Í Klaksvík fæst cash fyri pengarnar Aftur hetta vikuskiftið spílar cowbow-barrin í Klaksvík seg út. Legendan í svørtum, ið fostraðist í Guðs egna landið, og rúnarbant allan heimin, verður hetta vikuskiftið heiðraður í tí harrans cowboy-barr í Klaksvík - ?Maverick? - millum stórar verðrar, grovar fiskamenn og nógv gajolir.
Longu hóskvøldið byrjaði gildið har møguleiki var at royna seg móti fryntligi bartendarinduni, í stein, saks og pappír.
Fríggjakvøldið høvdu oldurabbasonur Johnny´s ? Jógvan Cash (yngri) ? orðið, saman við nógvum øðrum góðum fólki, og sjálvsagt var eisini møguleiki at royna seg freelance Cash entusiast handan guitarin.
Í kvøld, leygarkvøldið, er frítt guitarspæl, har tað verður sungið og skála í Cash og den dur, og sunnudagin verður double-up á ymsum ókristiligum tíðspunktum.
Avsláttur verður til øll tey ið einans eru klødd í svørtum!
Í Maverick í Klaksvík, fært tú Cash fyri allar pengarnar, siga tey har norðuri.