Í tíðindaskrivi til miðlarnir verður sagt, at LíA, sum felagið eitur, hevur trý høvuðsendamál:
1. Felagið skal vera eitt talurør til útheimin, og samstundis skal tað verða gjørligt hjá útheiminum at røkka teim læknalesandi í Aarhus.
2. At styrkja um samanhaldið millum nú- og fyrrverandi føroysk læknalesandi í Aarhus.
3. At verða til taks hjá nýggjum læknalesandi í Aarhus.
Ætlandi skal felagið skipa fyri fyrilestrum og sosialum tiltøkum, umframt at talan eisini verður um sonevnda mentor-verkætlan.
- Samstundis verður roynt at knýtt bond til føroyska sjúkrahúsverkið, soleiðis at lesandi í Aarhus fáa betur møguleikar at røkka heimaftur til Føroyar eftir loknan lesna. Harafturat gerst eisini lættari hjá føroyska sjúkrahúsverkinum at røkka teimum lesandi á Aarhus Universiteti, skrivar felagið.
Nevndin hevr skipað seg, og í henni sita: Niclas H. Eysturoy (formaður), Hjallgrímur J. Vestergaard (næstformaður) og Rannvá á Rógvu (nevndarlimur).
Í løtuni eru millum 15-20 føroysk læknalesandi á Aarhus Universiteti.