Ein tann mest spennandi bólkurin, ið luttók á Prix Føroyar kappingini í Klakssvík seinasta leygarkvøld, var bólkurin Tangz. Hesin er mannaður við ungum tónleikarum, ið hava ætlanir um at royna seg sum gøtutónleikarar úti í heimi. Vit hava gjørt eitt prát við sangaran, Rók Jakobsen.
Fóru við fyri at fáa gongd á
Hvør er søgan aftanfyri tónleikabólkin Tangz?
Søgan aftanfyri Tangz er, at nakrir vinmenn, ið altíð hava fingist við tónleik og somuleiðis hava verið við í ymiskum orkestrum, hava sligið seg saman til hetta orkestrið. Nakrir av okkum hava spælt í Lokum og nakrir í Deep End. Orsøkin til, at Deep End gavst at spæla var, at fleiri av tónleikarunum fluttu til Danmarkar. Vit hava síðani sligið hesar báðar bólkarnar saman til bólkin Tangz.
Hví hava tit valt at luttaka í Prix Føroyar kappingini?
Tað er ikki tí, at vit vilja bergtaka heimin. Tað er heldur fyri at verða hoyrdir, so vit kunnu fáa fótafesti í føroyska tónleikaheiminum. Viðmerkjast skal í hesum sambandi, at bólkurin er ikki stovanaður til at luttaka í Prix Føroyar kappingini. Vit høvdu leingi havt ætlanir um at stovna ein bólk og at skriva tekstir og løg. Tá so høvi beyðst at luttaka í Prix Føroyar , valdu vit at fara við, fyri at fáa gongd á.
Spæla torgreinaðan tónleik
Hava tit ein ávísan stíl, tit leggja tykkum eftir at spæla?
Vit spæla tað, vit spæla, men íblásturin er heilt víst, rokkur, poppur og jazzur. Serliga kemur íblásturin frá nútímans rokki.
Er tykkara tónleikur nakað, ið ungdóminum dámar serliga væl?
Tað sær tað út til. Av tí at tónleikurin er so harður, at ungdóminum dámar væl at hoppa til okkara tónleik, halda vit tað. Men okkum dámar tó best at spæla fyri eini sitandi áskoðarafjøld, ið situr og lurtar eftir tónleikinum, vit borreiða við. Hetta halda vit vera tað besta, tí tá fær ein tað rætta aftursvarið frá áskoðarunum.
Vit leggja okkum eftir at spæla torgreinaðan tónleik, ið ikki altíð bert kan dansast til. Tað er hetta, ið ger, at okkum dámar best at spæla fyri einari sitandi áskoðarafjøld.
Hvør ger løg og tekstir í bólkinum?
Hetta er nakað, ið vit allir eru um. Tað plagar at vera so, at onkur fær at hugskot, og so verður arbeitt í felag at menna hugskotið. Eg sjálvur plagdi tó ikki at koma uppí, fyrr enn lagið er skrivað. Tá leggi eg sang og tekst til.
Royna seg sum gøtutónleikarar
Hvørjar framtíðarætlanir hava tit?
Vit hava villar framtíðarætlanir. Vit ætla okkum uttanlands at fjakka við ljóðførunum. Ætlanin er nevniliga at royna at liva sum gøtutónleikarar úti í tí stóra heimi eina tíð. Hetta er tó ikki nakað, vit heilt vist hava avgørt enn. Talan er í løtuni meira um leyst tos. Tó vænti eg, at vit fara avstað. Teir flestu av okkum verða lidnir við studentaskúlan í summar, og síðani er ætlanin at fara at vinna eitt sindur av peningi, áðrenn vit fara avstað.
Hvar hava tit hugsað um at fara?
Nakrir av okkum droyma um at fara til Írlands, aðrir hava hug at ferðast gjøgnum Europa, men eg sjálvur kundi hugsað mær at sloppið til Suðurfraklands. Til dømis Nice og har á leið, har kaffistovumentan finnist.
Hvønn tónleik hava tit so ætlanir um at spæla fyri fólki úti í heimi?
Tað er alt avgerandi, hvar ein spælir. Ein kann til dømis ikki spæla tað sama úti á gøtuni ella í einari kaffistovu, sum vit spæla til konsertir. Hetta er jú konserttónleikur, og hóskar hesin ikki at verða spældur á slíkum støðum. Men eingin trupulleiki er at finna tilfar. Vit hava allir kenst síðani vit vóru smádreingir, og hava vit somuleiðis eisini allir fingist við tónleik alla hesa tíðina, so tilfari hava vit nóg mikið av. Vit hava dansiskrá, kaffistovuskrá og konsertská klára, so hetta gerst eingin trupulleiki.
Eg segði fyri løtu síðani, at okkum dámar væl at spæla torgreinaðan tónleik. Men, um farið verður út á gøturnar og í kaffistovur at spæla, verður heilt vist talan um lættari tónleik.
Nøgdir, um teir spæla væl
Ætla tit tykkum at vinna Prix Føroyar kappingina?
Sjálvandi stremba øll eftir gullinum, men eg haldi, at vit longu eru komnir longri enn vit høvdu vónir um. So vit eru glaðir fyri at vera komnir so langt. Um vit spæla væl til finaluna og vit eru nøgdir við tað, ið vit spæla, so kann tað vera líkamikið, um vit vinna ella tapa.
Vildi verið við í báðum
Tú luttekur eisini í Diatribes, og hesin bólkurin er eisini komin við í finaluna. Gevst tú nú í Diatribes ella hvussu?
Nógvur slatur hevur verið millum fólk um, at eg gevist í Diatribes. Men hesum kann eg í veruleikanum ikki svara enn. Eg vil fegin spæla saman við teimum eisini, men eg dugi væl at síggja, at hetta verður ein trupulleiki til finaluna. Vit hava einki avgjørt enn, men meiningin er at tosa saman og finna eina góða loysn á hesum.
Tað kann væl gerast trupult, um eg skal upptraðka beint eftir meg sjálvan til finaluna. Hetta fer ikki at bera til, tí ein roynir jú at geva seg sjálvan meira enn 100 % til eina finaluframførslu.
Prix Føroyar mennir tónleikin
Rókur Jakobsen heldur, at Prix Føroyar kappingin er serstakliga góð fyri føroyska tónleikalívið. Hann sigur, at tiltakið hevur ment støðið í føroyska tónleikalívinum, og heldur hann, at støði aldri hevur verið so høgt sum nú.
Hann heldur, at Prix Føroyar ger, at kjallarabólkarnir seta seg niður at gera góðar tekstir og góð løg, so teir gerast meir enn bert vanligir kjallarabólkar.
Kundi hugsað sær betri umstøður
Rókur Jakobsen sigur, at hann kundi hugsað sær, at umstøðurnar vóru betri at spæla í Føroyum. Hann sigur, at sum nú er, so er tað bert Norðurlandahúsið, ið er heilt væl egnað at spæla í. Hann sigur, at øll hini støðini verður bert spælt fyri fullum fólki, og heldur hann, at føroyskt tónleikalív hevur uppiborið meira enn so.
Hann kundi tí hugsað sær, at t.d. nýggja hølið hjá sjónleikarafelagnum í margarinfabrikkini varð nýtt til veruligar konsertir av og á. Rókur Jakobsen sigur, at tað sjálvandi er stuttligt at spæla á Café Natúr og í ítróttarhallunum, men hann heldur, at tað er meira vert at venja til eina veruliga konsert, har fólk veruliga eru komin at lurta.