Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen sigur, at jólagávurnar eru færri nú, enn tá børnini vóru smá, men tað er eisini soleiðis, at nýggjar gávur leggjast aftrat. Hesar eru til ommubørn og svigarbørn, og hon heldur, at hetta er ógvuliga hugnaligt.
- Vit hildu jólaaftan heima hjá mær saman við børnum, ommubørnum og foreldrum mínum. Okkara jól eru traditionell, og klokkan 17 verður farið í kirkju. Síðan heim at eta føroyska gás og dunnu. Tá døgurðin er etin, verða jólagávurnar pakkaðar upp, rísingreytur etin, og eftir tað er hugni á skránni.
Hon sigur, at børnini hava altíð spælt borðspøl, og hetta fyllir gjarna eisini nógv á jólum - og kanska er eisini okkurt nýtt spæl í onkrum jólapakka.
Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?
- Eg dugi ikki at minnast nakra serliga einstaka hending fram um aðra. Men, at tað sum heild gongur væl í samfelagnum, er altíð at fegnast um.
Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen er sjálv býráðslimur í Klaksvík. Her hendir nógv, og stórar verkætlanir eru um at verða lidnar, og nýggjar síggja dagsins ljós.
- Seinast, men ikki minst, eri eg takksom fyri, at børn og ommubørn eru frísk.
Og hvat er tað keðiligasta?
- Um eg kann loyva mær at nevna tað politiska fyrst, so eri eg sera hørm um, hvussu valúrslitið á løgtingsvalinum fall. Eg hevði so gjarna ynskt, at samgongan millum CEF helt fram, sigur hon sorgblíð.
Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen heldur eisini, at góðu tíðirnar í ávísan mun fáa okkum at gloyma menniskjað - gloyma samhaldsfesti og felagsskapin, og vit gerast egoistisk.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava altíð fylt nógv hjá mær sum barn, vaksin og eisini, nú eg sjálv eigi børn og ommubørn. Vit síggja øll fram til jóladagarnar, har vit hugna okkum saman við spølum, samveru og góðum mati. Jólini geva eisini umstøður til nærveru, hvíld og djúphugsni. Vit geva pláss fyri vónini, ljósinum og hvørjum øðrum.
Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen vísir á, at tað eru fólk, sum sita einsamøll og ongan hava at hella seg til á jólum, og slíkar umstøður kennast sterkari um høgtíðina.
- Mitt í gleðini kann eg gerast sinnisrørd um, at nøkur liva undir slíkum umstøðum. Tí má jólaboðskapurin eisini minna okkum á tað einsamalla menniskjað, sum hóast alt fekk vónina jólanátt, sigur hon.