Hørður H. Askham, ið sigur dystin í Parkini móti Danmark vera stuttligasta dystin hann hevur spælt í sínari fótbóltskarrieru. Hørður greiðir frá, at hann hevði á orðið í steðginum, at tað hevði verið fantastiskt [...] tíðarskeiðið í dystinum móti dystarenda. Heri sum hevur spælt í Ísrael við HB móti Maccabi Haifa í European Conference League hevur vónir um, at undirlagið fer at roynast betri enn tungi vøllurin í Parkini
venjarum. - Eingin ráðstevna var í fjør, orsaka av korona, men í ár hilnaðist betri. Ein av luttakarunum var Jóhan í Króki, ið er ein av ungdómsvenjarunum í B36. FSF Varpið fekk orðið á Jóhan fyrrapartin leygardagin [...] minna hvønn annan á týdningin av arbeiðinum við barna- og ungdómsvenjingum. Høvuðsnavnið á ráðstevnuni í ár vóru venjarar frá Coerver Coaching, ið bæði høvdu fyrilestrar og skipaðu fyri venjingum á Tórsvølli
síðsta orðið ikki sagt í spurninginum um fíggjarligu viðurskiftini hjá Strandferðsluni. Reimund Langgaard, formaður fyri Løgtingsgrannskoðararnar, sigur, at løgtingsgrannskoðararnir taka málið í størsta [...] sigur, at teir fara at fylgja málinum upp og í hesum sambandi hava teir sent Johan Dahl nakrar nágreinandi spurningar, sum landsstýrismaðurin skal svara í næstum. Tað, Løgtingsgrannskoðararnir serliga [...] størsta álvara og at teir fara at kanna tað út í æsir. Fyri stutttum varð ein grannskoðaður roknskapur gjørdur fyri farna ár hjá Strandferðsluni, og hon vísti eitt hall á 4,4 milliónir. Men Reimund Langgaard
Í allan dag verður valkafé í Miðlahúsinum í Vágsbotni við nógvum forvitnisligum gestum og tað verður alt samalt sent beinleiðis á Rás2 Nú um eina lítla løtu, letur valkafé upp í Miðlahúsinum í Vágsbotni [...] øllum flokkum. Í hesum sambandi fer eisini at bera til at tosa við politikarar og at spyrja teir um alskyns viðurskifti. Vónandi fara nógvir veljarar at brúka hetta sjáldsama høvi at fáa orðið á politikararnar [...] politikarar verða eisini aðrir, forvitnisligir gestir, sum fara at gera sítt til ein áhugaverdan dag niðri í Vágsbotni, har Terji Ramsussen og Malan Eyðunsdóttir seta sín dám á við tónleiki. Vit gevast ikki fyrrenn
Í Klaksvík fæst cash fyri pengarnar Aftur hetta vikuskiftið spílar cowbow-barrin í Klaksvík seg út. Legendan í svørtum, ið fostraðist í Guðs egna landið, og rúnarbant allan heimin, verður hetta vikuskiftið [...] tíðspunktum. Avsláttur verður til øll tey ið einans eru klødd í svørtum! Í Maverick í Klaksvík, fært tú Cash fyri allar pengarnar, siga tey har norðuri. [...] vikuskiftið heiðraður í tí harrans cowboy-barr í Klaksvík - ?Maverick? - millum stórar verðrar, grovar fiskamenn og nógv gajolir. Longu hóskvøldið byrjaði gildið har møguleiki var at royna seg móti fryntligi
við sjógv á bak niðan í útvarpið at luttaka í beinleiðis tíðindasendingini klokkan 18:30 - og um tað ikki var nóg mikið - so skuldi heimsumfatandi bretska útvarpsstøðin, BBC í London, hitta hann klokkan [...] bankakanningin Føroyar í miðdepulin, so tykist serliga støðan hjá føroyska Javnaðarflokkinum mótvegis danska Javnaðarflokkinum eisini at seta Føroyar og Javnaðarflokkin í miðdepulin - eisini í heimspressuni. [...] Donsku loftmiðlarnir vildu sjálvsagt eisini hava orðið á Jóannes Eidesgaard til stóru tíðindasendingarnar í gjárkvøldið. Danmarks Radio hevði beinleiðis prát við Jóannes Eidesgaard av fundinum á Hotel
Um níggju tíðina í morgun fór ein bilur út av í svinginum Undir Klakki á Bumshamri í Klaksvík. Bilurin hevði brotið seg gjøgnum bilverjuna í svinginum og var farin einar 50 metrar oman gjøgnum bøin og [...] Vit fingu orðið á politiið, sum var á staðnum beint eftir óhapppið, men ov tíðliga var at siga nakað um orsøkina. Ferðin sá tó út til at hava verið nakað høg eftir umstøðunum, tí tríggir pelar í bilverjuni [...] bygningin og síðani var stoyttur fleiri metrar aftureftir av stoytinum. Ungi bilførarin, ið var einsamallur í bilinum, varð alt fyri eitt fluttur á Klaksvíkar sjúkrahús til kanningar. Alt bendir á, at hann er sloppin
slingur í valsinum hjá fyrrverandi skiparanum, sum avgjørdur helt, at Føroyar eiga at taka lopið yvir í eina dagførda FAS-skipan í einum. – Vit eiga ikki at leypa yvir um gjónna í tveimum, men í einum. [...] Leypa vit í tveimum, enda vit í gjónni og gerast ov seinir á sjóvarfallinum. Hann vísti á, at leypa vit í einum, sum hann segði vera tað einasta rætta, kann henda, at vit skrædna í klovinum, men hetta [...] Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, var ein av teimum seinastu, sum høvdu orðið á Shipping Føroyar 08. Hann segði, at felagið hjá teimum á Glyvrum var millum tey fyrstu, sum virkaðu
einum solisti úr hvørjum landi teir vitja. Í Norra spælur Ole Jørn Myklebust trompet, hann er fastur limur í Mari Boine Band og Geir Lysne Listening Ensemble. Í Føroyum spælur Ólavur Olsen trompet, og var [...] ers. Í Danmark skal Søren Bebe spæla klaver, hann spældi við á fløguni Sooner Or Later , hjá Hans Petur. Peter Asplund verður solistur í Svøríki, hann telist millum mest umbidnu trompetistarnar í Svøríki [...] Kasper, Lisu Ekdahl, Stockholm Jazz Orchestra og Svante Thuresson. Í Brekkubrothers spæla Hans Petur í Brekkunum (saksofon), Trygvi R í Brekkunum (trummir), Bjarki Meitil (bass) og
Seinnapartin leygardagin verður eldrahugni í Christianskirkjuni í Klaksvík. Byrjað verður við konsert í kirkjuni við Klaksvíkar Hornorkestri og 17 sangarum. Síðani fara Justines Eliasen og Niels Pauli [...] Eftir hetta verður boðið niður í hugnaliga kirkjukjallaran til ábit, og har fara Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, Bartal Kass, formaður í Fyrireikingarnevndini fyri Eldraárið [...] Eldraárið, og ein pensjónistur at hava orðið. Eisini er felagssangur á skránni. Tað er eldrabólkurin í Klaksvík, mannaður við tíggju fólkum umboðandi Klaksvíkar býráð, heima- og heilsurøktina, og áhugabólkin