- Mugu ikki gloyma Ebola

Joanne Liu, forseti í 'Læknar uttan landamørk' heldur ikki, at Ebola tilbúgvingin kann niðurspælast enn. Sambært henni manglar eina enda-ætlan.

Heilsufelagsskapurin MSF – ella 'Læknar uttan landamørk' – finst nú at altjóða samfelagnum fyri ikki at hava lofta avbjóðingini við Ebola í nóg væl.
Sambært felagsskapinum, var tilbúgvingin fyrst ov seint í verk, og nú verður hon niðurspæld aftur, sum merkir, at eingin greið enda-ætlan er sett.

 

Sostatt verður vandin, at tað eru illa útgjørdir lokalir læknar og stovnar í Sierra Leone, Liberia og Guinea sum koma at standa einsamøll við ábyrgdina at leiða sjúkrahús og viðgerðarstovnarnar.

 

- Fólk doyggja framvegis ein serstakliga keðiligan og pínufullan deyða vegna eina umfarssótt, sum longu hevur kravt mannalív í túsundatali, sigur Joanne Liu, altjóða forsetin fyri felagsskapin.

 

Hon vísir á, at tá ið fjølmiðlar vilja vera við, at Ebola smittan er um at hasa av, so skapar hetta ein falskan tryggleika, sum forðar fyri at sjúkan framvegis verður tikin í álvara.

 

Tað er serliga viðvíkjandi starvsfólkavitanini og -støðinum, at MSF ikki heldur, at Ebola tilbúgvingin er nøktandi. Tilbúgvingin skal, sambært teimum, tryggjast í Ebola raktu londunum, áðrenn at heimssamfelagið kann loyva sær at taka seg úr hesum londunum aftur. 

 

- Vit mugu ikki taka verjugarðin niður nú, og lata tilbúgvingina móti Ebola smittununi fáa ein ófullfíggaðan enda, sigur Joanne Liu við bretska tíðindablaðið The Guardian.