Tað gongur nógv upp og niður

Hjá summum hevur spælið verið gott og úrtøkan lítil, og hjá øðrum hevur úrtøkan verið góð, hóast avrikini ikki hava verið so sannførandi

Fótbóltur

 

Tað er í hesum døgum hugaligt at fylgja við fótbóltskappingini. Veðrið er so fagurt sum sjáldan, og hvat úrslitunum viðvíkur gongur tað ikki altíð, sum prestur prædikar.

Mikukvøldið verður 9. umfar á skránni, og so verður farið undir nýtt umfar, har tað hjá liðunum fer at bera til at siga takk fyri seinast.

 

Óstøðugt

Gongdin higartil hevur verið rættiliga nógv upp og niður. Hjá summum hava leikligu avrikini verið góð og úrtøkan minni góð, og hjá øðrum hevur tað ikki gingið so væl at fáa glið á spælið, men kortini hevur úrtøkan ikki verið so galin.

Millum tey, sum tað hevur verið undirhaldandi at hyggja at, hevur verið ÍF. Hjá fuglfirðingum hevur úrtøkan ikki staðið mát við avrikini. Hesa ferð hekk tað ikki væl saman hjá ÍF, sum rudduliga tapti ímóti B68. Mikukvøldið skal ÌF í Gundadal at hitta HB, sum leikliga tykist vera um at koma seg eftir vánaligt tíðarskeið, men sum ikki megnar at finna vegin til meskarnar nóg ofta. Bæði fyri HB og ÍF verður talan um sera týdningarmikla uppgerð.

Við sigrinum í Fuglafirði hava uppflytararnir av Toftum fimm tær seinastu ferðirnar vunnið úrtøku. Á støðutalvuni eru B68 og NSÍ lið um lið. Tað er heilt øðrvísi, enn tey flestu mundu rokna við undan kappingarbyrjan.

Í Fuglafirði varð enn eina ferð staðfest, at senegalesisku B68 spælararnir eru sonn plettskot. Toftamenn mugu bera skjótt at og tryggja sær undirskriftirnar fyri komandi kappingarár. Um tað fer at verða, sum tað plagar, so fara stóru feløgini at vísa áhuga fyri Ndende, Keita og hinum B68 spælarunum úr Senegal!

Fríggjakvøldið endaði tað 3-3 millum Víking og KÍ, sum enn eina ferð var á odda, og enn eina ferð ikki megnaði at halda tørn. Hóast hetta var fimta ferðin á rað, at klaksvíkingar fóru av vøllinum uttan at hava tapt, so er fjarstøðan niður til botnin framvegis lítil. Tølini siga, at tað lekur ov nógv í KÍ verjuni.

Men hóast tað er stutt frá KÍ og Víkingi og niður á botn, so er fjarstøðan fram til fjórða plássið bara tvey stig! Ein av kappingarneytunum hjá Víkingi og KÍ er NSÍ, sum mikukvøldið fer at vitja í Klaksvík.

Úrslitini hjá meistarunum hava ikki verið nakað serlig, og tað hava avrikini heldur ikki. Hesa ferð var spælið í longum løtum kanska betri enn nakrantíð fyrr í ár. Men tað eydnaðist ikki at vinna. Marginalirnir eru ikki á somu síðu, sum teir vóru í fjør!

 

Hepnið við oddinum

Triðju ferð á rað fór Skála av vøllinum við úrtøku. Trupulleikin er tó, at javnleikirnir bara bera eitt stig við sær. Um tað skal muna nakað, so er neyðugt viðhvørt at vinna. Mikukvøldið verður uppgávan ivaleysa stór. Men Skála plagar at standa seg væl í grannauppgerðunum ímóti EB/Streymi. Oddaliðið hevði ímóti HB hepnið, sum ofta eyðkennir tey, sum eru omaná. Nú er EB/Streymur fimm stig frammanfyri HB. Tað er helmingurin av tí, sum í sluttspurtinum í 2006 vísti seg ikki at vera nóg mikið.

B71 er niðast, og tað tykist tungt hjá sandoyingum, sum fyri fjórðu ferð á rað fóru av vøllinum við ongum. Víkingur fer at vitja á Sandi mikukvøldið. Tað tykist vera ein av uppgerðunum, sum sandoyingar eiga at vinna, um teir skulu hugsa um at toga seg longri upp á talvuna. Men enn eru meiri enn tveir triðingar eftir at kappingarárinum, og sandoyingar kunnu ugga seg við, at tað higartil hevur víst seg at ganga upp og niður hjá teimum flestu. Møguleiki eigur at vera fyri, at tað skal fara at ganga upp eftir hjá B71!