Opið bræv til landstýriskvinnuna í Almannamálum!

Eg havi arbeitt á umsorganarøkinum í meiri enn 40 ár. Havi brent fyri at vera hjálp teirra hjálparleysu og rødd teirra málleysu.

Síðani 2. mai í fjør havi eg kempað fyri at fáa rættvísi at valda í Almannaverkinum.

 

Persónslýsing:

Talan er um Lenu Askham, ið síðani 2. mai ótroyttiliga í skrift og talu hevur roynt at fingið avvarðandi mynduleikar at reagera uppá tað ógvusligu innrásina, ið fór fram á hennara arbeiðisplássið. 

 

• Eg havi møguliga ongan rætt at seta spurnartekin við hvat ovasta leiðsla ger móti mínum leiðara. Men eg má hava rætt til at mótmæla í skrift og talu hvat neiliga ávirkan tað hevur havt á mítt arbeiðispláss og tey menniskju við skerdum førleikum, ið eg havi valt at hava umsorgan fyri. Og eg havi verið saklig allanvegin ígjøgnum. 

•Almannaverkið hevur eitt vakurt og sigandi slagorð: "Vit vilja gera mun"! Eg freistist at hugsa "Mun", í mun til hvat?

• Aftaná órógvanina 1 mai gjørdust fleiri starvsfólk sjúk og búfólkini kedd og stúrin. 

Hví skunda slíka alvorligar avgerðir ígjøgnum, heldur enn at kann alt gjølla fyrst??

Góðir 8 mánaðir er nú farnir og enn er ongin virðilig loysn at hóma. 

Ímynda tær hvat pengar og tár kundu verið spard um rætta handfaringin fór fram?!

• Tað verur ofta tikið til at øll skipanin er korrupt og vemmilig, men so langt vil eg nù ikki fara. Eg havi havt við fleiri dugnalig fólk nakað væl uppi í leiðslustiganum hjá Almannaverkinum at gera, sum veruliga hava hjarta á rætta stað.

Men so er tað tíverri eisini nøkur dugnalig, ið eru horvin, og eg undrist, Hví?

Tí frystir tú teir dugnaligu og hjartagóðu leiðarnar út, so er vandi fyri at meiningin: "Vit vilja gera mun", broytist til "missmun".

• Nógvar neiligar hendingar í Almannaverkinum hava verið frammi í miðlinum millum ár og dag men onki fær avleiðingar, og tað undrar meg!!

Tí, kemur ein óviti til at bróta ein rút ella taka eitt tyggigummi í einum handli so fær tað fylgjur, og barnavernin verur boðsend. 

 

Men at Almannaverkið jagstrar ein av teirra egnu; Leiðaran á Skálagarði so langt út á tromina, at viðkomandi má forsvara seg, fyri síðani at brúka forsvaringina til at koyra viðkomandi (útav) Tað sýnist ikki at fáa avleiðingar. 

Tað verur bara flutt uppá eindir og eindarleiðara so verur alt vónandi gloymt. 

• Alt skuldi blíva so nógv betri aftaná 1 mai, men enn síggi eg onga sjónliga broyting. 

Ongin sýnist seta spurnartekin við at ein so vælútgjørdur Depil ikki tekur fleiri búfólk inn. Og umlættingin sýnist vera steðga. Vónandi er grundin ikki tann at uppbyggingarfasan steðgaði 2 mai og niðurlagingin byrjaði ?!

• Henda 8 mánaðar gamla langdrigna handfaringin av mínum arbeiðisplássið, er nokk bygd á ein baktanka.  Tí, verur tílíkt drigið nóg leingi út, gerist eg sum starvsfólk forvirra og tey fáa betri ræði yvir mær. 

 

• Eftir mínum tykkið so skuldi Skálagarður verið sjálvsognarstovnur, við einum leiðara sum hevði ábyrd av øllum og ikki havt eindarleiðara yvir sær. So høvdu vit ikki verið í hesi støðu, har fyrrverandi eindarleiðari burturvísti mín leiðara. 

• Skálagarður hevur fingið ein fyribils leiðara, sum byrjaði 1 nov og vóni eg so inniliga at hann IKKI fær somu viðferð sum undanfarni. 

Fyribils leiðarin er sum eitt óskriva blað hjá Almannaverkinum. Hann burdi verið settur í starv 2 mai, í staðin fyri leiðslutoymi.

Tá hevði eg sum starvsfólk havt ein at venda mær til vvk tí forferduligu støðu vit komu í; Ein sum ikki hevði havt grund til at valt síðu áðrenn. Ein sum kundi valt at velja at práta við meg fyri at finna út av mínum dygdum og veikleikum, heldur enn at leita sær upplýsingar frá hægri leiðslu.

• Fekk skotið í skógvarnar til eina samtalu at mentanin á Skálagarði var sermerkt. Eg tosaði ov nógv við búfólkini um støðuna sum var íkomin og tað høvdu tey ikki gott av at vita. Ein strika skuldi setast í sandin og tíðin áðrenn 1 mai skuldi gloymast. 

Mín erfarin hevur tó víst mær at búfólkini gerast tryggari av at vita enn at gita.

Møguliga dámar Almannaverkinum betur Tøgnmentanina??

 

Eg eri ikki ill inn á leiðslubygnaðin hjá Almannaverkinum, eg havi mist virðingina. Og tað er nógv verri. 

 

Nú hevur so Almannamálaráðið eftir tógvið stríð, ógylda uppsøgnina hjá leiðarinum, men Almannaverki góðtekur ikki avgerðina og heldur á við forfylgingini ....

 

Góða Sirið

Tú hevur verið garantur fyri tey allar veikastu í fleiri ára 10, og eg kunnaði teg um støðuna beinanvegin hon uppstóð, við vón um eina virðiliga og skjóta loysn. Hatta er títt málsøkið og tín ábyrd. Sker í gjøgnum og set leiðaran aftur í starv. 

Fyribils leiðarin kann saktans fortseta sum vanligt starvsfólk, hann er dugnaligur við fleiri útbúgvingum, ið brúk er fyri á Skálagarði. 

 

Vh Lena Askham