Hópur av fólki heilsaðu Fiskamarknaði Føroya

Móttøka

Í samband við, at Fiskamarknaður Føroya hevði 10 ára stovningardag, týsdagin, 24. september, skipaði felagið fyri stórari móttøku í hølum felagsins á Toftum.
Ein hópur av fólki nýttu høvi at støkka inn á gólvið millum kl. 15 og 17 at heilsa felagnum á degnum.
Starvsfólkið var í góðum hýri at taka ímóti mongu gestunum, ið fingu pinnamat, sum Verner Olsen hevði gjørt og okkurt at leska sær við.
Fólk høvdu høvi at síggja Fiskamarknaðin, ið semja er um hevur havt so ómetaliga stóran týdning fyri føroyska fiskivinnu, bæði á sjógvi og landi.
Inni á gólvinum møtti tú fyrst og fremst starvsfólkunum, bæði á Toftum og aðrastaðni, sum hava samstarv við Fiskamarknaðin, tú møtti reiðarum og skipaeigarum, og tú møtti eisini fiskakeyparum og seljarum. Umboð vóru eisini fyri fíggingarstovnar og fyritøkur, sum framleiða útgerð til fiskivinnuna.
Móttøkan byrjaði við hornatónleiki, ið altíð setir ein serstakan dám á, tá ið hann ljóðar.


Í krepputíð

Fiskamarknaður Føroya byrjaði sítt virksemi umleið hálvt ár eftir, at hann var stovnaður. Hetta var, meðan alt tað føroyska samfelagið var í svárari kreppu.
Tað var heldur ikki lætt at reka fyritøkuna tey fyrstu árini, men seinni hevur hetta nýskapandi fyritakssemi í føroyskari fiskivinnu fótað sær og er í dag eitt rímiliga stórt og vælvirkandi arbeiðspláss.
Sosialurin fer at venda aftur til, hvønn týdning Fiskamarknaður Føroya hevur havt fyri Nes kommunu.