stórt arbeiði. Hann var Listaskálin í sínari tíð. Ein hugsar ofta ikki um tað, ið er í dag og arbeiðið aftanfyri, men tað eru einstaklingar, sum sjálvbodnir hava nýtt sítt l´v til tað, sigur Guðrið Poulsen [...] Norðurlandahúsið kom, so var tað sum um tað bleiv sagt, at nú hava vit alt. Politikararnir løgdu seg eitt sindur afturá. Føroyska listin skal jú bert fylla ein part í húsinum. Tí er tað so fantastiskt, at [...] heiðursgavur, sigur ein glað Guðrið Poulsen. Eingin nevndi mentan Guðrið heldur tað vera sera løgið, at til seinasta løgtingsval var tað eingin, ið stillaði upp, og hevði mentan sum høvuðsmál. Hon hevði sett sær
tíðina. Har var so tómligt inni, at eg hálvavegna var bangin fyri, at hann fór at selja meg, tá nú ongar klædnavørur vóru inni. Hann sigur jú sjálvur, at hann kann selja alt ? Men har var einki at óttast [...] tungliga og tað sæst skilliga, at hann helst ikki vil tala um tað, men so kemur tað kortini. ? Vejle var ein dundrandi fiasko. Samstarvið gekk illa, og eg misti eina óhugnaliga rúgvu av peningi. Tað segði mær [...] óttast. Inni í »gamla« handlinum við torgið var næstan alt burtur. Okkurt hissini klædnaplagg hekk eftir, men tað kann eins væl verða, at Kári sjálvur átti tað. Hann tók væl ímóti okkum báðum, myndamanninum
sini sjálvi. Páll Vang sigur, at uttan verður tað talan um nógv, nógv ár, at tað verður neyðugt við útlendingum í føroysku oljuvinnuni í styttri og longri tíð, inntil føroyingar hava fingið tann neyðuga [...] Føroyum. ? Og tað er greitt, at kommunuskatturin kann bara fella til tær kommunurnar alla tað fyrstu tíðina. ? Ein útjavning kann ikki koma uppá tal fyrrenn nøkur ár eru fráliðin og um tað vísir seg, at [...] áleggja oljufeløgum at be-tala skatt av inntøkunum, tey fáa av eini møguligari oljuvinnu í Føroyum. Tað var Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, sum herfyri legði uppskotið um oljuskatt fyri tingið. Men Páll
VB úr Vági var í høvuðsstaðnum um vikuskiftið, og hóast VB-kvinnurnar bæði leygardagin og sunnudagin vóru á odda í hálvleikinum, eydnaðist tað teimum hvørga ferðina at halda leiðsluna. Tað var ikki nógv [...] hálvleiki var heldur ikki so nógv at síggja. Størsti dramatikkurin var uttanfyri vøllin, har venjararnir høvdu ringt við at halda sær. Fyrst fekk venjarin hjá Neistanum gula kortið, og stutt seinni var tað [...] miðspælarin stóð púra einsamallur inni í Neistaverjuni uttan møguleika fyri hvørki at skjóta ella spæla bóltin víðari við tí úrsliti, at bólturin varð mistur. Tað var krás fyri skjótálopini hjá Neistanum
kappingini í fjør var ein av høvuðsorsøkunum til føroyameistaraheitið, eins og tað fyrr eisini hevur verið hjá bæði GÍ og B36. HB hevur fleiri landsliðsspælarar við í hópinum, og HB var eisini væl umboðað [...] kappingin byrjar. Fyrstu tíðina eftir at venjingin er byrjað, snýr tað seg mest um konditiónsvenjing, fyri at spælararnir skulu heinta tað innaftur, teir hava mist um veturin. Eitt av liðunum, ið venjir harðast [...] venjingarleguna vera »ov lætta« ? venjingin var ikki nóg hørð, sigur Ion Geolgau við ítróttarsosialin. ? Teir spældu tríggjar dystir á venjingarleguni, og tað er gott, tí so fáa spælararnir eitt sindur
tískil vóru tað heilt nógv børn, sum máttu togast úr rúgvuni og takast aftur um pallin at koma fyri seg. Hetta var tó ikki so álvarsligt, sum tað kanska sá út til, tí fyri tað mesta var tað bangilsi, ið [...] sera væl, var góð, og tað var allatíðina full ferð á. Somuleiðis var kostnaðurin á atgongumerkjunum til konsertirnar ikki so yvirhonds stórur, sum tað mangan hevur verið áður her á landi, tí tað skal havast [...] sum var fyri teimum eitt sindur eldri. Spent børn Hvussu ung, tey yngstu børnini, sum vóru til barnakonsertina, vóru, er ilt at siga, men onkur var so, sum nýligani var fyltur tvey ár, og tað var týðuligt
kannaðar nærri? 3. Hvussu ber tað til, at tað ikki verður gjørt nakað við eina kommunu, har tað í grannskoðaraprotokollini stendur »Vit skulu enn einaferð gera vart við, at tað ikki er loyvt at brúka pening [...] Læknahúsini. Svar kom eisini sum bræv dagin eftir, og var tað okkum í hendi, eftir at uppboðsan hevði verið. Uppboðssølan skuldi verða 24.2.99 kl. 9.50. So var einki at gera, uttan at møta í rættinum og krevja [...] latið inn roknskapin fyri 1997? 5. Tað sigst, at tað ikki bert eru Landsstýrismenn, sum trívast undir trappuni?! 6. Eru hesir spurningar møguliga svar uppá, hví tað stendur so illa til hjá Kommunum í Føroyum
alt nú er í hondunum á semingsmonnunum. - Eitt vóru vit so samd um, og tað var at velja teir semingsmenn, sum vit hava valt, har var so eingin tvídráttur, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum ikki vil gera vi [...] brúkt hetta í samráðingunum, tí tað er ikki løgtingið, vit samráðast við, men tað er sami kassin, ið skal gjalda. Eg kundi hugsað mær at vita, hvussu samvitskan hevði tað, eftir at hava gjørt eitt lop uppá [...] prátaðu um hetta, uttan at semingsmenn komu uppí. Men tað hevur verið torført at tosa við fíggjarmálastýrið og lønardeildina. Um ein bert sær uppá tað potentialið, ið ein hevur, við at fólk arbeiða á almenna
spæla tað, vit spæla, men íblásturin er heilt víst, rokkur, poppur og jazzur. Serliga kemur íblásturin frá nútímans rokki. Er tykkara tónleikur nakað, ið ungdóminum dámar serliga væl? Tað sær tað út til [...] tónleik, halda vit tað. Men okkum dámar tó best at spæla fyri eini sitandi áskoðarafjøld, ið situr og lurtar eftir tónleikinum, vit borreiða við. Hetta halda vit vera tað besta, tí tá fær ein tað rætta aftursvarið [...] vit longu eru komnir longri enn vit høvdu vónir um. So vit eru glaðir fyri at vera komnir so langt. Um vit spæla væl til finaluna og vit eru nøgdir við tað, ið vit spæla, so kann tað vera líkamikið, um vit
áttatiárinum var ein nýggjur skúli teknaður. Hesin skuldi liggja undir Fossum, og ætlanin var mett at kosta 100 milliónir. Hetta heldur Jógvan Lützen var ein ov stór ætlan, og hann fílist á, at tað altíð verður [...] niðurprioteraður. Tað er hetta, ið er orsøkin til, at einki er gjørt við skúlan á Ziskatrøð so leingi, sigur Jógvan Lützen, formaður í mentannarnevndini í Klaksvík. Hann sigur, at tað hevur verið sera torført [...] til at tekna upp, hvat gerast skuldi við skúlan á Ziskatrøð. Byrjað var at gera auluna, men hetta arbeiðið gekk ikki so væl, so tað steðgaði. Síðani varð farið undir eina elevatorskakt, ið enn ikki er