Tað hevur stytt túrin hjá mongum føroyingi og verið ein flott innleiðsla í føroyskum gestablídni, tá ferðafólk hava fingið serverað ókeypis mat og drekka umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways. Men tað tykist at vera ein farin tíð.
Frá 1. mai 2016 gevst Atlantic Airways nevniliga við at servera ókeypis mat og drekka. Tað siga álítandi keldur við Miðlahúsið.
Sum skilst, so er talan um eitt átak, ið skal lækka ferðaseðlaprísirnar. Sum nú er, so verður mett at maturin kostar umleið 25 krónur fyri hvørt ferðafólk, meðan alt tilsamans kostar umleið 40 krónur fyri hvørt ferðafólk.
Sostatt skal sparingin helst finnast í, at flogfelagið metir, at tey kunnu tjena munandi meira, um tey byrja sølu av mati og drekka umborð á flogførunum.
Stjórin í Atlantsflogi, Jóhanna á Bergi, hevur ongar viðmerkingar, men hon sigur kortini, at tey arbeiða alla tíðina við at fáa prísin á ferðaseðlum so langt niður sum gjørligt, og at okkurt verður at frætta í næstum.











