Ein nýggj kanning vísur, at tað kann vera meira skaðiligt enn upprunaliga hildið, at roykja e-sigarettir. BBC skrivar, at granskarar hava funnið fram til, at e-sigarettir gera umráðandi immunverjukyknur í lungunum óarbeiðsførar og økja um bruna í lungunum. Granskararnir handan hesa kanning eggja sambært bretska miðlinum tí til varsemi við e-sigarettunum.
Professarin David Thickett á lærda háskúlanum í Birmingham, hevur staðið á odda fyri kanningini. Kanningar, sum frammanundan eru gjørdar av e-sigarettum, hava hugd eftir kemiska innihaldinum í tí vætu, sum er nýtt í e-sigarettum, áðrenn vætan er blivin til damp. Hendan nýggja kanningin hevur hinvegin gjørt eina tøkniliga tilgongd, har tey eftirlíkna hesa royking, og har tey hava nýtt vevnað úr lungum hjá átta ikki-roykjarum fyri at síggja, hvørja ávirkan e-roykingin hevur á lungu.
Her funnu tey, at hendan roykingin av e-sigarettum elvdi til bruna og setti niður førleikarnar hjá kyknum, sum skulu taka burtur skaðiligt evni av støvi, bakteriur og annað frá lungunum. Granskararnir søgdu, at nakrar av avleiðingunum, sum tey funnu við at royna e-sigarettir á lunguvevnað, líktist tí, sum hendir við lungunum hjá fólki, sum roykja vanligar sigarettir og fólki, sum hava kroniskar lungasjúkur.
Granskararnir siga tó, at útrslitið er avmarkað og tí mæla tey til víðari kanning av hesum e-sigarettunum, til tess at betri skilja avleiðingarnar. Serstakliga er ivasamt, hvørjar langtíðar avleiðingar kunnu standast av at roykja e-sigarettir, tí hesi úrslit, sum granskararnir funnu fram til kanningini, komu eftir roynd á 48 tímar.
Bretski stovnurin Public Health England sigur tó, sambært BBC, at e-sigarettirnar eru munandi minni skaðiligar enn vanligar sigarettir, og tí sigur stovnurin, at fólk skulu ikki halda seg aftur at nýta e-sigarettirnar í royndini at gevast við at roykja vanligar sigarettir.