Hví skriva kvinnur fríggjarabrøv til drápsmenn?

Kvinnur flokkast um drápsmenn sum Peter Lundin og Anders Behring Breivik. Teir fáa brøv í hópatali frá kvinnum, sum vilja hjálpa teimum ella koma í samband við teir. Sálarfrøðingar duga ikki at geva nakað greitt svar um, hví tað er soleiðis, men tað kann verða, tí kvinnurnar søkja spenning, halda seg kunna broyta brotsmenninar, ella tí tær heilt einfalt fáa kenslur fyri hesum monnum.

Tveir av mest umtalaðu drápsmonnunum í norðurlondum fáa eina rúgvu av brøvum frá kvinnum, sum vilja koma í samband við teir. Summar vilja ugga teir, aðrar vilja hjálpa teimum, og summar ynskja sær eitt forhold til teir.

Stóran part av seinastu 20 árunum hevur Peter Lundin sitið í fongsli – í USA og í Danmark. Fyrst varð hann dømdur fyri at hava dripið mammu sína og síðani fyri at hava beint fyri einari unnustu og tveimum børnum hjá henni.

22. juli í ár drap Anders Behring Breivik 77 fólk í tveimum atsóknum í Noregi. Hann sprongdi eina bumbu mitt í Oslo og skjeyt frá hond á oynni Utøya, har politiskir ungdómar vóru savnaðir á legu. Breivik varð handtikin av løgregluni og hevur síðani sitið innibyrgdur.

Men hóast ræðuligu illgerðirnar hjá báðum monnunum, sum verða roknaðir sum psykopatar, hava kvinnur í hópatali hug at fáa samband við teir. Kvinnurnar skriva brøv til Lundin og Breivik í fongslinum, og meðan Breivik í løtuni ikki kann móttaka brøv – og tí einki veit um tey – hevur Peter Lundin í nógv ár skrivað saman við kvinnum og hevur gift seg við trimum av kvinnunum, sum hava havt samband við hann.


Hugtiknar av psykopatum

Serfrøðingar siga seg undrast á, hvat tað er sum ger, at kvinnur verða drignar at monnum, sum hava framt álvarsaman kriminalitet. Lítið og einki hevur verið granskað í hesum, men norski harðskapsgranskarin Ragnhild Bjørnebekk heldur tó, at ein orsøk kann verða, at kvinnur halda seg kunna broyta drápsmenninar.

- Summar kvinnur verða hugtiknar av pyskopatinum, sum ongan greiðan moral hevur. Tær hava kanska stóra trúgv upp á seg sjálvar, og at tær kunnu broyta tann kriminella, sigur hon við blaðið VG.

Føroyski sálarfrøðingurin Eyðun Joensen, sum hevur drúgvar royndir í mentalkanningum av brotsmonnum, hevur ilt við at skilja, hví kvinnurnar vilja í samband við brotsmenn.

- Tað einasta, eg veit við vissu, er, at tað er púra vanligt, at kvinnur royna at blíva pennavinir og koma í samband við menn, sum hava framt ræðuligar gerðir. Hetta er rættiliga áhugavert psykologiskt, men eingin veit rættiliga, hví tað er soleiðis, og hvat hesar kvinnur veruliga vilja, sigur Eyðun Joensen.

Lundin í ljósinum

Í 1994 var sending í donskum sjónvarpi um Peter Lundin, sum tá sat í fongsli í USA fyri at hava dripið mammu sína. Eftir sendingina streymaðu brøvini frá donskum kvinnum til Peter Lundin.

- Eg haldi, at eg fekk brøv frá 30 ymiskum kvinnum eftir sendingina. Tær spurdu allar, hvussu eg hevði tað, og um alt var í lagi, sigur Peter Lundin í bókini En Morders Bekendelser, sum kom út fyri tveimum árum síðani.

- Eg skrivaði aftur til allar kvinnurnar. Innihaldið í mínum brøvum var ymiskt, men boðskapurin var altíð tann sami: “Hjálp mær. Send pengar. Eg elski teg”.

Peter Lundin greiðir í bókini frá, at eina kvinnan veruliga hevði kenslur fyri honum, og at honum eisini dámdi hesa kvinnu.

- Brøvini, sum Tina sendi, vóru sera erlig. Hon skrivaði, at hon hugsaði um meg allatíðina. At hon saknaði meg. Og so skrivaði eg aftur og segði, at eg eisini hugsaði um hana og longdist eftir henni. Tað var ikki so trupult at gera hana villa við mær, skrivar Lundin í bókini.

Endin var, at Lundin og kvinnan giftust í fongslinum í USA, men hjúnarbandið helt ikki.

Tá ið Lundin fór inn at sita í Danmark eftir drápið á unnustu sína og hennara tveir synir fekk hann brøv frá fleiri donskum kvinnum, sum søgdu seg taka synd í honum. Nú snúði tað seg ikki longur um at lokka pengar burtur úr teimum, men at sleppa at møta teimum.

- Eg svaraði næstan øllum, sum skrivaðu til mín, um tað var møguleiki fyri, at tað kundi blíva til meira. Tað vil siga, um tær vóru vakrar og klókar. Hinar tímdi eg ikki, greiðir Peter Lundin frá.

Í bókini, sum er tvey ára gomul, sigur Lundin, at hann í síni tíð í donskum fongsli hevur fingið brøv frá 50 ymiskum kvinnum. Ein av teimum var ein 15 ára gomul genta úr Føroyum. Nógv ár seinni hevði Lundin nógv samband við hesa kvinnu og var eitt skifti giftur við henni.


Breivik fær ikki brøvini

Anders Behring Breivik gjørdist víðagitin ein fríggjadag í juli mánaði í ár. Tá framdi hann tvey yvirgangsálop í Noregi, og tey kostaðu samanlagt 77 fólkum lívið, umframt at nógv onnur fingu størri og smærri løstir.

Breivik sprongdi eina bumbu í miðbýnum í Oslo, har nógvir stjórnarbygningar eru, og síðani lat hann seg í sum løgreglumaður og fór út á Utøya, har norski Arbeiðaraflokkurin hevði summarlegu fyri ungdóm. Har skjeyt Breivik frá hond og drap 66 fólk – 55 av teimum vóru tannáringar.

Nú um dagarnar skrivaði norska blaðið VG, at kvinnur úr øllum heiminum hava sent brøv til Breivik, sum situr innbyrgdur og ikki kann hava samband við umheimin. Breivik fær ikki hesi brøvini sjálvur, men VG heldur seg vita, at summi skriva til hann við einum kristnum boðskapi um at bjarga honum, onnur spilla hann út, summar kvinnur senda brøv, har tær átaka sær ein móðirleiklut, og uppaftur aðrar kvinnur skriva verulig fríggjarabrøv til Breivik.

Norski fongsulspresturin Kjell Arnold Nyhus sigur seg ikki verða ovfarnan av, at Breivik fær slík brøv.

- Mínar royndir siga mær, at hetta fór at henda. Eg eri hvørki skelkaður ella yvirraskaður. Tað eru so nógv serlig fólk, sum eru á markinum til galskap, sum kunnu finna upp á at gera slíkt, sigur han við VG.

- Nógvar av hesum kvinnum hava onga bakgrund í kriminaliteti ella rúsevnum, men alíkavæl falla tær fyri kriminellum persónum, sigur hann.


Spenningur

Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, er kanska tann sálarfrøðingurin í norðurlondum, sum hevur gjørt flest metalkanningar av brotsmonnum. Hann var í nógv ár einasti sálarfrøðingurin, sum gjørdi slíkar kanningar í Føroyum, og tí hevur hann brúkt óteljandi tímar saman við brotsmonnum í geglinum.

Men hann dugir ikki at siga, hví nógvar kvinnur vilja í samband við menn, sum hava framt óhugnaligar illgerðir.

- Tað eru helst fleiri orsøkir, og ein orsøk kann verða, at nógv av okkum søkja spenning og vilja fara út á eggina. Summi fólk gera vandamikil ítróttarbrøgd, og so eru tað kanska summi, sum vilja hava samband við drápsmenn og aðrar brotsmenn. Hetta er í øllum førum nakað ekstremt at gera og uppliva, og tað skapar uttan iva stóran spenning í lívinum hjá hesum kvinnum, heldur Eyðun Joensen.

Tað verður nevnt, at summar av kvinnunum vilja broyta brotsmannin, hjálpa honum ella bjarga honum, og tað kann verða ein av frágreiðingunum um, hví kvinnur søkja samband við slíkar menn.

- Tað er kanska ikki so løgið, at tær hugsa tað og halda, at tað ber til at broyta hesa menn. Paulus verður førdur fram sum prædikumaður nummar 1 í Bíbliuni, men hann var eisini ein stórur bandittur og brotsmaður, áðrenn hann bleiv umvendur. Hann jagstraði tey kristnu og var teirra størsti fíggindi, til hann bleiv sum lambið og gav sítt lív til kristindómin og sjálvur doyði fyri trúnna. Hetta er ein sentral hending í kristindóminum, og tí er tað ikki so undarligt, at hesar kvinnur hugsa, at tað ber til at bjarga drápsmonnum, sigur Eyðun Joensen.


Seksuelt element

Meðan Anders Behring Breivik hevur fingið tilboð frá kvinnum, sum hann einki veit um, hevur Peter Lundin í nógv ár gjørt sær dælt av kvinnunum, sum vilja í samband við hann.

- Eg veit ikki, hvussu tað mann kennast at blíva kelaður av hondum, sum hava dripið børn, men tað er eisini eitt ella annað seksuelt element í hesum, sum vit hava trupult við at skilja. Kanska verða summi konufólk fasinerað av so ráum monnum sum hesum, og hugsa vit um at søkja markið, at fara út á eggina, so verður tað ikki nógv meira ekstremt enn hetta, sigur Eyðun Joensen.

- Peter Lundin hevur svomið í konufólki, hóast hann í nógv ár hevur sitið í fongsli fyri blóðug dráp. Eg veit ikki, hvussu vit velja okkara maka út. Kanska er tað bara ein í rúgvuni, men vit billa okkum inn, at vit hava funnið ein, sum er heilt serlig ella serligur. Og eitt kann mann siga um menn sum Peter Lundin, teir eru speciellir og síggjast í rúgvuni, og tá tað kemur til kenslur og kærleika, so er eingin logikkur galdandi.

Eyðun Joensen hevur gjørt óteljandi metalkanningar av brotsmonnum, og hann hevur sjálvur upplivað, hvussu tað ber til at fáa samkenslu við hesum fólkum.

- Eg havi kannað og tosað við nógvar persónar, sum hava framt forferdiligar gerðir – pínt børn, dripið fólk ella annað. Tá eg skuldi kannað hesar persónar og tosað við teir í nógvar tímar, so upplivdi eg ofta, at tá ið eg hevði verið saman við teimum í 40 ella 50 tímar, so fekk eg eina spírandi sympati fyri summum av teimum. Eg byrjaði at finna okkurt gott við hesum fólkum, og tað kundi verða, tí tey bara høvdu verið høflig ella samstarvssinnað við meg, sigur hann.



Fakta

Navn: Anders Behring Breivik

Aldur: 32 ár

Føðistaður: Oslo

Brotsgerðir: Drap 77 fólk í tveimum álopum í Oslo og á Utøya í juli.



Fakta

Navn: Peter Lundin (Bjarne Skounborg)

Aldur: 39 ár

Føðistaður: Roskilde

Brotsgerðir: Drap mammu sína í 1991. Drap unnustu sína og tveir synir hennara í 2000.