Tað hevði givið stórar inntøkur til vælferðina

Sjálvandi skulu vit vera við, sigur løgmaður, men løgtingslimur heldur, at hetta vísir, hvussu lítið hann hevur skilt av trupulleikanum

Sjálvandi skulu vit halda fram at leita eftir oljua føroyskum øki. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Spurningurin um vit skulu leita eftir olju í Føroyum, ella ikki, hevur verið ein afturvendandi spurningur.

 

Tey, sum leggja stóran dent á, at vit skulu røkka málunum, sum ST hevur sett sær fyri útlát, hava ta sannføring, at vit skulu ikki leita eftir olju í Føroyum, tí tað besta, vit kunnu gera fyri umhvørvið, er at lata oljuna liggja í undirgrundini.

 

Og nú í vikuni var spurningurin aftur reistur á Føroya Løgtingi. Tað var Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum reisti spurningin, tá ið hon spurdi løgmann, um hann heldur, at tað ber til at røkka náa málinum í veðurlagspolitikki Føroya, hóast vit fara at vinna olju úr føroysku undirgrundini.

 

Hon vísir á, at niðurstøðan hjá ST er, at skulu vit røkka málinum í Parísavtaluni um at halda upphitingini undir tveimum hitastigum, helst undir 1,5 hitastigum, kunnu vit ikki so frægt sum brúka tær olju- og gasskeldur, vit hava í dag og tíansheldur leita eftir nýggjum keldum.

 

Hon vísir eisini á, at Føroyar hava eisini samtykt ein veðurlagspolitikk, sum partvís byggir á Parísavtaluna og tað merkir, at í 2030, skal okkata útlát av vakstrarhúsgassum verða minst 30 prosent lægri.

 

Hinvegin er løgmaður av teirri sannføring, at sjálvandi skulu vit í Føroyum vera við til at tryggja, at vit hava nokk av orku í Evropa – men tað skal vera so burðardygt, sum tilber. Finna vit olju her, fer hon ikki at koma upp á land her, tí rørleiðingar liggja fram við markinum, niður á meginlandið.

 

Men tekur ein oljuvinna seg upp, fáa vit stórar inntøkur, sum kunnu brúkast tilvælferð - og er tað nakað, vit hava brúk fyri, er tað eini burðardyggari oljuvinnu, sigur løgmaður.

 

Hann sær onga andsøgn í at vit leggja dent á at menna varandi orkukeldur, samstundis sum at vit leita eftir olju. Og hann heldur, at tað er betri at hava eina føroyska oljuvinnu heldur enn at lata alla oljuvinnuna vera í londum, har tey hvørki virða mannarættindi, ella umhvørvið.

 

Hann vísir eisini á, at olja verður ikki bara brúkt sum brennievni, tí veruleikin er, at tað eru einar 6.000 ymsar vørur, har ein partur av rávøruni er olja.

 

Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, sigur, at hann hevur áður spurt, hvørja ávirkan tað hevði fingið, høvdu vit funnið eina miðalstóra oljukeldu. Tað hevði givið okkum eina inntøku upp á einar fýra milliardir krónur hesi næstu 10 árini.

 

Tað grøna orkuskiftið kostar mangt slíkt, sigur hann, so hann heldur, at vit kunnu brúka pengarnar, landið fær inn frá eini oljuvinnu til at fíggja tað grøna orkuskiftið. Hann sigur eisini, at støðan í dag vísir okkum nettupp, hvørjar avleiðingar tað hevur, tá ið vit avmarkað útboðið av olju, tí so hækka prísirnir.

 

Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna úr Javnaðarflokkinum sigur, at útsøgnin hjá løgmanni um, at vit skulu hava eina burðardygga oljuvinnu, vísir, at hann ikki skilir hvør politikkur ið krevst fyri at røkka málinum í Parísavtaluni, sum vit hava bundið okkum til.

 

Hervør Pálsdóttir, sigur, at svarið frá løgmanni prógvar at alt tos um eitt grønt orskuskifti er ikki annað enn bringuprýði.

 

– Skulu vit røkka málinum í Parísavtaluni kunnu vit ikki brúka tær keldur vit hava ídag. Men vit eru í teirri hepnu støðu, at vit sleppa undan at niðurleggja eina heila vinnu, vit skulu bara lata oljuna verða liggjandi í undirgrundini, sigur hon.

 

– Veðurlagspolitikkurin verður ikki tikin í álvara. Tað burðardyggasta, løgmaður kann gera, er at lata oljuna verða liggjandi í undirgrundini, sigur Hervør Pálsdóttir.