Tony L. Davidsen:Lokalmál í hásæti

Tony L. Davidsen roynir seg fyri fyrstu ferð sum valevni til løgtingsvalið hesaferð. Hann heldur ikki, at yngri valevnini fáa øðrvísi viðferð enn onnur. Sjálvur heldur hann, at ov lítið er gjørt fyri Vágoynna

LØGTINGSVAL

Yngsta valevni í Vága valdømi til løgtingsval er Tony L. Davidsen. Hann er at finna á valevnalistanum hjá Tjóðveldisflokkinum. Ein flokkur, har Tony gjørdist limur í hesum í árinum, men hann heldur seg kortini ikki aftur, tí hugurin er til staðar at stilla upp.
Tony er úr Sandavági, og hann hevur sítt dagliga yrki sum snikkaralærlingur í bygdini. Hann hevur áður roynt seg á sjónum, men hann hevur nú funnið seg til rættis sum snikkaralærlingur í Sandavági.
Hann er forlavaður og eigur eina døttur, og nú ætlar hann sær eisin í politikk.

Brádliga áhugaður
Sum sagt gjørdist Tony aktivur í Tjóðveldisflokkinum í ár. Áhugin hevur verið til staðar leingi, og tað er serliga ríkisrættarligu broytingarnar, ið Tjóðveldisflokkurin stendur fyri, sum vekja áhugin hjá Tony.
?Eg brenni veruliga fyri, at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugar, sigur Tony L. Davidsen.
Hann gjørdi ikki mætari enn at stilla upp.
?Tað bleiv bara soleiðis. Teir vildu hava meg at stilla upp, og eg var áhugaður, sigur Tony L. Davidsen.
Higartil heldur Tony, at tað hevur bara verið spennandi at royna seg sum valevni. Hann sigur, at hann er bara væl móttikin av vágafólki, og hann kennir seg als ikki illa viðfarnan.
?Tað er ein avbjóðing at stilla upp. Eg haldi, at valevnini sum heild eru rættiliga ung hjá okkum. Tað fer rættiliga orka til at stilla upp og valstríðið. Tú hevur illa tíð til at gera annað hesar dagarnar, tá tað leikar harðast á, Eg eri allastaðni vorðin móttikin positivt, og hetta eri eg eisini fegin um, sigur Tony.
Ungi vágamaðurin heldur fyri, at hann hevur roynt at tosa til tey ungu, men hann vendir sær til øll.
Um orsøkina til, at ein nýggjur ungur vágamaður skal á ting, sigur Tony, at hann heldur, at nýhugsan skal til og at fáa fleiri bólkar umboðar á tingi.

Almennan stovn
Eins og allir aðrir hevur Tony eisini sett sær nøkur mál Tað er mestsum sjálvsagt, at hann leggur stóran dentin á fullveldi, men tað er eisini annað enn fullveldi á skránni hjá unga vágamanninum til hetta komandi løgtingsvalið.
?Eg ætli mær at leggja dent á mál sum prísir í sambandi við undisjóvartunnilin. Tess fleiri fólk koyra ígjøgnum tunnilin, tess fleiri pengar koma burturúr, so tað burdi kunna forsvara seg, at fingið prísirnar niður, sigur Tony.
Orsakað av verkfallinum náddu vit ikki yvirum Vestmannasund, hóast bátar bjóða seg til, men ikki bar til. Vit fingu tí ikki upplivað Tony í hansara heimliga vága umhvørvi. Hann kundi ynskt sær, at størst dentur varð lagdur á lokalmál.
?Eg haldi, at mann eigur at royna lokalmál. Tjóðveldisflokkurin hevur ikki átt umboð í Vágoynni í langa tíð, og skulu vit til, so mugu vit til at røkja lokalmálini her, sigur Tony.
Tony er alt annað enn nøgdur við tað viðferð, ið Vágoyggin hevur fingið frá myndugleikunum í miðstaðarøkinum.
?Tað má eisini koma okkurt hendanvegin, hugsar Tony.
Við hesum sipar hann til allar teir almennu stovnar, ið eru og vera liggjandi í miðstaðarøkinum. Hann kundi hugsað sær, at fingið onkran sovorðnan til Vágoynni. Hann dugir kortini ikki at siga, hvør tað skuldi verið - fyriuttan Skipaeftirlitið - og nær tað skuldi verið. Hann heldur, at tá ein nýggjur stovnur skal gerast at setast á stovn, so kundi hesin tað sama ligið í Vágoynni. Hetta heldur hann eitt nú kundi verið ein nýggjur skúli.
?Vit hava ikki hesar somu trupulleikararnar her. Her er eingin trupulleiki at fáa barnaansing ella fáa hendur á grundstykkum, um tað skal vera, sigur Tony.

Fullveldi ? lagna
Tann bólkurin av fólki, ið kalla hetta valið 30. apríl fyri eitt lagnuval er ikki so lítil eftir hondini. Tony tekur undir við orðunum hjá formanni Tjóðveldisfloksins, Høgna Hoydal, at talan er um eitt lagnuval.
?Tað er eitt lagnuval. Kemur Tjóðveldisflokkurin og ein fullveldissamgonga ikki til, so merkir hetta, at øll uppsparingin hjá okkum verður burtur, sigur Tony.
Hann vísir staðiliga á, at Tjóðveldisflokkurin arbeiðir fyri tey undir útbúgving eins og fyri pensjónistunum.
Um fullveldi sigur Tony:
?Tað er einasta gongdin leiðin. Ein tjóðveldismaður ynskir altíð fullveldi skjótast gjørligt, men vit mugu lurta eftir fólkinum.
Rætti vegurin er at yvirtaka eftir heimastýrislógini. Málið tey næstu fýra árini má vera at yvirtaka so nógv málsøki sum gjørligt, soleiðis at málið kann fara út til eina fólkaatkvøðu.
Verður hetta ikki gjørt, so metir Tony, at alt fer fullkomiliga av sporinum við donskum pengum sum fremsa orsøkin.
Enn er óvist, um Tony nær at koma til sjálvan valdagin, tí hann skuldi neyðsynjarørindi til Danmarkar, men hann er framvegis við í valstríðnum.