Neyvan nakrantíð áður hevur so stórur áhugi verið fyri einari barnakonsert í Føroyum, sum tað var til konsertina hjá Dr. Bombay í Runavík leygardagin. Tey gott 2.000 atgongumerkini til barnakonsertina vóru skjótt útseld, og haraftrat vóru út við 1.000 atgongumerkir seld til tað seinna tiltakið, sum var fyri teimum eitt sindur eldri.
Spent børn
Hvussu ung, tey yngstu børnini, sum vóru til barnakonsertina, vóru, er ilt at siga, men onkur var so, sum nýligani var fyltur tvey ár, og tað var týðuligt, at hesi smáu vóru øgiliga spent til at síggja tann kenda doktarin, sum syngur um rís og karry, umframt hýruvognsføraran í Calcutta.
Tiltakið fekk kanska eitt sindur keðiliga byrjan fyri tey mongu børnini, tí tey vóru noydd til at standa og bíða eina góða løtu úti í kuldanum, áðrenn tey sluppu innar í tað eitt sindur fjálgari hølllina. Barnakonsertin var sett at byrja klokkan seks, men klokkan var farin væl av seks, áðrenn dyrnar lótu upp. Børnini vóru, sum børn oftani eru, ógvuliga ótolin, og tá ið tey so vóru komin innar, noyddust tey aftur at bíða eina løtu, áðrenn doktarin og fylgissveinar hansara trinu inn á pallin.
Børnini køvdu doktaran
Rópini vóru øgilig, tá ið doktarin byrjaði at syngja. Tá sangurin um ?Rice and curry? stóð á skránni, sungu børnini so hart við, at trupult var at hoyra sjálvan Dr. Bombay, tí at hann var køvdur av teimum mongu geylandi børnunum.
2.000 fólk er ein øgilig rúgva at hava inni í eini ítróttarhøll, og øll tey mongu børnini vildu sjálvsagt sleppa so nær pallinum sum gjørligt fyri at síggja Dr. Bombay. Hetta gjørdi, at nógv av teimum, sum stóðu heilt frammi við pallin, blivu eitt sindur kroyst, og tískil vóru tað heilt nógv børn, sum máttu togast úr rúgvuni og takast aftur um pallin at koma fyri seg. Hetta var tó ikki so álvarsligt, sum tað kanska sá út til, tí fyri tað mesta var tað bangilsi, ið gjørdi, at børnini vildu sleppa úr rúgvuni.
Sum sagt, var øgiliga gott lív í áskoðarafjøldini, men tað var bara alt ov stutt, at børnini sluppu at hugna sær saman við Dr. Bombay, tí tá ið eini trý korter vóru farin, takkaði doktarin fyri seg og legði leiðina inn á eina matstovu í Eysturoynni at fáa sær ein góðan bita áðrenn seinnu framførsluna.
Tey eldru
bíðaðu eisini
Klokkan ellivu leygarkvøldið lótu dyrnar upp til seinnu framførsluna hjá Dr. Bombay, og til hesa framførsluna var áskoðarafjøldin eitt sindur eldri.
Nógv fólk var í høllini beinan vegin, og ein av orsøkum til hetta var óivað tað, at Pride hevði siglt av Havnini klokkan tíggju beina kós inn á Runavík við umleið hálvtannaðhundrað ungdómum, ið skuldu á konsert.
Eins og hjá børnunum, so noyddust tey eldru eisini at bíða eina góða løtu, áðrenn doktarin kom á pallin. Klokkan var nærum hálvgum tvey, tá ið hann byrjaði framførslu sína, og hon mundi verða umleið eitt korter yvir tvey, tá ið hann fór av pallinum fyri seinastu ferð.
Síðani helt diskotekið fram í ein góðan tíma aftrat, áðrenn ljósið bleiv tendrað, og teir mongu áhoyrararnir smoygdu sær út í ta køldu vetrarnáttina í Runavík.
Playback er keðiligt
Skal ein døma um konsertirnar hjá Dr. Bombay, kann man í stuttum siga, at hann var væl dámdur av áhoyrarunum, men tað hevði hóskað seg betur, um hann var eitt sindur longri á pallinum. Hví hann einans var á palli í eini trý korter, er ilt at meta um, men ein orsøk kann verða, at úrvalið av løgum, ið hann hevur at framføra, ikki er longur enn til tað sama.
Tað er somuleiðis keðiligt, at tá ið ein slíkt kent útlendskt navn leitar sær hendan vegin, at viðkomandi so bara stillar seg á ein pall, og onkur annar trýstir á ein knøtt, so at musikkurin fer í gongd. Tað einasta, sum Dr. Bombay gjørdi inni í Runavík, var at syngja inn í eina tráðleysa mikrofon, um hann yvirhøvur gjørdi tað. Tónleikurin var allur playback
Hinvegin kann sigast, at framførslan hjá Dr. Bombay, teimum báðum dansigentunum, sum hann hevði við sær, og sum hóvaði ungu mannfólkunum sera væl, var góð, og tað var allatíðina full ferð á.
Somuleiðis var kostnaðurin á atgongumerkjunum til konsertirnar ikki so yvirhonds stórur, sum tað mangan hevur verið áður her á landi, tí tað skal havast í huga, at Dr. Bombay er eitt stórt navn í stórum partum av Europa í løtuni, og tí er tað forkunnugt hjá okkum at fáa hann hagar til okkara.