Aftur bardagi í nátt

Løgreglan kannar tvey harðskapsmál eftir ein tilburð í miðbýnum seint í nátt.

Nógv fólk hevur verið í býnum í nátt og vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at ymiskt hevur verið at gjørt í hesum sambandi.

 

Løgreglan roynir fyrst og fremst at virka fyribyrgjandi og hevur tí verið sjónlig í býnum í nátt og roynt at sissa fólk, tá sinni kanska eru komin í kók. Tó so, løgreglan kann ikki vera alla staðni alla tíðina, og um fýra tíðina fekk hon eina fráboðan um, at ein kvinna var blivin sparkað í miðbýnum í Havn.

 

Tá løgreglan kom á staðið vísti tað seg, at tveir mans vóru farnir til hendurs. Kvinnan hevði so lagt seg ímillum og tað var í hesum sambandi, at hon varð blivin sparkað.

 

Løgreglan sigur, at hetta verður viðgjørt sum tvey ymisk harðskapsmál.

 

Sum sagt var nógv fólk í býnum og onkur teirra máttu eisini fáa hjálp frá løgregluni at finna leiðina heim, tí tey høvdu drukkið ið so nógv av bikari Bacchusar.