komandi sa
at tað er í fínasta lagi, at onkur annar vil royna seg sum valevni. Hetta er ein demokratiskur rættur, og eg haldi, at tað er sunt við kapping. Sunt fyri flokkin Spurdur, hvørjar møguleikar hann heldur, [...] ikki fyrr enn í morgun, at Kaj Leo endaliga fekk at vita, at Jóhan Dahl, løgtingsmaður, hevur latið seg stilla upp til formansvalið í flokkinum. Hann sigur, at Sambandsflokkurin hevði ein góðan og konstruktivan [...] ongantíð, hvør stendur aftanfyri eina slíka avgerð. Floksformaðurin heldur, at eitt spennandi val stendur fyri framman, og hann er til reiðar at taka kappingina upp. - Men á nevnda landsnevndarfundi merkti eg
veit, at tað er trupult hjá Føroyum at vinna altjóða dystir, men vit fara at gera alt, vit kunnu, fyri at fáa góð úrslit, sigur Brian Kerr. - Mær dámar væl álopsfótbólt, og eg vil gjarna hava, at Føroya [...] Brian Kerr roknar við, at hann kemur at búgva lutvíst í Føroyum, og fyrsta uppgávan verður at seta seg inn í føroyskan fótbólt. - Eg vil hava teir bestu spælararnar á landsliðið. Eg vil hava spælarar, sum