Ferðsluóhapp í Klaksvík

Ein 16 ára gamal drongur á knallert kom til skaða, tá hann týsdagin rendi saman við einum bili á Nólsoyar Pálsgøtu

Klaksvík:
Drongurin, sum gongur í 10. flokki, hevur seinastu vikuna verið í starvsvenjing á Bedingini. Týsdagin eftir arbeiðstíð setti hann seg so á knallert sína, og skuldi fara til hús.
Meðan drongurin á knallertini koyrir heim eftir Nólsoyar Pálsgøtu, kemur ein bilur koyrandi norður eftir á somu gøtu.
Hesin bilurin ætlar sær inn í Statoil, men sær ikki drongin á knallertuni koma ímóti sær.
Bilurin snarar tískil yvir um vegin inn á økið hjá Statoil, beint sum drongurin kemur koyrandi á sama vegastrekkið.
Drongurin koyrdi í so skjótt, og fekk sostatt ikki tíð til at steðga í nóg góðari tíð. Hann royndi at snara undan bilinum, men hetta eydnaðist tíanverri ikki.
Bilurin og knallertin bóru við hvønn annan, og stoyturin førdi við sær, at drongurin datt av knallertini, sum síðani koppaði yvir 16 ára gamla drongin.
Tveir sjúkrabilar vóru skjótir á staðið, men tíanbetur var skaðin ikki so stórur, sum hann annars lættliga kundi verið.
Drongurin var eftir óhappið fluttur á sjúkrahúsið í Klaksvík, og staðfest varð, at hann hevði brotið fótliðin í trimum støðum. Einki hendi við bilføraranum.
Eingin stórvegis skaði kom á hvørki bilin ella knallertina.