UPPTAKT
Verður tað TB, sum skal flyta beinleiðis niður í 2. deild, ella verður tað Skála. Tá seytjanda umfarið verður liðugt spælt í morgin, verður hesin spurningurin næstan endaliga svaraður. Tað er heilt ósannlíkt, at TB fer at fáa nakað í síðsta umfarinum á heimavølli ímóti HB, og hjá Skála er møguleikin væl størri at fáa stig á heimavølli ímóti TB í morgin, enn hann verður annan sunnudag, tá Skála skal spæla á Toftum.
Tvørámenn eru niðastir á støðutalvuni, og annar av venjarunum, Jón Johannesen, heldur lítið vera at ivast í, at tað verður neyðugt hjá teimum at fáa øll stigini suður aftur við av Skála.
? Tað stendur illa til, men ikki verri enn at vit framvegis hava møguleika at sleppa undan beinleiðis niðurflytingini. Men so skulu vit vinna á Skála, og tað verður torført. Tað hevur ikki gingið væl, men lagið á spælarunum er gott, og teir hava arbeitt væl í venjingunum. Avrikið ímóti NSÍ síðsta sunnudag vísti, at moralurin er í lagi. Vit fingu trý mál ímóti okkum eftir lítlari løtu. Tí taptu vit, men tað positiva var, at sjálvt um vit vóru aftanfyri 4?0, so hildu spælararnir fram at stríðast, og vit fingu tvey mál.
Hetta sigur Jón Johannesen. Ímóti NSÍ var hann noyddur at taka seg av vøllinum rættuliga tíðliga. Tað var orsaka av einum vøddaskaða. Nú er hann klárur aftur. Tað er Nebosja Urtajl ikki. Hann er darvaður av fótskaða.
Í februar fylti TB 110 ár, og tað var ikki ætlanin, at liðið skuldi flyta niður beinanvegin eftir, at teir vóru fluttir upp. Seinast TB vann FM var í 1987. Tann einasti av tí liðnum, sum er á liðnum, ið nú stríðist fyri at sleppa undan niðurflytingini, er Jón Johannesen:
? Tað er hugaligt at minnast aftur á FM heitini. Men gongdin hjá okkum vísir, hvussu skjótt tað kann vera hvønn vegin. Árið eftir, í 1988, fluttu vit niður. Tað var einki stuttligt, minnist annar av TB venjarunum. Hin TB venjarin, Óli Johannesen, sum er beiggi Jón, kom fyrstu ferð á besta TB liði á sumri í 1988.
Virðingin var ov stór
Síðsta sunnudag var Skála í Gundadali. Tað gekk alt annað enn væl. HB smurdi teir av, og Skála avrikið var avgjørt ikki sannførandi.
? Tað tóktist sum um spælararnir høvdu alt ov stóra virðing fyri HB. At teir beinanvegin fingu mál ímóti sær gjørdi ikki støðuna betur. Vit eru samdir um, at hugburðurin skal vera heilt ein annar ímóti TB, og talan verður sjálvsagt um heilt eina aðra uppgávu, heldur Hans Jákup Andreasen, sum hesar seinastu vikurnar hevur havt ábyrgdina av liðnum hjá Skála.
Á Skála vóna teir, at allir spælararnir verða tøkir í morgin, men talan er um okkurt ivamálið. Serliga er tað týdningarmikli miðvallarin Pauli Hansen, sum er ivasamur. Orsaka av skaða í lærkrikanum hevur hann ikki vant í vikuni, men teir vónaðu, at hann verður førur fyri at spæla. Málverjin Eugen Voda hevur heldur ikki vant orsaka av løsti, men hann verður við.
Verður tað Hans Jákup Andreasen, sum fer at hava ábyrgdina av Skála liðnum komandi ár?
? Avgjørt ikki. Vit tóku hetta uppá okkum nú í heyst. Eftir dystin ímóti TB verða tað vónandi tríggir dystir eftir. Ein ímóti B68 og so tveir kvalifikatiónsdystir, men so fara teir at finna sær ein nýggjan venjara. Vónandi fær hann eitt 1. deildarlið at venja, ynskir Hans Jákup Andreasen.