Landsliðsspælararnir eru í verri venjingarstøðu enn hinir

Fótbóltur: Venjarin hjá HB, Ion Geolgau, er vónsvikin, tí nógv bendir á, at landsliðsspælararnir fingu alt ov lítið burturúr venjingarleguni í Spania herfyri. ? Teir spældu tríggjar dystir, men eftir hvat eg havi hoyrt, var venjingin millum dystirnar alt ov »løtt«, sigur HB-venjarin

Hetta er tíðin, tá fótbóltsliðini kring landið av fullum kreftum venja fram ímóti at koma í so góða venjingarstøðu sum gjørligt, áðrenn kappingin byrjar. Fyrstu tíðina eftir at venjingin er byrjað, snýr tað seg mest um konditiónsvenjing, fyri at spælararnir skulu heinta tað innaftur, teir hava mist um veturin.

Eitt av liðunum, ið venjir harðast í løtuni, eru føroyameistararnir úr HB. Góð venjingarstøða frá byrjan til enda av kappingini í fjør var ein av høvuðsorsøkunum til føroyameistaraheitið, eins og tað fyrr eisini hevur verið hjá bæði GÍ og B36.

HB hevur fleiri landsliðsspælarar við í hópinum, og HB var eisini væl umboðað á venjingarleguni hjá landsliðnum í Spania herfyri. Hetta skuldi verið eitt frálíkt høvi hjá spælarunum at komið í enn betri venjingarstøðu, men HB-venjarin Ion Geolgau er eitt sindur vónsvikin av tí, hann hevur frætt um venjingarleguna.

? Onkrir av spælarunum hava sagt mær, at teir hildu venjingarleguna vera »ov lætta« ? venjingin var ikki nóg hørð, sigur Ion Geolgau við ítróttarsosialin.

? Teir spældu tríggjar dystir á venjingarleguni, og tað er gott, tí so fáa spælararnir eitt sindur av dystarvenjing eisini, men eftir hvat eg havi hoyrt, høvdu spælararnir tað sera lætt millum dystirnar, sigur HB-venjarin.

Hann sigur, at hetta er sera keðiligt fyri HB.

? Vit vóru mitt í einum longri programmi, tá fýra av spælarunum hjá okkum fóru til Spania. Eg dugi enn ikki rættiliga at siga, hvussu langt landsliðsspælararnir hjá okkum eru aftanfyri hinar í venjingini, men eg rokni við, at tað kann takast inn aftur upp á nakrar fáar dagar, sigur Ion Geolgau.

HB hevði fýra spælarar ? Allan Mørkøre, Hans Fróða Hansen, Johannes Joensen og Jákup Eli Olsen ? við á venjingarleguni hjá landsliðnum í Spania.


Mugu helst

venja eyka

? Hesa tíðina á árinum er tað gott hjá spælarunum at spæla so nógvar dystir sum gjørligt, og teir spældu tríggjar á venjingarleguni. Men eingin av okkara spælarum spældu tríggjar heilar dystir niðri í Spania, og eitt nú Jákup Eli Olsen spældi ikki meir enn góðar 100 minuttir tilsamans á leguni, sigur rumenski venjarin hjá HB.

? Eg eri eitt sindur vónsvikin av hesum, og hesir spælararnir noyðast helst at venja eitt sindur eyka fyri at taka hinar aftur í venjingini, sigur hann.

Eins og hjá øllum hinum feløgunum hevur óvanliga langa kavaveðri hesa tíðina á árinum órógvað venjingina nakað, og tað er eitt sindur trupult at fáa venjingardystir í lag. Ætlanin er, at HB skal spæla ein venjingardyst móti FS Vágum í annaðkvøld og tveir dystir afturat komandi vikuskifti, so spælararnir eisini fáa nakað av dystarvenjing, áðrenn bólkaspælið í steypakappingini byrjar 28. mars. Her er HB í bólki 1 saman við GÍ, ÍF og einum liði afturat, sum ikki er funnið enn, men tað verður antin B71, Royn ella Skála.


Kennast betur

HB fekk sera góð úrslit í fjør, ikki bert í 1. deild hjá monnum, men eisini í yngri deildunum, har felagið hevði sítt besta ár nakrantíð. Men hóast ungdómsarbeiðið hevur stóran týdning, er tað fyrst og fremst 1. lið hjá monnum, sum myndar felagið úteftir, og í hesum tíðum hevur tað eisini sera stóran fíggjarligan týdning, hvussu 1. deildarliðið í mansdeildini klárar seg.

HB bleiv føroyameistari hjá monnum fyri fyrstu ferð síðani 1990 og vann eisini løgmanssteypið til ognar. Ion Geolgau roknar við, at kappingin í ár verður harðari enn í fjør, ja helst tann harðasta kappingin nakrantíð í føroysku fótbóltssøguni.

? Tað verður størri kapping, og øll tey ovastu liðini eru blivin betri. Saman við okkum rokni eg við, at KÍ, GÍ, B36 og B68 fara at mynda kappingina í ár, heldur HB-venjarin, sum vegna sítt lið hevur góðar vónir.

? Vit fara sjálvandi eftir meistaraheitinum aftur, og fyri okkum ræður tað um at fáa tað besta burturúr tí, vit hava. Vit kennast betur enn í fjør, og spælararnir eru sum heild teir somu, sigur hann.

Tá vit spyrja hann, hvat á liðnum kann blíva betri enn í fjør, svarar venjarin, at álopið kann fáa meira burturúr.

? Um álopið verður betri, verður alt betri. Í fjør skutu vit 57 mál, meðan 18 mál fóru inn hjá verjuni. Vónandi klára vit at skjóta fleiri mál í ár, samstundis sum vit lata færri fara inn í hinum endanum, sigur Ion Geolgau at enda.