Útbúgvingar/hugleiðingar
Aberdeen: Í skotska stórbýnum og føroyska ferðamálið Aberdeen eru nógv lesandi. So nógv, at býurin líkist ein lestrar býi burturav. Gamli fiskivinnubýurin hevur upplivað eina stóra innrás frá oljuvinnuni. Hetta merkist allastaðni ? eisini innan skúlaverkið. Hægri lærustovnarnir eru farnir undir at bjóða fleiri og fleiri útbúgvingar, ið eru serliga ætlaðar til oljuvinnuna.
Nakað, ið alsamt er við at gerast meira vanligt í Føroyum, er, at skúlar eru farnir at kappast um næmingar, og hetta ger seg í alstóran mun eisini galdandi í Skotlandi. Ikki nokk við tí, at næmingarnir eru vorðnir vøra, men lærdu stovnarnir eru eisini farnir at hugsa øðrvísi, tá næmingarnir koma inn á skúlan. Tað er kapping á marknaðinum, og tá er neyðugt at hava nakað at lokka næmingar við. Landsins myndugleikar royna eisini skúlarnir fyri at vita eftir, hvussu m.a. frálærustøðið er. Eisini verður fylgt væl, hvussu væl ella illa teir útbúgnu næmingarnir, ið fara frá skúlunum klára seg.
Vit hyggja nærri at tveimum lærdu háskúlum í Aberdeen.
University of Aberdeen
Tað gamla, kenda og etableraða universiteti í Aberdeen er University of Aberdeen. Tað er ógvuliga týdningarmikið ikki at siga Aberdeen University, men University of Aberdeen. Tað var í 1495, at tað, ið seinni skuldi eita University of Aberdeen, varð sett á stovn. Søgan hjá hesum lærda háskúlanum er sostatt ógvuliga rík og gomul. Talan er um triðelsta universiteti í Skotlandi.
Universiteti er í nógvar mátar eisini ein blandingur av nógvum ymiskum. Fyrst og fremst ein blandingur millum gamalt og nýtt. Fyrsti bygningurin, ið vitjaðu fekk ikki beinleiðis tey mest superlativu lýsingarorðini fram, tí bygningurin virkar slitin, og hølini tykist ómodernað. Blíðskapurin bilar tó einki, og vit fáa bæði vátt og turt. Fyrst á skránni er ein kunning um Geoschience og Geology og Petroleum Geology. Sum vera mann, tá oljuvinnan er beint uttanfyri dyrnar, so hava skotarnir á University of Aberdeen eisini gjørt sær útbúgvingar, ið eru serliga ætlaðar til oljuvinna. Hetta lokkar eisini fólk til universiteti. Samanlagt eru yvir 10.000 lesandi á University of Aberdeen. Vanligt er, at skotskir ungdómar byrja á universiteti um 17-18 ára aldur. Andrew Hurst greiðir okkum frá um teir meira oljurelateraða útbúgvingar, ið skúlin bjóðar. Hann sigur, at ein av orsøkunum til, at áhugin er so stórur fyri hesum slagnum av útbúgving er, at sjónvarpsrásir hava víst sendingar um jarðfrøði í prime-time, sum tað kallast. Hetta er um 7-8 tíðina á kvøldið. Eisini eru nógvir pengar í oljuvinnuni, og hetta er nakað, ið dregur. Eisini fara tey, ið lesa tey ymsu sløgini av jarðfrøði, nógvar ferðir uttanlands. USA og Frakland teljast millum mest vanligu støðini hjá teimum at vitja.
Á University of Aberdeen kanst tú lesa mestsum hvat tú vilt. Her er frálæra í øllum møguligum fakum. Á rundferð varnast tú eisini tær framúr vøkru bygningarnar rundanum universiteti. Her er nógv søga at hóma, og traditiónirna viga nógv her. Vit verða m.a. víst í kapel, sum drótningin plagar at vitja. Alt hetta er ein partur av søguni hjá skúlanum. Eitt søguliga ríkt og dygdargott universitet.
Robert Gordon University
Á University of Aberdeen leggja tey stóran dent á at vísa okkum á, at teirra frálærustøði er sera høgt. UK Quality Assurance Agency for Higher Education (QAA) hevur University of Aberdeen í teirra topp tíggju, og hetta hava tey einki ímóti at fortelja tær sum vitjandi.
Myndin er tó ein onnur á Robert Gordon University. Fyrsta myndin, ið møtir tær, eru vakrir eldri bygningar og ungdómar í skúlabúnum. Fyrsti orðið, ið vit hoyra frá fólkunum á skúlanum, er arbeiðsmøguleikar. Beinanvegin verður tað gjørt púra greitt, at her verður hugsað nógv arbeiðsmøguleikarnar hjá teimum lesandi, tá hesi verða liðug við teirra útbúgving. Teir kalla seg fyri eitt vocational ella arbeiðssøkjandi universitet, sum finnur sína topp tíggju plasering í listanum yvir universitet, har tey júst lidnu finna arbeiði innanfyri eina ávísa tíðarfreist. Hetta leggja tey stóran dent á. Skúlin hevur eitt stórt kontór, ið bara tekur sær av at hyggja at arbeiðsmøguleikum. Gjørt verður upp fyri hvørja fyritøka sær. Tey siga okkum, at tað kann gott betala seg at koma frá Robert Gordon University, tá tú skal leita eftir arbeiði. Á University of Aberdeen hildu tey ikki so nógv um Robert Gordon University, men á Robert Gordon University vilja tey ikki so fegin gera viðmerkingar til starvsfelagarnar á University of Aberdeen.
Stórur dentur verður lagdur á at vera modernaður. Alt skal vera nýtt sum gjørligt. Útbúgvingarnar, teir bjóða, eru mest handils- og búskaparútbúgvingar, ið tað eisini er eftirspurningur eftir. Har ber ikki til at lesa heimspeki, men har eru góðir arbeiðsmøguleikar










