Altjóða Holocaustdagur í dag

27. januar er altjóða minnisdagur fyri Holocaust. Tað var 27. Januar 1945, at russiski herurin náddi størstu týningarleguna hjá Nazitýsklandi, Auschwitz-Birkenau, og sett teir fangarnar, ið vóru eftir har, leysar. Í 2005 samtykti ST, at hetta skuldi vera ein altjóða minnisdagur. 6 milliónir jødar og hundraðtúsundtals onnur lótu lív í týsku týningarlegunum.

 

Endamálið við altjóða minnisdegnum er, at eggja øll limalondini hjá ST at heiðra minnið um tey, ið doyðu í týningarlegunum, og heitir á limalondini at menna undirvísingartilfar um týningarsøguna, millum annað fyri at fyribyrgja at slík fólkamorð skulu henda aftur. Í vetur menti Nám undirvísingartilfar um Holocaust til brúks í undirvísing í føroysku skúlunum.

 

Skipað verður fyri minnistiltøkum um allan heim, millum annað við ST-bygningin í New York og á Yad Vashem, holocaustsentrinum í Jerusalem. Her í Føroyum skipar vinafelagið Føroyar – Ísrael fyri eini minnisløtu í Öström. Har fer millum annað ísraelin Omri Gilparein at greiða frá um Holocaust og hvønn týdning, tað hevur, at hesin sorgarleikurin ikki verður gloymdur.