- Vit løgdu dent á við samráðingarnar í 1997, at farast skuldi undir samráðingar og fyrireikingar í góðari tíð, tí nógv lá á láni, men tað kom bara ikki í gongd frá teirra síðu, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð, um mótpartin í samráðingunum á almenna lønarmarknaðinum, fíggjarmálastýrið.
- Vit hava havt fólk at arbeiða við hesum og hava gjørt okkara heimaarbeiði. Høvdu teir eisini havt tølini á borðinum, so høvdu vit verið komin ígjøgnum alt hetta, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum metir, at tað hevur tarnað samráðingunum, at manningin í fíggjarmálastýrinum ikki er byrjað at gera útrokningar, fyrr enn 28. februar, tá sáttmálin gekk út 1. mars.
Hann vil ikki taka munnin ov fullan, men hann metir, at tað hevur tarnað samráðingunum, at fíggjarmálastýrið ikki, eins og Starvsmannafelagið, er nóg væl fyrireikað.
Óbúgvið
- Vit hava lagt tølini á borðið, hava sett fólk at arbeiða við hesum, hava roknað uppá tað og gjørt okkara heimaarbeiði til lítar. Eg má bara ganga út frá, at teir eru ikki førir fyri at koma við einum mótspæli, og so sleppa teir tí bara. Tí eru vit komin so seint í gongd, sigur Gunnleivur Dalsgarð og leggur dent á, at nú eiga semingsmenninir útspælið.
Hann hevur hug at halda, at arbeiðsgongdin í fíggjarmálastýrinum ikki er nóg búgvin.
- Í hvussu er eru teir ikki til reiðir at fara undir uppgávuna, heldur Gunnleivur Dalsgarð.
- Tað er ov seint, tá teir ikki fyrr enn 28. februar byrja at gera útrokningar upp á tølini, sum vit hava sett upp, tá sáttmálin gongur út 1. mars, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Verkfall
Semingsmenninir hava útsett eitt møguligt verkfall til á midnátt sunnukvøldið 14. mars.
Gunnleivur Dalsgarð metir, at so leingi samráðingar eru, so hendir einki, men hann leggur dent á, at alt nú er í hondunum á semingsmonnunum.
- Eitt vóru vit so samd um, og tað var at velja teir semingsmenn, sum vit hava valt, har var so eingin tvídráttur, sigur Gunnleivur Dalsgarð, sum ikki vil gera viðmerkingar til eitt møguligt verkfall, men bert vísir til gongdina í málinum.
Fall í reallønini
Eru krøvini hjá tykkum ov hørð?
- Vit løgdu út við einum eitt ára sáttmála, og krøvini eru so tillagað hareftir. Eg meti ikki, at krøvini eru ov hørð. Vit kunnu ikki standa inni fyri, at stóra reallønarfallið í 90'unum heldur fram, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hann metir, at limirnir í Starvsmannafelagnum eru væl á veg at gerast ein láglønarbólkur og vísir á, at landstýrismaðurin, Karsten Hansen, eisini í Útvarpinum hevur viðgingið hetta.
- Tá tað nú byrjar at ganga rætta vegin, so eiga vit okkara part, so rættast kann uppá gongdina, heldur formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð.
Eitt magiskt prosent
- Vit løgdu tíðliga í heyst upp til, at vit prátaðu um hetta, uttan at semingsmenn komu uppí. Men tað hevur verið torført at tosa við fíggjarmálastýrið og lønardeildina. Um ein bert sær uppá tað potentialið, ið ein hevur, við at fólk arbeiða á almenna arbeiðsmarknaðinum og bert hevur læst seg fastan við eitt ávíst magiskt prosent, sum skal fáa roknistykkið í fíggjarlógini at ganga upp, tá eru tað ikki júst nakarar visiónir, ið ein hevur fyri hinum partinum, heldur Gunnleivur Dalsgarð.
- Nú hava hesi fólkini verið við til at borið tung tøk, so nú átti ein at stuðlað og stimbrað tey, og ikki øvugt, sigur Gunnleivur Dalsgarð og sigur, at tey Starvsmannafelagnum í samráðingunum hava víst á, at tey hava víst samfelagssinni.
Samvitska løgtingsmanna
Gunnleivur Dalsgarð sigur annars, at hann kundi hugsað sær at vita, hvussu samvitska løgtingsmanna er.
- Vit hava ikki brúkt hetta í samráðingunum, tí tað er ikki løgtingið, vit samráðast við, men tað er sami kassin, ið skal gjalda. Eg kundi hugsað mær at vita, hvussu samvitskan hevði tað, eftir at hava gjørt eitt lop uppá 50 % eftir lítlari løtu, heldur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Í gjár hittust partarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum við semingsmenninar Jógvan Amonsson og og Alfred Petersen.
Í samráðingunum millum Starvsmannafelagið og Føroyatele gongur betri og partarnir hittast aftur í dag.
- Har eru í hvussu er samráðingar, men enn er ikki liðugt, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hvussu víðari gongur á almenna arbeiðsmarknaðinum, um verkfall verður á midnátt sunnukvøldið, liggur nú í hondunum á semingsmonnunum. Júst nær partarnir hittast leygardagin, veit Gunnleivur Dalsgarð ikki, men vísir á, at so leingi samráðingar eru, so verður ikki verkfall, annað kann hann ikki siga.









