Eldrahugni í Christianskirkjuni

Leygardagin verður hugnaløta og ábit í Christianskirkjuni í Klaksvík í sambandi við eldraárið

Seinnapartin leygardagin verður eldrahugni í Christianskirkjuni í Klaksvík. Byrjað verður við konsert í kirkjuni við Klaksvíkar Hornorkestri og 17 sangarum. Síðani fara Justines Eliasen og Niels Pauli Danielsen at hugleiða, og sálmar verða sungnir. Eftir hetta verður boðið niður í hugnaliga kirkjukjallaran til ábit, og har fara Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, Bartal Kass, formaður í Fyrireikingarnevndini fyri Eldraárið, og ein pensjónistur at hava orðið. Eisini er felagssangur á skránni.

Tað er eldrabólkurin í Klaksvík, mannaður við tíggju fólkum umboðandi Klaksvíkar býráð, heima- og heilsurøktina, og áhugabólkin, ið saman við Fyrireikingarnevndini fyri eldraárið skipar fyri eldrahugnanum. Eldrabólkurin í Klaksvík hevur verið sera virkin í sambandi við eldraárið. Tey hava skipað fyri ymiskum, eitt nú sett ein áhugabólk til frama fyri tey eldru og eina eldratelefon á stovn, har eldri fólk kunnu ringja inn og greiða frá teirra støðu. Tiltakið í Christianskirkjuni verður leygardagin kl. 15.00.