Neistin-VB 27-24 (12-15)
VB úr Vági var í høvuðsstaðnum um vikuskiftið, og hóast VB-kvinnurnar bæði leygardagin og sunnudagin vóru á odda í hálvleikinum, eydnaðist tað teimum hvørga ferðina at halda leiðsluna.
Tað var ikki nógv fólk og hugdi leygardagin, tá Neistin og VB spældu, og í fyrra hálvleiki var heldur ikki so nógv at síggja. Størsti dramatikkurin var uttanfyri vøllin, har venjararnir høvdu ringt við at halda sær. Fyrst fekk venjarin hjá Neistanum gula kortið, og stutt seinni var tað starvsfelagin í VB, sum fekk eina ávaring. Og nakað seinni sá Neistavenjarin so reyða kortið.
Hetta tyktist at órógva Neistaliðið eitt sindur. Liðini høvdu fylgst allan vegin uppeftir, men seinastu fimm minuttirnar av hálvleikinum fór VB frá 11-12 upp á 15-12.
Christina Holm og serliga Sólrun Krosslá áttu ein stóran leiklut í VB-leiðsluni, og allan seinna hálvleik varð Sólrun mansvard av Káru á Dunga. Hetta hóvaði als ikki VB-kvinnunum, sum trivust illa í offensivu Neistaverjuni. Sum oftast endaðu VB-álopini við, at miðspælarin stóð púra einsamallur inni í Neistaverjuni uttan møguleika fyri hvørki at skjóta ella spæla bóltin víðari við tí úrsliti, at bólturin varð mistur.
Tað var krás fyri skjótálopini hjá Neistanum, og eftirsum VB gjørdi lítið og einki fyri at fáa sín lyklaspælara við í dystin aftur (ein screening, sum eisini endaði við máli í hinari síðuni, var einasta royndin), fekk Neistin yvirvág. Fyri hvørt mál VB skeyt, skeyt Neistin tvey, og frá 14-17 broyttist støðan til 19-19. Tá Katrin á Neystabø skoraði til 21-20, tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki, var Neistin á odda aftur fyri fyrstu ferð í út við ein hálvan tíma, og VB kom ongantíð framum aftur.
Tær javnaðu út aftur til bæði 21-21, 22-22 og 23-23, men móti endanum gekk orkan undan, og Neistin streyk avstað og vann at enda 27-24. Harvið helt Neistin lív í lítlu FM-vónini, meðan VB mátti bíða ein dag eftir at fáa ein nýggjan møguleika móti Kyndli.