Guðrið Poulsen er einsamøll innan sína listagrein í Føroyum. Hon fæst við at skapa úr leiri, hon er keramikari. Í Tróndargøtu í Havn rekur hon handil og verkstað, Leirlist, men vit hava hitt hana í hugnaligu húsunum í Kaldbak, sum hon og maðurin keyptu fyri umleið trimum árum síðani.
Og fyri at seta hol á, so er ein nærliggjandi spurningur, hvussu ein ber seg at við at liva av at vera keramikari í Føroyum.
- Vit hava roknað uppá tað. Hevði eg verið einsamøll, so hevi eg búð á einum lítlum kamari, so ein má hava ein at hjálpa sær, annars gongur ikki, smílist Guðrið.
Hon hevur havt leirlist sum yrki í 11 ár. Hevur lært 2 ár í Finnlandi og 2 ár í Íslandi. Alla tíðina hevur hon undirvíst við síðuna av, serliga í kreppuárunum var strævi, tí tá tók hon alt hon fekk uppá seg, men nú gongur betri aftur.
- At hava handil og verkstað er ein tvístøða, tí handil hevur als ikki mín áhuga, sigur Guðrið Poulsen, sum kundi hugsað sær, at eitt gallerí tók sær av søluni, men marknaðurin er sera lítil, men við munn til munn háttinum frættist tað, og fólk eru trúgv og fylgja við.
- Tað er sera gott at arbeiða í Føroyum, so friðaligt. Serstakliga síðani eg kom til Kaldbaks. Eg kundi ikki hugsað mær at verið hesa náttúruna fyri uttan, men trupulleikin er avbyrgingin. Við at velja at arbeiða heima í Føroyum, so velur ein eisini nakað frá. Ein hevur ikki samband við tað, ið gongur fyri seg, sigur Guðrið Poulsen, og sigur seg her ikki meina við væntandi íblástur, men fólk, ið ?tosa sama mál?.
- Eg havi vinkonur, ið fáast við tekstillist og vit hava ymsikt felags, men tað er tó ymskt tilfar, vit arbeiða við. Ein annar føroyskur keramikari er, sum eg havi samband við, men hon býr niðri, sigur Guðrið, sum sigur seg sakna eitt umhvørvi, men vísir á, at hetta er galdandi innan mong øki í Føroyum, um tað er ein lækni ella tónleikari, sum hevur vunnið sær serkunnleika innan ávíst øki, so er sama galdandi.
- Eg havi havi kent meg væl móttikna, bæði av fólki sum hava keypt frá mær og stuðlað, og eisini innan listaheimin. Eg eri komin við á listaframsýningar, saman við málarum o.ø., sum tað eru fleiri av, men sjáldan havi eg fingið kvalifiserað aftursvar, mótspæl, uppá tað eg havi gjørt, og so blívur ein eitt sindur ótryggur og bangin fyri at fara út. Aftan á nøkur ár torir ein næstan ikki at hitta onnur, tað er vandin, so eg skilji væl tey, ið ikki koma heim, sigur Guðrið, sum sjálv hevði stóran skund at sleppa heimaftur, mest sum ov, heldur hon í dag.
LISA
Guðrið Poulsen hevur eina ella tvær ferðir árliga síðani 1991 sýnt fram uttanlands saman við øðrum.
Guðrið hevur verið virkin í felagskapinum Lisa, ið er sameining av fleiri listafeløgum, ið varð sett á stovn á leið somu tíð, sum vit fingu Norðurlandahúsið. Hon heldur, at tað hevur tikið langa tíð hjá politikarum at viðurkenna LISA, sum samstarvsfelaga. Guðrið heldur, at politikarar heldur hava havt hug at fyrihildið seg til einstaklingar, enn til felagskapir.
- Ikki fyrr enn nú, nú er broyting komin í. Í nevndini, ið ger tilmælini um heiðursgávu, sita 4 fólk úr LISA og ein úr landsstýrinum, og tað er farmstig, heldur Guðrið.
- Við bygnaðarbroytingunum hava vit fingið eitt stýrið, mentamálastýrið, ið vit kunnu venda okkum til. Vit í Føroysk Myndlistafólk hava havt fund við stýrið um hvørji ynski vit hava, og tað er heilt nýtt, at tað ber til, sigur Guðrið.
- Skal ein hugsa um, hvat kundi verið betri, nú ein mentanar politikkur skal orðast, so haldi eg, at ein eigur at góðtaka, at fólk eru skipaði í felagskapir og samskiftir við tey sum ein hóp. LISA hevur ant í nógvar ár við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Nú er søkt um at fáa játtaðan ein løntan skrivara, so tað verður spennandi at vita, hvussu verður við tí, heldur Guðrið.
Hon heldur, at LISA frá býráðnum hevur fingið góðar sømdir við at sleppa at halda til í Pæturssarstovu.
At heiðurgávurnar nú eru komnar metir Guðrið sum sera positivt tekin.
Regin Dahl og Janus Kamban eru heiraðir við sømdargávum.
- Ein kann sjálvsagt spyrja, hvat gamlir menn skulu nýta peningin til, men t.d. Janus Kamban hevur gjørt eitt øgiliga stórt arbeiði. Hann var Listaskálin í sínari tíð. Ein hugsar ofta ikki um tað, ið er í dag og arbeiðið aftanfyri, men tað eru einstaklingar, sum sjálvbodnir hava nýtt sítt l´v til tað, sigur Guðrið Poulsen, sum eisini nevnir Grímu, har fólk í 20 ár hava satsað sera nógv, hava livað eitt ótrygt lív uttan fasta inntøku.
- Tá Norðurlandahúsið kom, so var tað sum um tað bleiv sagt, at nú hava vit alt. Politikararnir løgdu seg eitt sindur afturá. Føroyska listin skal jú bert fylla ein part í húsinum. Tí er tað so fantastiskt, at Listaskálin nú veruliga virkar og Gríma hevur fingið sítt Meiarí. Nú kunnu vit koma sum meira javnir partar til Norðurlandahúsið, sigur Guðrið, sum eisini sigur, at meiningin við húsinum jú heldur ikki er, at har skal t.d. venjast leikur, men framførast.
- Leikarar eru slopnir framat at arbeiða, tá sýning skal vera. Tí er óivað eisini hugaligari hjá Norðurlandahúsinum nú at samstarva við listafólk.
Hon sigur, at í løtuni sær alt sera positivt út, soleiðis, sum gongdin er í løtuni.
Sum dømi um positivu gongdina, mótvegis øðrum tyngjandi løtum, hevur Guðrið okkurt ítøkiligt at vísa á.
- Vit hava onkutíð verið skuffað av politikarum. T. d. mistu vit okkara lim í Mentanargrunninum einaferð, men kundu hava viðmælandi lim, tí alt skuldi verða politiskt. Hetta var eitt tekin frá politikarunum. Tí er tað eitt so stórt lop tann rætta vegin, at vit nú fáa 4 limir í nevndina, ið viðmælir heiðursgavur, sigur ein glað Guðrið Poulsen.
Eingin nevndi mentan
Guðrið heldur tað vera sera løgið, at til seinasta løgtingsval var tað eingin, ið stillaði upp, og hevði mentan sum høvuðsmál. Hon hevði sett sær fyri at velja ein, ið hon helt umboðaði hennara øki, men eingin var.
- Eingin hevur funnið útav, at ein kanska kann vinna politiskt uppá mentan. Mentan verður bert mett sum útreiðsla, heldur Guðrið, ið er samd við Astrid Luihn, ið helt, at aftan á fiskin og eplini, mátti okkurt annað koma.
- Øll tosa um tað sama undan vali, eingin torir at siga, at viðkomandi ætlar at berjast fyri onkrum øðrum. Fyri nøkrum árum síðani segði ein bankastjóri, at føroyska samfelagið byggir á 4 súlur; fiskur, fiskur , fiskur og fiskur!, sigur Guðrið, ið viðgongur, at hetta er stórur partur, men eftir hetta gjørdi hon av, at hon skuldi eisini arbeiða við fiski og fór so undir at gera keramikkfiskar.
Gestirnir skulu
uppliva mentan
Men Guðrið undrast á, at tá so gestir koma hendavegin, tá eru vit stolt av okkara mentan og vilja vísa fram. Sjálvsagt skulu teir síggja eina havn ella eit skip, men teir mugu eisini fáa føroyska dansin og t.d. Listaskálan.
- Tá eru vit glað fyri tað, ið vit eiga at bjóða, sigur Guðrið, ið heldur, at aftur her gloyma vit sjálvbodna arbeiðið, sum liggur aftanfyri og vit taka alt fyri givið, men tað gongur ikki longur, soleiðis sum samfelagið hevur ment seg.
- Men gamalt og nýtt skal ganga hond í hond. tað er undrunarvert, at t.d. somu menn, sum fara út í stakkin, eru teir somu, sum seta seg í stóru nýmótans bilarnar. Hetta er nakað heilt sermerkt í Føroyum, at hetta er júst somu fólk, ið talan er um. Gamalt og nýtt livir lið um lið, sigur Guðrið.
- Fólk unnantífrá leggur slíkt til merkis, at her er nakað ektað. T. d. er her í Kaldbak ein dansiringur, har heilt ung eru við. Vit eiga at varðveita, men samstundis hjúkla um tað nýggja, sigur Guðrið, ið heldur, at hetta er at keypa partabrøv í framtíðina.
Her metir hon, at tað t.d. er umráðandi at stuðla fólki, ið royna seg fram, ið arbeiða við onkrum, ið fólk kanska ikki skilja. At stuðla fólki, áðrenn tey etablera seg.
Hon nevnir her Ingálv av Reyni, sum í dag verður mettur millum fremstu listafólk í Norðurlondum, og ofta verður sagt um hann, at hann er tann í huganum yngsti og mest søkjandi av øllum. Og so hevur hann eisini valt at búgva í Føroyum.
Pengar
Ein trupulleiki í øllum práti og kjaki er kanska, at vit eru ov lítið ítøkilig, heldur Guðrið.
- Vit vilja hava betri umstøður, men hvat vilja vit í veruleikanum hava. T.d. haldi eg, at tað er umráðandi at hava stuðulsmøguleikr, so fólk kann søkja um stuðul til ferðir og stuðul at arbeiða við onkrum í longri tíð. Myndlistafólk kunnu sleja myndir, men hjá t.d. rithøvundum er lítil inntøka, so har er umráðandi við møguleikum, um vit skulu hava føroyskar bøkur, heldur Guðrið, ið viðgongur, at onkur hevur fingið pening úr Danmark, men at vit áttu at fingið hetta á pláss sjálvi, ikki minst í hesum fullveldistíðum, smílst Guðrið.
Hon metir, at ein skjótt hevði fingið hetta inn aftur í dygd.
Hon tekur sum dømi, at neyðugt er at nýta okkara listafólk, t.d. útvarp og sjónvarp. At upprunatilfar varð gjørt og at leikarar blíva nýttir til framførslurnar t.d. upplestur. Og so skuldu hesi fingið veruliga løn fyri hetta.
- T.d. er Kardemummebýurin endursendur ferð eftir ferð, men hann varð gjørdur í 1960. Heta er ein sera góður leikur. Tá var tað Eyðun Johannsen og har eru leikarar og føroyskur tónleikur. Ber tað veruliga ikki til at gera ein líka góðan í dag? spyr Guðrið.
Og aftur her kemur Guðrið inn á, at kansk hevur eingin tá fingið nakað fyri tað, men soleiðis er ikki í dag. Og í dag hava fólk eisini útbúgvið seg og gera eitt arbeiði, sum tey eiga løn fyri. Og t.d. verða leikarar nýttir at lesa upp í barnasendingum í sjónvarpinum, og hetta heldur Guðrið er rætti vegurin at ganga.
- Ein hugburðsbroyting krevst, og at politikarar og myndugleikar hugsa soleiðis, sigur Guðrið.
Skúlaverkið
Guðrið er spent uppá mentanar politikkin í komandi tíðum, nú orð skulu setast á.
- Vóni, at ein eisini hugsar um skúlaverkið. Tað gerst alt vanligari, at ein leggur dent á kreativ evni, eisini tá søkt verður eftir fólki, verður dentur lagdur á hetta. Líka nógv, sum pappírini. Eg vóni, at størri álvara verður lagt í at styrkja tey kreativu fakini, tí eg hugsi mær, at tað eru krøvini til næsta ártúsund, sigur Guðrið, ið heldur, at í framtíðini verður brúk fyri, at ein hevur abstraktan hugsunarhátt.
- Men broyting er komin í og vónandi hava vit vaknar politikarar framyvir. Fólk, ið eru eitt sindur frammanfyri, sigur Guðrið Poulsen.
Íkast til orðaskiftið um mentapolitikk
Hetta er fjórða samrøðan í eini greinarøð um ein føroyskan mentapolitikk, ið landsstýrið í samgonguskjalinum hevur sett út í kortið skal orðast við støði í mentunarálitinum frá 1996, Avmarkaður marknaður. Vit fara í samrøðum og greinum at geva eitt íkast til orðaskiftið um ein framtíðar mentapolitikk. Komandi leygardag verður samrøða við Jan Kløvstad, stjóra í Mentanarhúsinum Katuaq