royndi aftur fýra ár seinni, og tað gekk betur. Hann var valdur á ting fyri Sambandsflokkin, og tá ið løgtingsval var aftur í 2004, fekk hann eitt sera gott val, kom í tingið og endaði seinni sum landsstýrismaður [...] politikki og samfelagsligum viðurskiftum sum heild, og tað fekk meg at stilla upp. Eg gjørdi ikki nakað serligt fyri at fáa undirtøku, men kanska var tað viðvirkandi, at eg hevði verið virkin í felags- og ít [...] øllum politikarum, og eg havi ráðført meg við politikarar úr ymsum flokkum. Hvat er prísurin fyri at verða landsstýrismaður? - Arbeiðstrýstið er sera stórt, og tú hevur ongantíð – og tá meini eg ongantíð
ættarnavn hansara við politikk, og tað er ein sannroynd, at bæði abbi hansara og pápi hansara hava tikist við politikk. Tí eru hann og brøður hansara vaksnir upp við politikki, og á ein hátt kann sigast, at [...] Málið um Hvítubók og ríkisrættarligu broytingarnar er so sera stórt og umfatandi. Har skulu nógvar og stórar avgerðir takast í komandi tíðum. Síðani er tað fíggjarlógin, sum skal viðgerast, og hon er ikki minni [...] hjarta, og tað kann bara vera ein fyrimunur í tí politiska arbeiðinum, sigur Bergur Fryntlig og fyrikomandi Annars letur Bergur sera væl at móttøkuni hann fekk í tinginum. ? Øll hava verið blíð og fyrikomandi
eitt ár síðani, at fiskifrøðingar og búskaparfrøðingar aftur fóru at blása í ávaringarlúðrarnar um gongdina í føroyska samfelagnum. Og síðani eru lúðraljóðini bara harðnað og harðnað. Ein av teimum, sum av [...] beinanvegin. ? Gongdin í samfelagnum og gongdin í fiskiskapinum hanga neyvt saman. ? Og skulu vit altíð fiska tað, vit kunnu, slepst ikki undan ógvuliga ójøvnum fiskiskapi. Og tað slepst heldur ikki undan, at [...] nar av tí og seta pengar av tey góðu árini. ? Men teir gera hvørki. ? Fiskiskapurin verður ikki stýrdur og hvørt oyra verður brúkt, tí vit hugsa ikki ein dag fram í tíðina. ? Tann politikkur, sum verður
sangi, og sungið saman við einum lagi, so verður man ikki meldaður til politiið. Tað mundu vera tey flestu sum smíltust og ristu við høvdinum, tá tey hoyrdu, hvør hevði meldað prestin í Hvalvík... »Og tað [...] kann ongin melda meg, tað er ongin ivi! Tá ið so ein prestur skrivar eina grein, har hann rósar løgtinginum fyri at siga nei til at broyta revsulógina, og einastanist í grein síni sigur, at eftir hansara fatan [...] føroyska fólkaskúlanum, og kann hetta als ikki góðtakast. Hetta eru jú trúgvandi/kristin fólk. Skulu vit so ikki eisini hava eina grundlógarbroyting, sum verjir brøðrasamkomuna? Og sum eg havi skrivað fyrr
fyri ein og ein fyri øll, men tað er danska ríkið, sum rindar fyri hesa verjuna. Málið hjá natolondunum er, at tey skulu rinda tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni um árið til trygd og verju, og tað merkir [...] at seta upp í Føroyum. Og hann heldur, at tað kemur okkum í ringt orð, at vit liggja og bøla á málinum, uttan at taka nakra avgerð. – Nato hevur gjørt eina radioskipan úr norði og heilt suður í Atlantshav [...] partapolitiskum stríði ímillum loysing og samband, ístaðin fyri at lata tað vera ein spurning um tað, sum tað í roynd og veru snýr seg um, nevniliga ein spurning um verju og trygd. – Vit skulu skunda okkum at
tær olju- og gasskeldur, vit hava í dag og tíansheldur leita eftir nýggjum keldum. Hon vísir eisini á, at Føroyar hava eisini samtykt ein veðurlagspolitikk, sum partvís byggir á Parísavtaluna og tað merkir [...] olju í Føroyum, tí tað besta, vit kunnu gera fyri umhvørvið, er at lata oljuna liggja í undirgrundini. Og nú í vikuni var spurningurin aftur reistur á Føroya Løgtingi. Tað var Hervør Pálsdóttir, tingkvinna [...] meginlandið. Men tekur ein oljuvinna seg upp, fáa vit stórar inntøkur, sum kunnu brúkast tilvælferð - og er tað nakað, vit hava brúk fyri, er tað eini burðardyggari oljuvinnu, sigur løgmaður. Hann sær onga
vera, táið mikið starv og stríð hevur flutt teg fram á næsta løðarsteinin í lívinum. Ment og gjørt teg ferðabúnan til næsta leikin í talvinum. Og nú velst alt um kærleika, trúgv og vón. Hornasteinarnar. [...] liggja lamin av hesum og av ongari vinnupolitiskari stýring. Afrika, Latínamerika og allur hin gamli eysturblokkurin. Tilfeingið, útbúgving og vælferð. Hesi orðini hanga neyvt saman. Og søgan vísir okkum, [...] lurtar eftir og tosar við vanlig menniskju, hoyrir tú tjóðarinnar hjartabankan og puls." Og nú er Atli eisini farin. Stórsta politiska natúrtalentið í Føroyum í nýggjari tíð. Vitugur, bræsin og arbeiðssamur
menniskjans krav og menniskjans ábyrgd eitt nattúrligt væl virkandi lið, sum ger daglidagin hjá okkum øllum skilabetri, lættari og stuttligari. Flokkurin hevur politik mál, politisk hugskot og politiskar vónir [...] politiskar røtur og politiskan vilja, sum vil hava tað tað góða samfelagið aftur á dagsskránna. Ein samgonga við einum góðum stevi, góðum arbeiðsanda, góðum tonkum til bæði smá og stór, veik og frísk er alneyðug [...] leitaðu hetta land upp fyri at sláa røtur. Ì rótunum býr alt handaligt og andaligt, ið er nælt av og á føroyskari jørð. Eisini eru har lógir og siðir, sum gera, at vit liva væl í landinum. Tá nakað manglar í
kor og umstøður. T.d. var tað nú um stundir hugaligt og gevandi at verða mint á lagnu Jobs. Væl skrivað og lagt til rættis, og vit kendu orðini í halgubók ljóða sum bergmál í okkara egnu tilveru og sálardýpi [...] innan skaldskap og tónasmíð, og júst hetta er av týdningi, at vit ikki steðga upp men geva rúm fyri tí, ið hevur varandi virði nú og í komandi tíðum. »Sálmar og sangir« verður send mánakvøld og endursend s [...] lesa úr skriftini og bera hvørjum øðrum eitt orð um Kristus. Og so teir slitsterku sálmarnir við sínum ríka innihaldi, sum gjørdust fólkaogn í sínum ymiska skapi og sniði alt eftir árstíð og kirkjuári. Útvarpið
ppingini. Veðrið er so fagurt sum sjáldan, og hvat úrslitunum viðvíkur gongur tað ikki altíð, sum prestur prædikar. Mikukvøldið verður 9. umfar á skránni, og so verður farið undir nýtt umfar, har tað hjá [...] seinast. Óstøðugt Gongdin higartil hevur verið rættiliga nógv upp og niður. Hjá summum hava leikligu avrikini verið góð og úrtøkan minni góð, og hjá øðrum hevur tað ikki gingið so væl at fáa glið á spælið, [...] verjuni. Men hóast tað er stutt frá KÍ og Víkingi og niður á botn, so er fjarstøðan fram til fjórða plássið bara tvey stig! Ein av kappingarneytunum hjá Víkingi og KÍ er NSÍ, sum mikukvøldið fer at vitja