Eingin ivi er um, hvørji høvuðstíðindini í gjár vóru. Hóast hvørki stjórin ella nevndarformaðurin vilja siga nakað, so siga álítandi keldur, at Atlantsflog fer at gevast at bjóða ókeypis mat og drekka umborð á rutum sínum. Sagt verður, at máltíðin kostar 40 krónur. So er spurningurin, um ferðaseðlaprísurin fer at lækka munandi.
Borgarstjórin í Skúvoy er endaður í orðadrátti við borgarstjóran á Sandi um umstøðurnar við atløguplássið hjá Sildberanum.
Tað eru ikki bara Viðareiðistunnilin, sum er í gerð. Nú resta bara 17 metrar í, so eru nýggju goymslutunlarnir hjá Havsbrún í Fuglafirði lidnir.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur harmast um avgerðina at flyta búfólkini úr Eirargarði 14 í Eirargarð 16. Hon kallar tað at flyta tey úr øskuni í eldin.
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, spyr, um ikki tey avvarðandi eiga at taka størri ábyrgd fyri, at tey eldru, sum búgva á stovni, ikki keða seg. Kommunurnar skulu veita grundleggjandi røkt, men hvussu langt út um tað hevur kommunan ábyrgdina?










