Um gjónna í einum lopi

– Vit eiga ikki at leypa yvir um gjónna í tveimum, men í einum, segði Torbjørn Jacobsen á Shipping Føroyar 08

Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, var ein av teimum seinastu, sum høvdu orðið á Shipping Føroyar 08. Hann segði, at felagið hjá teimum á Glyvrum var millum tey fyrstu, sum virkaðu innan føroysku FAS-skipanina.

Tað var eingin slingur í valsinum hjá fyrrverandi skiparanum, sum avgjørdur helt, at Føroyar eiga at taka lopið yvir í eina dagførda FAS-skipan í einum.

– Vit eiga ikki at leypa yvir um gjónna í tveimum, men í einum. Leypa vit í tveimum, enda vit í gjónni og gerast ov seinir á sjóvarfallinum.

Hann vísti á, at leypa vit í einum, sum hann segði vera tað einasta rætta, kann henda, at vit skrædna í klovinum, men hetta er avgjørt ein kjansur, sum vit eiga at taka.

Torbjørn Jacobsen helt sum so mangan áður eina undirhaldandi røðu, og hann tóktist væl upplagdur.

Vit fara at venda aftur til røðuna hjá landsstýrismanninum í blaðnum í morgin