er, at eggja øll limalondini hjá ST at heiðra minnið um tey, ið doyðu í týningarlegunum, og heitir á limalondini at menna undirvísingartilfar um týningarsøguna, millum annað fyri at fyribyrgja at slík [...] var 27. Januar 1945, at russiski herurin náddi størstu týningarleguna hjá Nazitýsklandi, Auschwitz-Birkenau, og sett teir fangarnar, ið vóru eftir har, leysar. Í 2005 samtykti ST, at hetta skuldi vera ein [...] eini minnisløtu í Öström. Har fer millum annað ísraelin Omri Gilparein at greiða frá um Holocaust og hvønn týdning, tað hevur, at hesin sorgarleikurin ikki verður gloymdur.
álítandi keldur, at Atlantsflog fer at gevast at bjóða ókeypis mat og drekka umborð á rutum sínum . Sagt verður, at máltíðin kostar 40 krónur. So er spurningurin, um ferðaseðlaprísurin fer at lækka munandi [...] avgerðina at flyta búfólkini úr Eirargarði 14 í Eirargarð 16. Hon kallar tað at flyta tey úr øskuni í eldin. Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, spyr, um ikki tey avvarðandi eiga at taka størri [...] størri ábyrgd fyri, at tey eldru, sum búgva á stovni, ikki keða seg. Kommunurnar skulu veita grundleggjandi røkt, men hvussu langt út um tað hevur kommunan ábyrgdina?
hevur ongar viðmerkingar, men hon sigur kortini, at tey arbeiða alla tíðina við at fáa prísin á ferðaseðlum so langt niður sum gjørligt, og at okkurt verður at frætta í næstum. [...] verður mett at maturin kostar umleið 25 krónur fyri hvørt ferðafólk, meðan alt tilsamans kostar umleið 40 krónur fyri hvørt ferðafólk. Sostatt skal sparingin helst finnast í, at flogfelagið metir, at tey kunnu [...] drekka umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways. Men tað tykist at vera ein farin tíð. Frá 1. mai 2016 gevst Atlantic Airways nevniliga við at servera ókeypis mat og drekka. Tað siga álítandi keldur við
løgreglustøðini sigur, at ymiskt hevur verið at gjørt í hesum sambandi. Løgreglan roynir fyrst og fremst at virka fyribyrgjandi og hevur tí verið sjónlig í býnum í nátt og roynt at sissa fólk, tá sinni kanska [...] sambandi, at hon varð blivin sparkað. Løgreglan sigur, at hetta verður viðgjørt sum tvey ymisk harðskapsmál. Sum sagt var nógv fólk í býnum og onkur teirra máttu eisini fáa hjálp frá løgregluni at finna leiðina [...] tíðina, og um fýra tíðina fekk hon eina fráboðan um, at ein kvinna var blivin sparkað í miðbýnum í Havn. Tá løgreglan kom á staðið vísti tað seg, at tveir mans vóru farnir til hendurs. Kvinnan hevði so
tiltøkum, umframt at talan eisini verður um sonevnda mentor-verkætlan. - Samstundis verður roynt at knýtt bond til føroyska sjúkrahúsverkið, soleiðis at lesandi í Aarhus fáa betur møguleikar at røkka heimaftur [...] miðlarnir verður sagt, at LíA, sum felagið eitur, hevur trý høvuðsendamál: 1. Felagið skal vera eitt talurør til útheimin, og samstundis skal tað verða gjørligt hjá útheiminum at røkka teim læknalesandi [...] i í Aarhus. 2. At styrkja um samanhaldið millum nú- og fyrrverandi føroysk læknalesandi í Aarhus. 3. At verða til taks hjá nýggjum læknalesandi í Aarhus. Ætlandi skal felagið skipa fyri fyrilestrum og
seinastu tíðina, í takt við at bæði inntøkur og framleiðsla eru fallin. Í morgun komu eisini boð frá oljufelagnum, um at felagið er í samráðingum við sínar kreditorar. Vónin er at fáa eina avtalu í lag, sum [...] sum loyvir felagnum at varðveita nakað av kreditti, so felagið kann koma gjøgnum hesa kreppuna. Felagið boðar eisini frá, at tað er í samráðingum við annað felag um at keypa sín ognarlut í Orlandoverkætlanini [...] tlanini. Felagið ásannar tó, at tað sær svart út. - Tað er als ikki vist, at ein loysn ella eitt nøktandi úrslit fæst burtur úr samráðingunum, og um so er, er sannlíkt at felagið fer í gjaldssteðg ella
við, at 25. november er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Endamálið við degnum er at varpa ljós á, at harðskapur móti kvinnum er ein heimsumfatandi trupulleiki. Eisini í Føroyum fara vit at varpa [...] Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fer at tosa um næstu stigini í arbeiðinum at basa harðskapi í parløgum og nærsambondum. Harumframt fer Lena Anderssen at framføra nøkur løg. Kvøldsetan er í Posth [...] Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum, sum fer at greiða frá virkseminum í Kvinnuhúsinum, sum fyllir 25 ár í ár, Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer at tosa um ætlanirnar hjá samgonguni í sambandi við
í síðstu viku avdúkaði, at hon ætlaði sær at nýta eina millión upp á at byggja eina squash-høll. Eitt nú formaðurin í Frælsum Ítrótti Føroya, Hallur Holm, fanst hvassliga at hesi ætlan, nú fleiri av smærri [...] hevur Halla tó hug at leggja dent á, at ætlanin við squash-høllini ikki skal buldrast ígjøgnum fyri einhvønn prís. - Hatta við squash-høllini var bara eitt ynski, og eg má siga sum er, at eg ikki væntaði [...] væntaði tað fór at fáa so nógva umrøðu. Um vit heldur kunnu hjálpa fleiri feløgum, so bukki eg meg, sigur Halla við Sosialin í dag. Í samrøðuni í Sosialinum í dag kann eisini lesast um hvat kanningararbeiði Halla
Nú frættist, at argentinski stjørnuspælarin hjá FC Barcelona, Lionel Messi skal verða til reiðar at skifta til ensku Premier League. Enska blaðið "Daily Star" skrivar, at tað eru ákærurnar hjá sponsku [...] metir, at Arsenal er favorittur av hesum trimum feløgunum at tryggja sær undirskriftina hjá Messi. Men tað verður sera dýrt hjá tí felagnum, sum ognar sær Messi. Messi fer sambært enska blaðnum at krevja [...] Lionel Messi, sum birta uppundir, at Lionel Messi vil skifta spanskan fótbólt út við enskan fótbólt. Sambært Daily Star liggja Arsenal, Chelsea og Manchester United framvið at tryggja sær undirskriftina hjá
Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tey fara nú at seta seg við ferðaætlanini, men hann væntar fyri vist, at hesin eykatúrurin fer at verða lagdur hósdagar. - Tað er har, hann ger mest [...] pening, so at Smyril kann sigla eykatúr ein dag afturat um vikuna. Í hesum sambandi hevur Løgtingið játtað Strandferðsluni 1,8 millión afturat og tað er netupp tað, tað kostar hjá Smyrli at sigla ein túr [...] stjórin á Strandferðsluni. Hereftir verða tað sostatt bæði mánadagar, mikudagar, og hósdagar, at Smyril fer at sigla tríggjar ferðir ímillum Suðuroynna of Havnina.