Í tíðindaskrivi sigur bólkurin, at fólk hava spurt hví alnet tónleikurin hjá bólkinum ikki kom út á fløgu, og nú bólkurin fyrireikar konsertferð, hava teir valt at taka fjeppararnar upp á orðið.
Á konsertferðini skal Brekkubrothers spæla saman við einum solisti úr hvørjum landi teir vitja.
Í Norra spælur Ole Jørn Myklebust trompet, hann er fastur limur í Mari Boine Band og Geir Lysne Listening Ensemble.
Í Føroyum spælur Ólavur Olsen trompet, og var hann eisini við til innspælingarnar hjá Brekkubrothers.
Í Danmark skal Søren Bebe spæla klaver, hann spældi við á fløguni Sooner Or Later, hjá Hans Petur.
Peter Asplund verður solistur í Svøríki, hann telist millum mest umbidnu trompetistarnar í Svøríki og spælur millum annað við Bo Kasper, Lisu Ekdahl, Stockholm Jazz Orchestra og Svante Thuresson.
Í Brekkubrothers spæla Hans Petur í Brekkunum (saksofon), Trygvi R í Brekkunum (trummir), Bjarki Meitil (bass) og <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Magnus Johannesen"$?$end$!$Magnus Johannesen</st1:PersonName$?$end$!$ (tangentar).<BR>