Ungdómsarbeiðið í Vági blómar

Í ár hevur VB vunnið bæði dreingja- og unglingadeildina, og sum vera man frøast tey í felagnum um hetta

Føroyameistarar

Hóast besta mansliðið hjá VB hevur verið í mest sum hálvtungum sjógvi alt kappingarárið, so er einki at ivast í, at tey í felagnum hava nógvar aðrar orsøkir til at fegnast í hesum døgum.
Seianstu vikuna hava bæði dreingja- og unglingaliðið í felagnum vunnið Føroyameistaraheitið, og sum vera man, so verður nógv gjørt burturúr. Eitt nú var skoti við fýrverki á bæði Drelnesi og í Vági, tá dreingjaliðið mikukvøldið kom heimaftur úr Havnini, har teir eftir dystin móti HB fingu handað steyp og heiðursmerki.

Av serligum slag
Tað er í sjálvum sær merkisvert, at eitt felag sum VB skal taka sær av gullkrónunum í tveimum fylgjandi aldursbólkum, men í felagnum sjálvum eru tey ikki í iva um, hvør orsøkin til hetta er.
- Tað er miðvísa ungdómsarbeiðið, sum vit hava gjørt seinastu árini, sum eru orsøkin til hetta. Ikki bara eftir at vit fingu milliónina frá UEFA men eisini í árunum undan hesum, hevur felagið framt eitt miðvíst arbeiði, har vit hava havt útbúnar venjarar til øll liðini, og tað er gleiðiligt, at vit nú síggja somikið góð úrslit av hesum, sigur formaðurin í felagnum, John Henrik Holm.
Ikki minst er hann fegin um, at bæði liðini eru vorðin føroyameistarar, hóast nógvar umstøður hava tosað ímóti hesum.
- Unglingaliðið er mest sum meinlíkt dreingjaliðnum, sum í fjør gjørdist meistarar, og hava sostatt framvegis tvey ár eftir í unglingadeildini, so tað í sjálvum sær er ótrúliga flott.
- Dreingjaliðið er eisini mest sum nýtt, og í ár byrjaði liðið í økiskappingini. Tað vil siga, at tá farið varð undir endaspælið, vóru teir trý stig aftan fyri oddaliðið, men kortini hava teir megna at vunnið, og tað er ótrúliga flott av teimum, sigur ovurfegni formaðurin um liðini.
Og sjálvur tykist hann eisini hava ilt við at fata, at tað skal ganga somikið væl, sum tað hevur gjørt.
- Hyggur tú at fólkatalinum, so er tað flott, bara tað at vit kunnu manna eitt lið, og at vit so kortini skulu síggja so nógv talentir millum hesar leikararnar er mest sum ótrúligt. Tað vísur bara, at hesir dreingirnir eru gjørdir av heilt serligum slag. Teir eru snøgt sagt vinnaratypir, sum nokta at tapa.

Mynda framtíðina
At enda er sjálvandi eisini nærlagt at spyrja formannin, hvørt hesir báðir árgangirnir ikki geva honum góðar vónir fyri framtíðina hjá felagnum, og hesum játtar hann sjálvandi.
- Tað er ikki bara hesir. Vit síggja í dag, at tað eru nakrir framúr góðir leikarar í mest sum hvørjum árgangi hjá okkum, og málið hjá okkum má eisini vera at ala so nógvar egnar leikarar, sum yvir høvur gjørligt. Vit hava sjálvandi havt nógvar útlendskar leikarar á besta liðnum seinnu árini, men málið má verða, at vit skulu hava so nógvar av okkara egnu sum gjørligt.
- Og tað ivist eg heldur ikki í, at vit fáa. Møguliga verða tað nakrir av teimum, sum nú eru meistarar, sum mynda liðið næsta ár, ella kanska verður tað árið eftir. Men at teir sláa ígjøgnum fyrr ella seinni eri eg ikki í iva um, sigur formaðurin at enda.

Unglingaliðið hjá VB, sum gjørdust meistarar, varð mannað við: Heini Jacobsen, Allan Kjærbo, Hálvdan Heinesen, Birni Kjærbech, Heini Larsen, Jákup Olsen, Jónar B. Dahl, Eyðstein í Lágabø, Jákup Sørensen, Andras Kjærbo, Kári í Lágabø, John Poulsen, Allan Smedemark, Jóan Pauli Thomasen, Símun Samuelsen, Jan Vestergaard, Hans Allan Niclasen, Eyðfinn Ludvig og Rasmus Nolsøe. Venjari hjá liðnum er Hans Nielsen
Mynd: www. vb1905.fo

Dreingjaliðið hjá VB var trý stig aftanfyri, tá endaspælið byrjaði, men kortini gjørdust eisini teir meistarar. Á liðnum í ár, sum varð vant av Predrag Zivkovic, leiktu: Bergur Poulsen, Arthur Tausen, Marner Ludvig, Poul Poulsen, Dan Poulsen, Bjartur í Lágabø, Heðin Poulsen, Jón Samuelsen, Poul N. Poulsen, Martin Poulsen, Fróði Thomsen, Andre Kjærbo, Niklas G. Joensen, Hartman Hansen og Lukasz Cieslewicz
Mynd: Álvur Haraldsen