Kommunurnar fáa ov lítið inní oljuskatti

? Tað sær ikki út til, at kommunurnar skulu fáa sín part av skattinum frá øllum útlendingunum, sum væntandi koma at arbeiða í Føroysku oljuvinnuni, sigur, býráðsformaður á Tvøroyri

? Tað er heilt órímiligt, at kommunurnar ikki skulu fáa sín rættvísa part burturav oljuskattinum.

Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri, er ikki sørt ørkymlaður, nú uppskotið er komið undan kavi um at áleggja oljufeløgum at be-tala skatt av inntøkunum, tey fáa av eini møguligari oljuvinnu í Føroyum.

Tað var Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, sum herfyri legði uppskotið um oljuskatt fyri tingið.

Men Páll Vang hevur lagt merki til, at ongastaðni verður skattur til kommunurnar nevndar.

? Og tað mótmæli eg uppá tað harðasta, sigur hann.

Ongin hevur so góðar orsøkir til at mótmæla hesum, sum júst Páll Vang.

Tí sum kunnugt er hann borgarstjóri Á Tvøroyri.

Og nettupp Tvøroyri hevur gjørt avtalu við eitt útlendskt oljufelag um at gera oljuhavn.

Tað er Danbor Service í Danmark, sum hevur gjørt avtalu um at gera oljuhavn á Drelnesi.


Skulu bara betala til landskassan

Páll Vang hevur serliga lagt merki til, at ætlanin er, at tey, sum koma undir avmarkaða skattskyldu í Føroyum, skulu bara betala skatt til landskassan.

? Tey, sum koma undir avmarkaða skattskyldu, eru tey, sum koma til Føroyar at arbeiða eitt avmarkað tíðarskeið, tvs. ein, tveir mánaðir, ella kanska longur.

? Men ætlanin er, at tey skulu bara betala 35% í skatti til landskassan.

Eftir vanligu skattalógini skulu tey, sum koma undir avmarkaða skattskyldu í Føroyum, betala 42% í skatti.

Páll Vang sigur, at tekur ein verulig oljuvinna seg upp í Føroyum, kann roknast við, at tað verða hundraðtals útlendingar, sum koma at arbeiða í Føroyum í ávís tíðarskeið, so at teir koma undir avmarkaða skattskyldu.

Føroyingar eru so ókunnugir við oljuvinnuna, at tað

verður neyðugt, at útlendingar koma higar at arbeiða í avmarkað tíðarskeið, ímeðan føroyingar so við og við ognar sær so góðan kunnleika til oljuvinnuna, at vit kunnu yvirtaka arbeiðsplássini sjálvi.

Páll Vang sigur, at uttan verður tað talan um nógv, nógv ár, at tað verður neyðugt við útlendingum í føroysku oljuvinnuni í styttri og longri tíð, inntil føroyingar hava fingið tann neyðuga kunnleikan.

? So alt í alt kann talan verða um rættiliga stórar upphæddir, at hesi fólkini koma at leggja eftir seg í skatti, hóast tey bara eru undir avmarkaðari skattskyldu her.

? Og eg mótmæli harðliga, at landsstýrið ætlar, at allur tann skatturin skal enda í í landskassanum.

? Tað er heilt órímiligt, at kommunurnar ikki skulu fáa eina krónu av øllum hesum skattinum.

Hann sigur, at tað er fullkomiliga í lagi, at landskassin fær skattin av tí virkseminum, sum er út á sjálvum oljuleiðunum.

? Men tað kann ikki koma uppá tal, at kommunurnar ongan skatt skulu fáa av tí virkseminum, sum er inni á firðunum, á oljuhavnunum, á útgerðarskipum og hjálparskipum.

?Fellur ongin skattur í kommunukassarnar, er onki endamál at hava nakað oljuvirksemi á landi í Føroyum.

?Endamálið hjá kommununum at fara upp í oljuvinnuna skuldi nettupp verið at fingið øktar inntøkur.

Borgarstjórin á Tvøroyri sigur, at tær kommunur, sum gera oljuhavn, koma at átaka sær stórar útreiðslur til ymsar íløgur og ymsan rakstur.

? Men skulu tær so ongar inntøkur fáa, er tað heilt burturvið.

Hann leggur afturat, at uttan iva fer onkur politikari, við serliga góðum hugflogi at koma við tí uppskoti, at inntøkurnar, ið summar kommunur fara at fáa av oljuskatti skal býtast ímillum allar kommunurnar.

Páll Vang sigur, at hann fer heldur ikki at seta seg ímóti eini tílíkari útjavning.

? Men tað kann ikki verða fyrrenn ein long tíð er frálíðin.

? Tí í fyrstu atløgu verða tað ávisar kommunur, sum koma at átaka sær ymsar útreiðslur til íløgur og rakstur, sum eru neyðugar fyri at geva oljuvinnuni arbeiðsumstøður í Føroyum.

? Og tað er greitt, at kommunuskatturin kann bara fella til tær kommunurnar alla tað fyrstu tíðina.

? Ein útjavning kann ikki koma uppá tal fyrrenn nøkur ár eru fráliðin og um tað vísir seg, at talan verður um nakra heilt munandi inntøku um, sigur Páll Vang.


Má skrivast týðiligari

Annars heldur býráðsformaðurin á Tvøroyri, at tað er neyðugt at skriva summar partar í lógini týðiligari.

? Hvat við feløgum, sum eru í Føroyum, men sum veita tænastur úti á oljuleiðunum?

? Verða tey skattað eftir oljuskattalógini, men eftir partafelagslógini, spyr hann.

? Og hvat við teimum, sum koma higar at sigla við útgerðarskipum og hjálparskipum útfrá eini føroyskari havn.

? Skulu teir betala 42% í skatti, sum onnur, ið eru undir avmarkaðari skattskyldu, ella skulu tey betala 35%.

Ella skulu tey betala 35% ímeðan tey eru úti á oljuleiðunum og 42% tá ið skipini liggja við bryggju, spyr Páll Vang.

Hann heldur tí, at tað er neyðugt at skriva hendan partin av lógini týðiligari.

Vit fingu tíverri ikki fatur á Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, áðrenn blaðið fór til prentingar.

Men vit fara at spyrja hann, hvør meiningin er.