Tað góða samfelagið

   

So er valandin aftur, hesuferð er eingin várandi at hóma. Nei, valandin bleiktrar stjørnuklárur í vetrarluftini. Fín orð, flottar persónsmyndir eru at síggja og fyrstu vallyftini mala longu sum januarhvirlur millum húsini. Hetta plagdi at vera ein hugnalig og stuttlig tíð, har bløðini verða lisin øðrvísini enn annars. Hetta valið verður eitt sindur øðrvísini fyri meg. Til hetta valið, havi eg játtað at vera ein av valevnunum hjá Javnaðarflokkinum í Suðuroy. Hetta lesarabræv er tí øðrvísini at skriva.

Góðu føroysku veljarar.
Javnaðarflokkurin hevur sum slagorð til hetta løgtingsvalið setningin: Tað góða samfelagið.
Hetta er ein breitt orðaður politiskur setningur. Hetta er eisini ein ynski setningur fyri tjóð okkara.
Ì einum góðum samfelagi, kann næstan alt lata seg gera. Ì tí góða samfelaginum er menniskjans rættur, menniskjans krav og menniskjans ábyrgd eitt nattúrligt væl virkandi lið, sum ger daglidagin hjá okkum øllum skilabetri, lættari og stuttligari.
Flokkurin hevur politik mál, politisk hugskot og politiskar vónir um, at í einum góðum føroyskum samfelagi kunnu vit øll trívast. Tað allar týdningarmiklasta fyri eina menniskju er, at hon trívist. Her hugsi eg ikki einans um persónligan trivna, men líka so nógv um samfelags trivna. Samfelagstrivnaður er, tá ið politisku karmarnar eru so háttaðir, at tú sum menniskja trívist í landinum. At tú trívist, har tú hevur sett búgv, hevur fingið familju og hevur dagliga arbeiði títt.
At tú eisini trívist, tá tú t.d. hoyrir politiskar loysnir í útvarpinum, trívist tá tú sært politikarir útala seg um land okkara.
Tað almenna Føroyar eru vit øll. Til eitt løgtingsval, so velja vit flokkar ella fólk, ið okkum dáma, sum so skulu umsita okkara felags ogn á ein skilagóðan hátt. Vit geva teimum harvið okkara persónliga álit, og leggja trygt okkara ábyrgd á teirra herðar. Við álitinum fylgir sjálvsagt eisini eitt ósjónligt krav um, at samfelagið verður væl vart, ment og stýrt í teirra politisku hondum.
Tað er ikki lætt at gerast valevni, soleiðis frá einum degi til annan. Tí fara mínar valgreinir, kanska at líkjast vanligum blaðgreinum frá einum vanligum borgara. Ì einum valkampi verða nógvar ymiskar mannagongdir brúktar. Hvør tann týdningarmiklasta er, veit eg ikki! Eg ætli so í nøkrum blaðgreinum at siga frá, hvussu javnaðaraflokkurin, og hvussu eg sum javnaðarvalevnið, haldi tað góða samfelagið kann verða.
Allir føroyingar búgva í einari ellar aðari kommunu. Kjakið og skrivingin um kommunuviðuskifti hevur verið nógv ta seinastu tíðina. Seinasta samgonga hevði lidnar ætlanir um hvørju almenn øki skuldi flytast frá landinum út á kommunirnar. Tað var tí sera heppið, um ein kann siga tað so, at samgongan slitnaði. Heppið, tí nú kunnu nýggj fólkavald, ein komandi nýggj samgonga seta seg niður og gjøgnumhugsað alt av nýggjum.
Javnaðarflokkurin sigur í valskránni, at størri kommunalt økisamstarv skal vera, men Javnaðarflokkurin hevur ongantíð gingið við til, at øki sum nattúrliga hoyra undir almennu Føroyum í dag, skulu út á kommunirnar at umsitast. At eldraøki skuldi út á kommunirnar frá 1/1 2004 hevði verið ein skandala fyri fólk okkara. Tá avgerðir um almennar bygnaðarbroytingar skulu fremjast, mennast ella broytast, mugu vit allatíðina hava støddina á landinum í huganum. Hava vit ikki tað, so kemur ójavnaður í oyggjarmyndin okkara, og okkara rættartrygd sum menniskja kann lætt verða hátt.
Brúka vit myndina, at Føroyar eru eitt vakurt træ. So kann bulurin á trænum vera almennu Føroyar, ongusvegna vit øll, sum gjøgnum øldir hava forgreinað okkum. Greinarnar eru so kommunurnar. Smáar, tunnar greinar eru tær smærru kommunurnar, og stórar, tjúkkar greinar, eru tær størru kommunurnar. Røturnar á hesum træi, er mentan okkara, politikkur, siður, lógir, málið o.s.fr. Ì Føroyum í dag hava vit politikarar, sum fegnir vilja broyta skipanir, so at bulurin á trænum verður innetin og tómur. Viðkvom mál, ið beinleiðis hava samband við okkum menniskju, skulu leggjast út á ymisku smáu greinarnar og verða viðgjørdar har. Hevur eitt træ ikki góðar, sterkar røtur, væl røktaðan bul, so følnar tað, og tá verða ta fyrst greinarnar, ið følna, detta av ella doyggja.
Javnaðarflokkurin vil hava eitt Føroyar, sum skal vera fyri øll. Besti mátin at vilja tað, er, at ein komandi samgonga veruliga fer til verka við einum tilvitaðum góðum realpolikikki, einum politikki, sum skapar stablitet nógv valskeiðir fram.
Ì so máta vil Javnaðarflokkurin verða eitt gott boð, ein góður felagsnevnari. Flokkurin hevur samgonguroyndir, politiskar røtur og politiskan vilja, sum vil hava tað tað góða samfelagið aftur á dagsskránna.
Ein samgonga við einum góðum stevi, góðum arbeiðsanda, góðum tonkum til bæði smá og stór, veik og frísk er alneyðug í landinum.
Um vit aftur samanlíkna Føroyar við eitt træ. Og hugsa um træið sum fyrr nevnt. So hava vit øll stóra virðing fyri hesum træi. Tí hvat hevur fingið hetta vakra træ, at yvirliva, vaksa og búnast á hesum til tíðir kørku oyggjum. Har má tað vera røturnar á trænum, ið eru tær alt avgerandi. Uttan sterkar røtur, røtur, sum vilja liva og vaksa, sama veður og vind, politiska odn ella logn. Ì føroysku rótunum er so ótrúliga nógv áhugavert. Røturnar bera ríka søgu, alt frá írskum munkum, til skattaræddir, norskir víkingar við sjóverki, ið leitaðu hetta land upp fyri at sláa røtur.
Ì rótunum býr alt handaligt og andaligt, ið er nælt av og á føroyskari jørð. Eisini eru har lógir og siðir, sum gera, at vit liva væl í landinum. Tá nakað manglar í rótunum á trænum ella á greinunum, so eigur at verða sátt við skili.Politiskt sátt soleiðis, at pláss skal verða fyri okkum øllum, bæði samdum og ósamdum.Soleiðis at eitt hvørt menniskja skal hava kensluna av, at mær er tað eisini pláss fyri á trænum. Fyrstani tá er træið fullkomið, gróðrarlíkindini góð, vónin sprottin og kærleikin funnin.
Javnaðarflokkurin fær mangan spurningin, hvussu ætla tit at gjalda tað góða samfelagið? Ein kann eisini venda spurninginum á høvdið. Hvussu kunnu aðrir politiskir flokkar brúka so nógvan almennan pening, uttan at vit vanlig fólk fáa eitt betri samfelag? Fullveldissamgongan hugsaði vakurt um land okkara, men tíanverri ikki nógv djúpt og viðkomandi. Fólk í Suðuroy liva ikki av almennum kanningum, ikki av almennum ferðum, ikki av almennum móttøkum o.s.fv.
Javnaðarflokkuin kann leggja rygg til tað góða samfelagið, við at raðfesta øðrvísini. Bíðisongin á sjúkrahúsum fyri 3000, kr.pr. dag er skeiv raðfesting. Tað, at ávísir føroyingar kunnu liva væl av at selja okkara felags ogn, sum var tað nakað ein sjálvur hevði skapað og uppfunnið, er skeiv raðfesting og soleiðist kundi ein hildið á fram. Alt hetta førir við sær, einar Føroyar har ájavnaður verður gerandissamfelagið. Hetta slag av samfelag ganga vit í Javnaðarflokkinum ikki inn fyri!
Politikkur er at vilja, segði Oluf Palme, sáli. Politikkur at at vilja tað góða fyri so nógv sum møguligt. Hetta vil eg sum Javnaðarevni royna at liva upp til.
Gott val og gott nýggjár øll somul.