á Borg vera alt ov lítið. Afturat skal Farmaleiðir gera íløgur í hølini fyri at gera tey klár, og hetta hevur stovnurin ikki sett pengar av til. Jónsvein Lamhauge, havnarfúti hjá Tórshavnar havn, sigur [...] havn. Hetta tí at leigusáttmálan røkkur fleiri ár fram í tíðina, men hann verður uppsagdur nú. Eisini vísir hann á, at teir hava gjørt stóra íløgur í bygningin. ?Enn er eingin støða tikið til, hvat vit gera [...] havnir, m.a. tann í Hanstholm, hava gjørt íløgur fyri omanfyri 20 milliónir fyri at hýsa Norrønu og øðrum tílíkum skipum. Mynd: Bygningurin, har Farstøðin húsast verður munandi minni í næstum, tá ein partur
LØGTINGSVAL Yngsta valevni í Vága valdømi til løgtingsval er Tony L. Davidsen. Hann er at finna á valevnalistanum hjá Tjóðveldisflokkinum. Ein flokkur, har Tony gjørdist limur í hesum í árinum, men hann heldur [...] gur í bygdini. Hann hevur áður roynt seg á sjónum, men hann hevur nú funnið seg til rættis sum snikkaralærlingur í Sandavági. Hann er forlavaður og eigur eina døttur, og nú ætlar hann sær eisin í politikk [...] Tony í hansara heimliga vága umhvørvi. Hann kundi ynskt sær, at størst dentur varð lagdur á lokalmál. ?Eg haldi, at mann eigur at royna lokalmál. Tjóðveldisflokkurin hevur ikki átt umboð í Vágoynni í langa
Nakað, ið alsamt er við at gerast meira vanligt í Føroyum, er, at skúlar eru farnir at kappast um næmingar, og hetta ger seg í alstóran mun eisini galdandi í Skotlandi. Ikki nokk við tí, at næmingarnir eru [...] er, at sjónvarpsrásir hava víst sendingar um jarðfrøði í prime-time, sum tað kallast. Hetta er um 7-8 tíðina á kvøldið. Eisini eru nógvir pengar í oljuvinnuni, og hetta er nakað, ið dregur. Eisini fara [...] skúlunum klára seg. Vit hyggja nærri at tveimum lærdu háskúlum í Aberdeen. University of Aberdeen Tað gamla, kenda og etableraða universiteti í Aberdeen er University of Aberdeen. Tað er ógvuliga týdningarmikið
við Føroyar úti í heimi. Tosað hevur verið um alt frá pressutúrum hendanveg til at hava smáar framsýningar við básum í samband við fótbóltsdystir uttanlands. Tað, sum serliga hevur áhuga í hesum sambandi [...] sambandi, er dysturin, Føroyar skulu spæla í Týsklandi í heyst. Og í samband við hann hava rættiliga nógv góð hugskot verið uppi og vent. Nevnt hevur verið at latið ymsar vinnufyritøkur staðið fyri marknaðarføringini [...] sindur bangin fyri at fáa ov lítið burtur úr í mun til ísettar pengar, og tí er líkasum gingið frá hesi hugsan aftur, tí mett varð, at vandi kundi vera fyri, at í so nógvur dentur so varð lagdur á egin áhugmál
Kvinnuhúsfundur í Klaksvík Hóskvøldið var ein fundur um virksemið hjá Kvinnuhúsinum hildin í hølunum hjá Húsmøðrafelagnum í Norðoyggjum. Elin Reinert Plank, leiðarin, greiddi fyrst frá arbeiðinum í Kvinnuhúsinum [...] á einum kvinnuhúsi í miðstaðarøkinum, ella tað eisini átti at verið eitt líknandi hús í útjaðarnum. - Onki talar fyri at harðskapur og tílíkt kemur meira fyri í miðstaðarøkinum enn í úti á bygd. Men tað [...] eitt kvinnuhús í teirra nærumhvørvi, men tá hava tær sagt, at tað eru ov smá forhold til nakað tílíkt í heimbygdini, greiddi Elin frá. Kvinnurnar, sum hava búð í kvinnuhúsinum hava verið í aldrinum 18 til
sett pengar í felagið. Umframt teir báðar eru eisini Kern Lystrup og Leif Knudsen við í felagnum, og teir eiga hvør sín fjórðing í fyritøkuni. Týdningarmikil kanning Leif Knudsen, sum er stjóri í Sportscom [...] menninir í Sportscom eru gamlir kenningar. ? Eg havi kent Mogens Kreutzfeldt í nógv ár, og hann var eisini onkuntíð og vitjaði meg í Klaksvík, tá eg starvaðist har. Michael Laudrup havi eg eisini kent í langa [...] Sportscom, er føroyingur. Hann er útbúgvin í Danmark, men í árunum frá 1981 til 1992 var hann yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í hesum tíðarskeiði skipaði hann fyri eini umfatandi kanning av norðoyingum
fimti ára søgu. Í 1994 vóru teir á konsertferð í York, og árið eftir vóru teir við í europeiskari kapping fyri hornorkestur í Luxembourg. Síðani hava onnur føroysk orkestur roynt seg í hesi kapping, men eingin [...] Og Klaksvíkar Hornorkestur er eisini fast orkestur til landsdystirnar í fótbólti. Klaksvíkar Hornorkestur varð fimti ár í gjár, og í hesum sambandi hava teir skipað fyri ymsum tiltøkum. Teir høvdu konsert [...] hornspælarar í Klaksvík Hornorkestur. Tey ungu halda ikki fram Sambært gerðabókini hjá Klaksvíkar Hornorkestri varð felagið formliga stovnað á fundi, sum varð hildin 5. mai í 1950. Longu í september mánaði
ngarnar í altjóða oljuheiminum hava eisini sett síni spor í føroyskum oljuhøpi. Eitt av feløgunum, sum er í eini rættiliga torførari telving, er norska oljufelagið Norsk Hydro. Felagið hevur í mong ár [...] er galdandi í sáttmálum millum oljufeløg í bólkum, at tekur eitt felag seg úr einum bólki og fer í ein annan bólk, so noyðist tað at leypa eina útbjóðing um fyri aftur at kunna vera við í tí sama økinum [...] kenna seg ótryggar í løtuni út frá tí støðu bólkurin er í. Trupulleiki Arvid Halvorsen, varaforseti fyri altjóða leiting og framleiðslu hjá Norsk Hydro váttar fyri Sosialinum, at teir í løtuni hava ein
Síðani 2. mai í fjør havi eg kempað fyri at fáa rættvísi at valda í Almannaverkinum. Persónslýsing: Talan er um Lenu Askham, ið síðani 2. mai ótroyttiliga í skrift og talu hevur roynt at fingið avvarðandi [...] neiligar hendingar í Almannaverkinum hava verið frammi í miðlinum millum ár og dag men onki fær avleiðingar, og tað undrar meg!! Tí, kemur ein óviti til at bróta ein rút ella taka eitt tyggigummi í einum handli [...] Almannaverkinum. Hann burdi verið settur í starv 2 mai, í staðin fyri leiðslutoymi. Tá hevði eg sum starvsfólk havt ein at venda mær til vvk tí forferduligu støðu vit komu í; Ein sum ikki hevði havt grund til
hesar kvinnur veruliga vilja, sigur Eyðun Joensen. Lundin í ljósinum Í 1994 var sending í donskum sjónvarpi um Peter Lundin, sum tá sat í fongsli í USA fyri at hava dripið mammu sína. Eftir sendingina streymaðu [...] Lundin sitið í fongsli – í USA og í Danmark. Fyrst varð hann dømdur fyri at hava dripið mammu sína og síðani fyri at hava beint fyri einari unnustu og tveimum børnum hjá henni. 22. juli í ár drap Anders [...] gera hana villa við mær, skrivar Lundin í bókini. Endin var, at Lundin og kvinnan giftust í fongslinum í USA, men hjúnarbandið helt ikki. Tá ið Lundin fór inn at sita í Danmark eftir drápið á unnustu sína