byrjaði klokkan 17, og lagið var gott á øllum, sum løgdu leiðina framvið. Fleiri vóru komin beinleiðis av fótbóltsvøllinum, har fyrsta kvinnulið hjá KÍ júst hevði fingið steyp og heiðursmerki handað, nú f [...] fótbóltskappingin er komin at enda hjá kvinnunum. Øll tosaðu um, hvussu hugnalig og avbera flott hølini í Klubbanum eru vorðin. Mitt á gólvinum stóð eitt borð við pinnamati, víni, øli og sodavatni, sum [...] fyrimunur Í sambandi við móttøkuna, fekk Sosialurin eitt prát við Sonhard Johannesen um týdningin av klubbanum í dag og um billiard. Sonhard sigur, tað koma framvegis umsóknir inn um at gerast limur í
altíð hava tað torført í Vági, so løgdu avrikini hjá VB á Toftum og KÍ á heimavølli sunnudagin upp til, at KÍ skal hava stig við sær til hús aftur av Vágseiði. GÍ og B36 skulu dystast í Gøtu sunnudagin. Tá [...] hjá HB, so gjørdu teir undan vikuskiftinum av at taka teirra lið úr kappingini. Tá høvdu teir tríggjar ferðir ikki verið førir fyri at manna lið, og ein av ferðunum var á heimavølli! Annan leygardag verður [...] gloyibiti at vera við í Intertoto. Tað kostar at spæla íIntertoto Cup, og tær útreiðslurnar skulu takast av upphæddini, sum UEFA letur feløgunum. UEFA letur eisini feløgunum, sum ikki sleppa upp í part í altjóða
ábyrgdina av HB liðnum, síðani Ion Geolgau varð sagdur úr starvinum. Kári hevði frammanundan verið hjálparvenjari hjá Ion Geolgau. Jóannes hevur áður verið venjari í Vági, hjá HB, í Klaksvík og á Toftum. Tá [...] tú vónbrotin? ? Eg sigi hetta bara sum eina staðfesting av veruleikanum. Eg eri ikki vónbrotin. Saman við Kára Nielsen varð eg settur at taka mær av liðnum tey seinastu seks umførini í landskappingini. Vit [...] men sera álítandi keldur siga, at avtala hóskvøldið varð gjørd millum HB og Frank Skytte, sum fór av landinum fríggjadagin, eftir at hann mánadagin í síðstu viku varð uppsagdur í B68. Væl vitandi keldur
hjá leikaranum, so skjótt teir ferðaðust eftir teim hvítu og svørtu tangentunum. Flott. Her var bæði skjótt og flott spæl, men eisini tað vakra og inniliga. Jú, her var dygd og ein sonn tónleikauppliving [...] ið stendur mát við tað, ið krevst til allar konsertir, hava vágbingar fingið karmar til eitt sindur av hvørjum. Og sunnukvøldið var hol veruliga sett á vetrarskránna við eini framúr klaverkonsert, har tónleikur [...] Chopin var føddur í Pólandi í 1810 og doyði longu í 1849, bert 39 ára gamal. Hann livdi tó meginpartin av sínum stutta lívi í Fraklandi. Tað var tónaskaldið Franz Lizt, ið hjálpti honum fram, við at lata hann
systursoninum av og á, og hann er glaður fyri hvørja løtu, tað rullar undir fótum. Hans Jakku sigur, at lítið var at fáa hendan dagin, men slagið var hampiliga gott. - Tað er so vælsignað at sleppa á flot ein góðan [...] Útróður Leygardagin var Hans Jakku á Gadd á Nesi á floti saman við einum av systirsynunum við 25-fóts bátinum, Norðkapp, ið systursonurin eigur. Teir fóru avstað fyri kl. 8.00 á morgni og vóru ikki aftur [...] leiðini við Høgnaboða. Veiðan vá umleið 250 pund, meginparturin gráur fiskur. Nakað høvdu teir eisini av hýsu, so teir hava onkustaðni rikið framvið bleytum botni. Sosialurin var framvið, tá ið teir komu
hølunum á Toftum, har felagið hevur størsta partin av sínum virksemi. Borðreitt varð við pinnamati og onkrum at leska sær við. Maturin kom av Svangaskarði, og tað var Verner Olsen, sum tók sær av hesum partinum [...] partinum. Tá ið Sosialurin frætti av Fiskamarknaðinum gjáramorgunin, sum móttøkan skuldi vera frá kl. 15-17, væntaðu tey fyrst og fremst vitjan av stovnarum, viðskiftafólki og øðrum, sum vildu støkka inn [...] Fiskamarknaði Føroya og var ein av stigtakarunum til uppboðssøluna. Í samrøðuni segði hann, at virksemið hjá felagnum hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri søluna av fiski og fiskiídnaðin á landi, sum
hugnakvøld á Johns Restaurant í Saltangará, har Petur Martin Petersen í Fuglafirði og Jógvan I. Olsen av Toftum greiddu frá. Eitt stak hugnaligt kvøld. Ein almennur fundur var norðuri í EB-húsinum á Eiði hin
stovningardag, týsdagin, 24. september, skipaði felagið fyri stórari móttøku í hølum felagsins á Toftum. Ein hópur av fólki nýttu høvi at støkka inn á gólvið millum kl. 15 og 17 at heilsa felagnum á degnum. [...] fiskivinnu, bæði á sjógvi og landi. Inni á gólvinum møtti tú fyrst og fremst starvsfólkunum, bæði á Toftum og aðrastaðni, sum hava samstarv við Fiskamarknaðin, tú møtti reiðarum og skipaeigarum, og tú møtti
eftir dystin móti HB fingu handað steyp og heiðursmerki. Av serligum slag Tað er í sjálvum sær merkisvert, at eitt felag sum VB skal taka sær av gullkrónunum í tveimum fylgjandi aldursbólkum, men í felagnum [...] vóru teir trý stig aftan fyri oddaliðið, men kortini hava teir megna at vunnið, og tað er ótrúliga flott av teimum, sigur ovurfegni formaðurin um liðini. Og sjálvur tykist hann eisini hava ilt við at fata [...] tað flott, bara tað at vit kunnu manna eitt lið, og at vit so kortini skulu síggja so nógv talentir millum hesar leikararnar er mest sum ótrúligt. Tað vísur bara, at hesir dreingirnir eru gjørdir av heilt
spæla á Toftum. Tvørámenn eru niðastir á støðutalvuni, og annar av venjarunum, Jón Johannesen, heldur lítið vera at ivast í, at tað verður neyðugt hjá teimum at fáa øll stigini suður aftur við av Skála. [...] NSÍ var hann noyddur at taka seg av vøllinum rættuliga tíðliga. Tað var orsaka av einum vøddaskaða. Nú er hann klárur aftur. Tað er Nebosja Urtajl ikki. Hann er darvaður av fótskaða. Í februar fylti TB 110 [...] er ivasamur. Orsaka av skaða í lærkrikanum hevur hann ikki vant í vikuni, men teir vónaðu, at hann verður førur fyri at spæla. Málverjin Eugen Voda hevur heldur ikki vant orsaka av løsti, men hann verður