Hørður: Stuttligasti dystur í mínari fótbóltskarrieru (FM1)

(FM1) Hoyr HB-arnar, Hørður H. Askham og Hera Hjalt Mohr seta orð á eina stóra uppliving

##med2##

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Hørður H. Askham, ið sigur dystin í Parkini móti Danmark vera stuttligasta dystin hann hevur spælt í sínari fótbóltskarrieru. Hørður greiðir frá, at hann hevði á orðið í steðginum, at tað hevði verið fantastiskt at skora eitt mál frammanfyri føroysku áskoðarunum, og tað ynskið fekk hann uppfylt. Tó er Hørður ikki nøgdur við sjálvt úrslitið 1-3.

 

2) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Hera Hjalt Mohr, ið kom á vøllin tá 80 minuttir vóru farnir og slapp at vera á vøllinum tá Føroyar høvdu tað besta tíðarskeiðið í dystinum móti dystarenda. Heri sum hevur spælt í Ísrael við HB móti Maccabi Haifa í European Conference League hevur vónir um, at undirlagið fer at roynast betri enn tungi vøllurin í Parkini. 

 

##med3##