Laudrup setir pengar í føroyskt hugskot

Føroyski yvirlæknin Leif Knudsen og danska heimsstjørnan Michael Laudrup samstarva um arbeiðið við serligari vitamintablett, sum byggir á fólkakanning í Klaksvík

 

Eyðun Klakstein



Føroyski yvirlæknin Leif Knudsen og danska heimsstjørnan Michael Laudrup samstarva um arbeiðið við serligari vitamintablett, sum byggir á fólkakanning í Klaksvík


Fyrst í komandi ári kemur ein nýskapandi vitamintablett á marknaðin, sum fer at samantvinna brúkið av ymiskum tablettum.

Aftan fyri hesa tablett stendur felagið Sportscom Danmark Aps, sum er mannað við fýra meira og minni kendum persónum ? har av ein er føroyingur.

Fyrrverandi fótbóltsspælarin og heimsstjørnan, Michael Laudrup, hevur saman við læknanum hjá danska fótbóltslandsliðnum, Mogens Kreutzfeldt, sett pengar í felagið.

Umframt teir báðar eru eisini Kern Lystrup og Leif Knudsen við í felagnum, og teir eiga hvør sín fjórðing í fyritøkuni.


Týdningarmikil kanning

Leif Knudsen, sum er stjóri í Sportscom, er føroyingur. Hann er útbúgvin í Danmark, men í árunum frá 1981 til 1992 var hann yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Í hesum tíðarskeiði skipaði hann fyri eini umfatandi kanning av norðoyingum.

Hann kannaði, um norðoyingar vóru líka hart raktir av gigtsjúkum sum onnur fólkasløg, og úrslitið av hesi kanning hevur nú við sær, at felagið hjá yvirlæknanum hevur fingið heimspatent upp á nýggja serliga vitamintablett við lýsi, vitaminum og mineralum.

? Fólkakanningin, sum vit gjørdu í Klaksvík, hevur stóran týdning fyri okkara núverandi ætlan, sigur Leif Knudsen, sum í dag er yvirlækni á Grenå Centralsygehus og er serkønur í gigtasjúkum.


Hava tað betur hóast sjúk

? Tá eg kom til Føroyar at arbeiða, gjørdist eg varugur við, at føroyingar eru ikki líka illa plágaðir at gigtasjúkum sum fólk aðrastaðni, og tí fóru vit í holt við kanningina. Talan var í grundini um eina fólkakanning, tí vit kannaðu stóran part av teimum tilkomnu fólkunum í Klaksvík, sigur hann.

? Niðurstøðan av kanningini var, at klaksvíkingar hava akkurát líka nógva gigtasjúkur sum fólk í øðrum londum, men stóri munurin er, at teir líða ikki eins nógv av sjúkuni, og nógv vita als ikki av, at tað er ein gigtasjúka, tey hava, sigur Leif Knudsen.

Orsøkina til hesa støðu heldur Leif Knudsen vera, at føroyingar eta so nógvan fisk, og tað ger, at sjúkan verður hildin niðri og plágar fólk nógv minni.


Tablettin

Hetta gav Leif Knudsen hugskotið til at gera vitamintablettir við lýsi, og fyri fyrstu ferð nakrantíð er tað eydnast at gera lýsi úr fiski til turrevni, sum kann blandast saman við øll hugsandi sløg av mineralum og vitaminum.

Nýggja tablettin er somikið serlig, at felagið hjá Leif Knudsen hevur fingið heimspatent upp á hana, og nú tíðindini frættast um tablettina, er áhugin uttan fyri Danmark fyri henni rættiliga komin til sjóndar.

? Í løtuni kanst tú fáa kapslar við lýsi og ymiskum vitaminum og mineralum, men tað eru ymsir vansar knýttir at brúkinum av hesum kapslum, sigur Leif Knudsen.

Fólk, sum eta hylki við fiskalýsi, gremja seg millum annað um, at tey fáa ringan anda, og hylkini kunnu eisini órógva til dømis ítróttarfólk, tá tey eru í kapping.

? Sum heild eru kapslarnir ikki serliga sjarmerandi at taka, sigur yvirlæknin.


Bar ikki til tá

Nýggja tablettin, sum enn ikki hevur fingið navn, verður kanska hóskandi rópt ein supervitamintablett, tí hon kann avloysa nógvar ymiskar tablettir.

? Í staðin fyri at fólk taka upp í nevan av tablettum, kunnu fólk noyðast við hesa einu tablettina. Í tablettini hava vit savnað 11 vitaminir, 7 mineralir og fiskalýsi, sigur Leif Knudsen.

Leif Knudsen royndi at fáa gongd á ætlanina við tablettini, meðan hann var í Føroyum, men tað eydnaðist honum ikki. Millum annað tí, at tað tá ikki bar til at gera fiskalýsi til turrevni, sum er ein fortreyt fyri tablettini.


Allir kennast

Leif Knudsen og hinir tríggir menninir í Sportscom eru gamlir kenningar.

? Eg havi kent Mogens Kreutzfeldt í nógv ár, og hann var eisini onkuntíð og vitjaði meg í Klaksvík, tá eg starvaðist har. Michael Laudrup havi eg eisini kent í langa tíð, sigur Leif Knudsen.

? Eg havi havt hugskotið við tablettini í nógv ár, men nú vit fýra hava funnið saman, hevur tað fyri fyrstu ferð rættiliga borið til at fara í holt við at gera tablettina.

Leif Knudsen og hinir í Sportscom hava fleiri góð hugskot, sum teir ætla sær undir, men hann fær ikki greitt nærri frá teimum í løtuni.

Teir fýra menninir síggja stórar møguleikar í nýggju tablettini og samstarvinum, sum tykist vera rættiliga snildisliga sett saman. Har eru dugnalig og kend fólk í fyritøkuni, og tað kann í hvussu er tryggjað nógva umtalu av vørunum hjá teimum.

Nýggja vitamintablettin, sum verður at fáa fyrst í komandi ári, er ætlað vanligum fólki.