Tað elvdi til øsing ímillum ítróttarfólk í Havnini, tá ið Halla Samuelsen, býráðslimur, í síðstu viku avdúkaði, at hon ætlaði sær at nýta eina millión upp á at byggja eina squash-høll.
Eitt nú formaðurin í Frælsum Ítrótti Føroya, Hallur Holm, fanst hvassliga at hesi ætlan, nú fleiri av smærri ítróttargreinunum í høvuðsstaðnum líða undir sera ivasomum umstøðum.
Í samrøðu við Sosialin í dag hevur Halla tó hug at leggja dent á, at ætlanin við squash-høllini ikki skal buldrast ígjøgnum fyri einhvønn prís.
- Hatta við squash-høllini var bara eitt ynski, og eg má siga sum er, at eg ikki væntaði tað fór at fáa so nógva umrøðu. Um vit heldur kunnu hjálpa fleiri feløgum, so bukki eg meg, sigur Halla við Sosialin í dag.
Í samrøðuni í Sosialinum í dag kann eisini lesast um hvat kanningararbeiði Halla hevur gjørt, og um hon yvirhøvur kennir til ÍSF-kanningina, har staðfest verður, at summar ítróttargreinar hava út av lagi vánaligar umstøður.









