Tað nyttar einki at skeldast

- Onkuntíð hevur tað gingið heitt fyri seg, og eg havi verið upp á kamp við onkran politikara um okkurt, men eg eri ikki ein, sum gongur runt og rópar eftir fólki. Eg royni altíð at verða diplomatiskur, tí eg haldi, at tað røkkur longur, sigur Bárður Nielsen, fráfarin landsstýrismaður við fíggjarmálum

Merkið veitrar við hurðina á húsunum hjá Bárði Nielsen í Vestmenna. Børnini hava sett eitt lítið flagg niður í ein urtapott í túninum, og tað sær hátíðarligt út.

- Eg fylli sama dag sum drotningin, so tey plagdu at flagga við donskum flaggi á sýslumansskrivstovuni, tá ið eg fylti, sigur Bárður Nielsen skemtandi.

Sambandsmaðurin í Vestmenna gjørdi kometkarrieru í føroyskum politikki, men áðrenn nakar varnaðist, setti hann punktum fyri politiska lívinum og fór við sjógv á baki út gjøgnum hurðina í Fíggjarmálaráðnum.

Orsøkin var stjórastarvið í Stórutjørn, og Bárður skal byggja alt upp frá ongum. Enn hevur hann ikki fingið skrivstovu, men arbeiðir við telefon og teldu heimanífrá.

Vit settu honum stevnu fyri at tosa um politikk, avbjóðingar og um at leiða við diplomati.


Agiteraði sum 12 ára gamal

Politiska karrieran hjá Bárði Nielsen byrjaði, tá ið hann var 12 ára gamal. Tá skuldi hann verða við á einum serligum valfundi undan einum løgtingsvali.

- Tað var til løgtingsvalið í 1984, at ein lærari helt ein lítlan valfund í flokkinum. Næmingarnir skuldu tosa fyri einum ávísum flokki, og eg skuldi tosa fyri Sambandsflokkin. So eg agiteraði fyrstu ferð sum 12 ára gamal, sigur Bárður Nielsen.

Tað gingu bert 14 ár, so bjóðaði Bárður Nielsen seg av álvara fram í politikki. Hann stillaði upp til løgtingsvalið í 1998, men varð ikki valdur. Hann royndi aftur fýra ár seinni, og tað gekk betur. Hann var valdur á ting fyri Sambandsflokkin, og tá ið løgtingsval var aftur í 2004, fekk hann eitt sera gott val, kom í tingið og endaði seinni sum landsstýrismaður við fíggjarmálum.

- Eg havi altíð havt áhuga fyri politikki og samfelagsligum viðurskiftum sum heild, og tað fekk meg at stilla upp. Eg gjørdi ikki nakað serligt fyri at fáa undirtøku, men kanska var tað viðvirkandi, at eg hevði verið virkin í felags- og ítróttarlívi. Størsta takið var sjálvandi at verða valdur fyrstu ferð, eftir tað er lættari at gera vart við seg sum politikari, sigur Bárður Nielsen.


Løgtingið spillir tíðina

Bárður Nielsen er fyri, at Føroyar verða gjørdar til eitt valdømi, men hann heldur, at eitt gott argument er ímóti hesum.

- Við einum valdømi verður tað truplari hjá fólki at verða vald fyrstu ferð. Fólk skulu á onkran hátt kenna teg, og spurningur er, hvussu nýggir politikarar kunnu vinna fram. Tað er lættari at gera kendur í einum lokalumhvørvi og verða valdur har, men vóru Føroyar eitt valdømi, so vóru treytirnar tær somu fyri øll.

Fyrrverandi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum heldur, at nógv talar fyri, at Føroyar skulu gerast eitt valdømi.

- Alt ov nógv tíð í føroyskum politikki verður brúkt til lokalpolitikk heldur enn at loysa landspolitisk mál. Lokalpolitikkur hoyrir ikki heima í løgtinginum, hann hoyrir heima í kommunustýrunum. Løgtingið spillir sína tíð til lokalpolitikk, og summir løgtingsmenn gera tað meira enn aðrir, sigur Bárður Nielsen.


Úr øskuni í eldin

Eftir at Bárður Nielsen hevði verið løgtingsmaður í tvey ár, fekk hann tilboðið um at gerast landsstýrismaður við fíggjarmálum. Tann tá 31 ára gamli vestmenningurin tók av.

- Eg umhugsaði tað sera gjølla, men eg kom til ta niðurstøðu, at tá ið tú fært ein slíkan kjans, mást tú taka av, tí tað er ikki vist, at tú fært kjansin aftur. Hóast lopið frá at verða løgtingsmaður til at gerast landsstýrismaður er sera stórt, so angri eg ikki, at eg gjørdi tað.

- Mær dámar væl at taka stórar avbjóðingar á meg, og eg havi altíð verið eitt kappingarmenniskja. Eg havi eina trúgv upp á tingini, og eingin avbjóðing er ov stór til at fara í holt við, sigur Bárður Nielsen, sum setti seg á landskassan á ungum aldri.

- Eg merkti einki til, at fólk ikki tóku meg fyri fult, tí eg var so ungur. Eg haldi, at míni sjónarmið eru komin væl fram, og eg havi faktiskt stórtrivist í politikki hesi árini.


Heldur diplomati enn skeld

Bárður Nielsen hevur í almenna rúminum staðið fram við einum róligum – við hvørt næstan seigum – tóna, og tað er ikki misvísandi fyri hansara stíl sum politikari.

- Onkuntíð hevur tað gingið heitt fyri seg, og eg havi verið upp á kamp við onkran politikara um okkurt, men eg eri ikki ein, sum gongur runt og rópar eftir fólki. Eg royni altíð at verða diplomatiskur, tí eg haldi, at tað røkkur longur.

- Tað nyttar einki at ganga og skeldast við fólk, tú fært meira burtur úr at arbeiða konstruktivt, sigur Bárður Nielsen.

Ber tað til at fáa vinfólk í politikki?

- Eg havi heilt tilvitað roynt ikki at knýta meg ov tætt at nøkrum ávísum politikara, tí tað kann hava við sær, at tú styggir aðrar politikarar frá tær. Eg havi roynt at verið opin móti øllum politikarum, og eg havi ráðført meg við politikarar úr ymsum flokkum.

Hvat er prísurin fyri at verða landsstýrismaður?

- Arbeiðstrýstið er sera stórt, og tú hevur ongantíð – og tá meini eg ongantíð – frí. Tað leikar allatíðina so nógv á, at sjálvt tá ið tú ert heima, fært tú ikki sligið høvdið frá. Tað gongur sjálvandi út yvir tey nærmastu. Eitt er, at eg havi verið nógv burtur heimanífrá, men tað er enn verri, tá ið eg eri heima og alíkavæl ikki fái hildið frí og brúkt tíðina saman við konuni og børnunum. Eg ivist í, um tað nýggja arbeiðið hjá mær fer at bøta um hetta.


Avleiðingar fyri flokkin

Eftir at Bárður Nielsen fór frá sum landsstýrismaður, og Sambandsflokkurin noyddist at brúka tvær royndir fyri at velja nýggjan landsstýrismann, hevur Gallup gjørt eina veljarakanning fyri Útvarpið. Kanningin gevur Sambandsflokkinum eina afturgongd samanborið við seinasta løgtingsval, og flokkurin stendur sambært kanningini til at missa eitt tingfólk.

Ert tú ein partur av orsøkini til afturgongdina hjá Sambandsflokkinum?

- Ein og hvør politikari, sum velur at gevast, er ein missur fyri ein flokk. Trupulasti parturin av mínari avgerð um at gevast í politikki fyribils var at siga flokkinum og veljarunum farvæl. Men eg mátti taka eina støðu út frá mínari persónligu sannføring, og um eg ikki tók av tilboðnum at verða stjóri fyri Stórutjørn, so hevði eg angrað tað restina av lívinum.

- Eg var imponeraður av, at flokkurin kláraði at peika á ein nýggjan landsstýrismann, longu tríggjar tímar eftir at eg var komin við mínari fráboðan. Tað er eitt sera stórt trýst á einum flokki, tá ið ein landsstýrismaður skal veljast, og flokkurin royndi at handla skjótt. Men avleiðingarnar av avgerðini vóru eitt sindur óhepnar, og nú kunnu vit siga, at kanska hevði tað verið betur at sligið kalt vatn í blóðið og tikið sær betur tíð til at funnið nýggjan landsstýrismann.

- Meðan alt hetta stendur upp á, hevur tað sjálvsagt ávirkan, og tað sæst kanska aftur í veljarakanningini, men flokkurin hevur tíð til at stabilisera seg aftur áðrenn valið.


Politikkur er ikki lívsstarv

Hóast Bárður Nielsen er ungur maður – 35 ára gamal – hevur hann longu roynt seg um løgtingsmann og landsstýrismann. Næsta uppgávan bíðar fyri framman, og hon er uttanfyri politiska lívið.

- Tíðin er soleiðis, at fólk velja sær ikki nakað lívsstarv. Vit síggja nógvar móttøkur fyri fólki, sum hava verið í einum starvi í 25 ella 30 ár, men um eg hyggi eftir mínum javnaldrum, so hava teir skift arbeiði fleiri ferðir. Tað gongur skjótt fyri seg í samfelagnum, og tað er meira vanligt, at fólk royna okkurt í nøkur ár, og so skifta til okkurt annað.

- Hetta fer eisini at síggjast aftur í politikki, tí politikkur fer í minni mun at verða eitt lívsstarv hjá fólki. Hetta kann avgjørt verða ein fyrimunur fyri politiska lívið, tí tað er gott við frískum blóði. Vit mugu tó eisini hava fólk við royndum, so allir mugu ikki skifta allatíðina, sigur Bárður Nielsen.


Stóra avbjóðingin

Nú skal Bárður Nielsen standa á odda fyri risastóru verkætlanini Stórutjørn, sum umfatar íbúðarbygging, handilsbygningar og umstøður til felags- og ítróttarlív. Stóra byggingin fer at kosta einar 2 milliardir, tá ið hon verður liðug.

- Hetta er ein sera stór og spennandi avbjóðing at fara í holt við, sigur Bárður Nielsen.

Ofta uppliva vit, at stórar byggiætlanir enda sum hálvar gølur. Stúrir tú fyri, at hetta kann henda við Stórutjørn?

- Yvirornað er Stóratjørn eitt gigantiskt projekt, men um tú tekur ætlanina stig fyri stig, so snýr tað seg um einstakar detaljur, sum tú kanst avgreiða stig fyri stig. Felagið, sum skal standa fyri projektinum, er sera stórt og hevur royndir frá líknandi bygging uttanlands, og tí rokni eg við, at hetta fer at ganga væl.





Fakta


Navn: Bárður á Steig Nielsen

Aldur: 35 ár

Bústaður: Vestmanna

Starv: Stjóri fyri Stórutjørn

Útbúgving: HD, fyrsta part og ávís fak innan merkonom

Familja: Gifur við Rakul Nielsen (fødd Lamhauge) úr Havn. Tey eiga fýra børn.





Bárður um fartelefonir

Fartelefonin er góð at hava, men ofta hevði verið gott at sloppið undan henni. Eg sløkki ongantíð mína telefon, og tað er kanska skeivt, men tað er næstan eitt krav, at tú skalt svara fartelefonini, tá ið fólk ringja.





Bárður um kaffi

Eg drekki heldur te enn kaffi. Eg kundi ikki funnið upp á at skonkt mær ein kopp av kaffi og bara drukkið hann uttan víðari. Mær dámar tó kaffi saman aftur við eitt sindur av sjokulátu. Annars dámar mær betur at drekka te.




Bárður um tónleik

Eg havi einki forhold til tónleik. Tann tónleikur, sum eg lurti eftir, hoyri eg í útvarpinum, tá ið eg koyri bil. Eg havi ongantíð spælt nakað ljóðføri, og eg havi heldur ongantíð havt nakran ávísan yndisbólk ella sangara.




Bárður um fótbólt

Eg havi spælt fótbólt við Æsir og breyt einaferð beinið. Eg havi áhuga fyri allari liðítrótt og fylgi eisini við føroyskum og útlendskum fótbólti. Eg eri nokk so neutralur áskoðari, men eg eri imponeraður av liðum, sum klára at halda seg á toppinum ár eftir ár í hørðum kappingum uttanlands.




Bárður um Kaj Leo

Kaj Leo er ein positivur maður, sum altíð trýr upp á tað og vil frameftir. Av tí at hann er so opin, so verður okkurt av tí, sum hann hevur sagt, vent og brúkt ímóti honum. Kanska er hann í so skjótur í vendingini við hvørt.




Bárður um pizza

Eg haldi meg til góðan føroyskan mat. Eg haldi lítið um pizza og junkfood annars. Tað er kanska gott onkuntíð, men tað er eingin mettandi matur.