- Gott í landsstýriskvinnuna, at hon hon ikki gloymir Pál Joensen, sum skal kappast í Rio í heyst. Undrist tó á, at hon ikki nevnir paralympiska svimjaran, sum eisini í heyst fer at kappast í Rio og tá undir Merkinum.
Orðini eigur Tóra við Keldu, sum í lesarabrævi í dag finst at Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, fyri at gloyma at bólka parasvimjing í meistarasvimjing.
Brævið varð skrivað eftir, at forkvinnan í MBF hósdagin setti seg at hyggja eftir FM í svimjing í sjónvarpinum.
- Tað var landsstýriskvinnan í mentamálum, sum fekk heiðurin at seta FM 2016 á stuttgeil, og var hetta ein góð løta. Sum hon sjálv lýsti týdningin av svimjing, so vísti hon á, at svimjing fevnir um alt, líka frá morgunfrúum til pinkubarnasvimjing, havsvimjing, parasvimjing, skúlasvimjing til meistarasvimjing, skrivar forkvinnan í MBF og leggur afturat.
- Ja, soleiðis verður parasvimjing av landsstýriskvinnuni heilt einfalt ikki bólkað í meistarasvimjing, og landsstýriskvinnan gloymir kanska júst av somu orsøk at nevna, at Krista Mørkøre, sum annars hevði verið við til FM kappingina hetta vikuskifti, í hesum døgum er í Funchal til evropeiska meistaraskapið.
Tóra við Keldu staðfestir í skrivinum, at soleiðis kann munur lættliga verða gjørdur á persónum.
- Munur verður gjørdur á – neyvan við vilja – men lat okkum vera fevnandi og heldur gloyma at gera mun á, enn at gloyma tað, sum vit sum tjóð eiga at síggja stórt í.