Móttøka
Í gjár, 24. september, bjóðaði Fiskamarknaður Føroya til móttøku í samband við, at 10 ár vóru liðin, síðan felagið varð stovnað. Móttøkan var í hølunum á Toftum, har felagið hevur størsta partin av sínum virksemi. Borðreitt varð við pinnamati og onkrum at leska sær við. Maturin kom av Svangaskarði, og tað var Verner Olsen, sum tók sær av hesum partinum.
Tá ið Sosialurin frætti av Fiskamarknaðinum gjáramorgunin, sum móttøkan skuldi vera frá kl. 15-17, væntaðu tey fyrst og fremst vitjan av stovnarum, viðskiftafólki og øðrum, sum vildu støkka inn á gólvið og heilsa felagnum.
- Vit lata ikki aftur í samband við dagin, tí tað letur seg ikki gera, men allar sølurnar hava verið í morgun. Væntast kann, at onkur útróðrarbátur kemur við fiski seinni í dag ella í kvøld. Vit hava tó valt at hava ein steðg í virkseminum, meðan móttøkan verður, søgdu tey á Fiskamarknaðinum fyrrapartin í gjár.
Í gjárkvøldið bjóðaði felagið øllum starvsfólkum til ein betri døgurða í hølunum hjá Tofta Ítróttarfelag á Svangaskarði.
Læt upp árið eftir
Hálvt ár eftir, at Fiskamarknaður Føroya varð stovnaður, byrjaði felagið sítt virksemi við uppboðssølu av fiski. Hetta var seinnapartin í mars í 1993. So, sjálvt søluvirksemið hevur ikki 10 ár á baki fyrr komandi vár.
Í síðstu viku hevði Sosialurin samrøðu við Olaf Olsen, sum er nevndarformaður í Fiskamarknaði Føroya og var ein av stigtakarunum til uppboðssøluna.
Í samrøðuni segði hann, at virksemið hjá felagnum hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri søluna av fiski og fiskiídnaðin á landi, sum hevur kunnað lagt seg eftir at fáa mest møguligt burtur úr ymisku fiskasløgunum.
- Við uppboðssøluni av fiski kom marknaðarprísurin eisini til skipini, segði Olaf Olsen, nevndarformaður.









