Enn er síðsta orðið ikki sagt í spurninginum um fíggjarligu viðurskiftini hjá Strandferðsluni.
Reimund Langgaard, formaður fyri Løgtingsgrannskoðararnar, sigur, at løgtingsgrannskoðararnir taka málið í størsta álvara og at teir fara at kanna tað út í æsir.
Fyri stutttum varð ein grannskoðaður roknskapur gjørdur fyri farna ár hjá Strandferðsluni, og hon vísti eitt hall á 4,4 milliónir.
Men Reimund Langgaard sigur, at teir fara at fylgja málinum upp og í hesum sambandi hava teir sent Johan Dahl nakrar nágreinandi spurningar, sum landsstýrismaðurin skal svara í næstum. Tað, Løgtingsgrannskoðararnir serliga hava áhugað fyri, er, hvat Johan Dahl visti í fjør um fíggjarstøðuna hjá Strandferðsluni.
Grannskoðararnir vilja hava at vita um Johan Dahl visti, at fíggjarætlanin hjá Strandferðsluni ikki fór at halda, men at hann kortini ikki hevur syrgt fyri, at sparingar vórðu settar í verk, ella hevur biðið Løgtingið um eykajáttan til stovnin, so at játtanin kundi haldast. |