SAMANUM 16. UMFAR
Tað var eingin slingur í valsinum hjá HB, KÍ og NSÍ. Tey vunnu øll stórsigrar. HB og NSÍ vunnu ímóti botnliðunum, meðan KÍ sigurin var meiri merkisverdur. At vinna 5?1 ímóti GÍ bendir á, at KÍ er heilt væl fyri.
HB var sannførandi ímóti Skála, og tað er einki, sum bendir á, at teir fara at kiska ímóti EB/Streymi í Gundadali og TB á Tvøroyri. Gamaní vann EB/Streymur fyrr í summar 2?1 á HB á Mølini, og gamaní megnaði EB/Streymur sunnudagin 1?1 á heimavølli ímóti B36. Men við tí hugburðinum, sum HB hevur víst síðstu nógvu ferðirnar, er tað rættuliga óhugsandi, at teir skulu tapa á heimavølli. HB er so mikið væl fyri, at teir hava ráð at spæla annan dystin, sum teir eiga á, javnan. TB avrikið í Vági og ímóti NSÍ boðar avgjørt ikki frá, at tvørámenn kunnu gera nakað við HB.
Tað eru fimm stig frá KÍ og NSÍ og niður til GÍ og B36. Harvið tykist tað mest sum greitt, at KÍ fer at fáa seinna UEFA Cup plássið. Tað er longu greitt, at NSÍ fær hitt. Tað tryggjaðu teir sær í steypafinaluni ólavsøkudag.
B36 og GÍ hava framvegis teoretiskan møguleika at hótta KÍ, sum eigur NSÍ í síðsta umfarinum, men møguleikin er ikki serliga stórur. Hóast klaksvíkingar ? sum øll hini liðini ? altíð hava tað torført í Vági, so løgdu avrikini hjá VB á Toftum og KÍ á heimavølli sunnudagin upp til, at KÍ skal hava stig við sær til hús aftur av Vágseiði.
GÍ og B36 skulu dystast í Gøtu sunnudagin. Tá fara teir fyrst og fremst at spæla um plássið í Intertoto Cup. Fyri spælararnar er tað hugaligt at sleppa út í Europa at royna seg. Men fíggjarliga er tað eingin gloyibiti at vera við í Intertoto. Tað kostar at spæla íIntertoto Cup, og tær útreiðslurnar skulu takast av upphæddini, sum UEFA letur feløgunum.
UEFA letur eisini feløgunum, sum ikki sleppa upp í part í altjóða kappingunum, reiðan pening, og teir pengarnir fara beinleiðis niður í felags kassarnar. Feløgini, sum taka lut í UEFA Cup, fáa væl størri upphæddir, enn felagið, sum skal spæla í Intertoto Cup. Men GÍ og B36 fara neyvan at hava hetta fremst í huganum, tá tey sunnudagin fara á vøllin í Serpigerði.
Avgerðirnar
Tað er møguleiki fyri, at HB longu komandi sunnudag verður meistari. Treytin er, at teir fara at vinna á EB/Streymi, sum sunnudagin endaliga slapp undan øllum niðurflytingarfjasinum, og at KÍ og NSÍ í hvussu so er hálvkiksa. KÍ skal til Vágs, og NSÍ eigur torføra uppgávu á heimavølli. Teir skulu spæla ímóti B68.
Men kortini er tað mest sannlíkt, at KÍ og NSÍ í síðsta umfarinum fara at spæla um silvurmerkini. Um bæði liðini vinna komandi sunnudag, so verður treytin hjá NSÍ, at teir skulu vinna í Klaksvík. KÍ vann 1?0 í Runavík fyrr í summar.
Eftir nógva turbolensin heima á landi og ikki minst í Ekstrablaðnum í síðstu viku, tá B68 segði venjaranum úr starvi, fótaði B68 sær orduliga ímóti VB. Vágbingar tóktust vera sinniliga farnir í vetrarfrí, men tað var týðuligt, at B68 var betri fyri, enn teir hava verið leingi. Hetta er eisini tað, sum Øssur Hansen staðfestir aðra staðni í blaðnum í dag.
Beinleiðis niðurflytingin verður ivaleyst avgjørd sunnudagin. Tá bresta Skála og TB saman á Skála. Skálamenn vóru sunnudagin í Gundadali alt annað enn sannførandi. TB kom eitt sindur afturíaftur, eftir at NSÍ hevði gjørt tað, sum teir skuldu gera á Sevmýri.
Í síðsta umfarinum fer TB neyvan at fáa nakað frá HB, og um B68 vísir sama hugburð, sum teir gjørdu sunnudagin, so fer Skála heldur ikki at fáa nakað á Svangaskarði. Tí verður úrslitið á Skála sunnudagin eftir øllum at døma alt avgerandi fyri, um tað verður Skála ella TB, sum skal flyta beinleiðis niður. Skála er eitt stig frammanfyri TB, og tískil er tað nóg mikið hjá teimum at greiða javnleik ímóti tvørámonnum.
Tað er longu greitt, at AB, sum sunnudagin spældi 2?2 á heimavølli ímóti B36, fer at spæla í 2. deild komandi ár. B68, GÍ og Royn kappast um næstfremsta plássið í 3. deild, sum ber rætt við sær at spæla um eitt pláss í 2. deild.
Eins og í 2. deild so verður síðsta umfarið í 3. deild spælt komandi vikuskifti. Tá verður spædl soleiðis í 3. deild: Royn?TB, FS Vágar?B68, ÍF?B71 og GÍ?B36. Sambært skránni skal AB í Gundadali spæla ímóti HB. Men sambært heimasíðuni hjá HB, so gjørdu teir undan vikuskiftinum av at taka teirra lið úr kappingini. Tá høvdu teir tríggjar ferðir ikki verið førir fyri at manna lið, og ein av ferðunum var á heimavølli!
Annan leygardag verður síðsta umfarið í bestu deildini, og so verður bara stóra landsliðsferðin til Litava og Týskaland eftir á skránni í hesum kappingarárinum.