Lági oljuprísurin hevur merkt oljuvinnuna um allan heimin og eisini føroysku feløgini merkja sviðan.
Heilt illa veit við hjá Atlantic Petroleum, sum hevur sæð virðið á sínum partabrøvum fallið nógv seinastu tíðina, í takt við at bæði inntøkur og framleiðsla eru fallin.
Í morgun komu eisini boð frá oljufelagnum, um at felagið er í samráðingum við sínar kreditorar. Vónin er at fáa eina avtalu í lag, sum loyvir felagnum at varðveita nakað av kreditti, so felagið kann koma gjøgnum hesa kreppuna.
Felagið boðar eisini frá, at tað er í samráðingum við annað felag um at keypa sín ognarlut í Orlandoverkætlanini.
Felagið ásannar tó, at tað sær svart út.
- Tað er als ikki vist, at ein loysn ella eitt nøktandi úrslit fæst burtur úr samráðingunum, og um so er, er sannlíkt at felagið fer í gjaldssteðg ella verður umskipað. Felagið fyrireikar seg til allar møguleikar, skrivar Atlantic Petroleum.
Samráðinginar halda á fram inn í komandi ár.