er at vera við, tá vit í juni mánaði skulu spæla í inter-toto kappingini. Og skal tað ganga, so skal eg helst sleppa í gongd við veruliga bóltvenjing frá byrjanini av mai mánaði. So má eg bara royna at [...] góðu byrjanina upp á kappingarárið, so er einki at ivast í, at tey á Skála høvdu ætlað sær ein breiðari hóp til besta mansliðið, enn tey hava í løtuni. Enn hevur felagið ikki fingið spæliloyvini til teir [...] landið, og bara tað í sjálvum sær er sjálvandi dyggur smeitur. Og hartil má liðið eisini vera tveir av vanliga føstu stuðlunum fyriuttan. Arnhold Berg meiddi sær krossbandið tíðliga í vár, og hann verður
við, - eisini máling. Alfred til Syðrugøtu Meðan Alfred stóð í læru, og eftir at hann varð útlærdur í 1930, var nógv arbeiði í Suðuroynni, men í 1938 var so mikið lítið at gera, at hann gjørdi av at flyta [...] ur felagsins. Hann var í mong ár nevndarlimur í Havnar Handverkarafelag og Føroya Handverkarafelag, og var rættuligur fakfelagsmaður, - trúgvur og álítandi. Alfred var føddur í Valinum á Tvøroyri 29. mars [...] skúlanum 14 ára gamal í 1926, og fór tá at læra til timburmann hjá fosturpápanum, Johan. Hann hevði verkstað við fleiri maskinum í kjallaranum, og hevði nógv arbeiði ymsa staðni í Suðuroy. Johan átók sær
orðið á næstformannin í flokkinum, sigur Kaj Leo Johannesen: - Tað havi eg onga viðmerking til. Kaj Leo Johannesen, sigur, at eingin fundur hevur verið í samgonguni um formannin í Rættarnevndini, Alfred [...] Sosialurin samrøðu við Kaj Leo Johannesen, formann í Sambandsflokkinum, har hann m.a. greiddi frá, at hann hevði fingið vissu fyri, at Alfred Olsen, næstformaður í flokkinum, atkvøddi við samgonguni, hóast hann [...] , løgmaður og samgonguleiðari, segði m.a. at í politisku skipanini kann eingin sæta sær sjálvum, og at ætlanin var at hava fund innan tingfundin 23. januar. Bjørn á Heygum, advokatur og fyrrverandi sa
meting gerast við skili í, er tað rættast at samanbera 1. juli í ár við 1. juli í fjør. Hann sigur, at í juli í fjør átti landskassin 1.866 milliónir í Landsbankanum, men 1. juli í ár er gjaldið komið upp [...] sum Alfred Olsen vil vera við. Landskassin átti 1. januar í ár 2.458 milliónir í Landsbankanum og mett verður, at talið verður á leið tað sama 1. januar komandi ár, men hetta er eftir, at avdráttur er goldin [...] heldur lítið um roknistykkið hjá næstformanninum í sambandsflokkinum í Dimmalætting nú ein dagin. Har hevði Alfred Olsen, roknað seg til, at landskassans í ár fór at hava eitt undirskot upp á ímillum 300
apríl í 2002 var aftur regluligt løgtingsval. Men í desember í 2004 valdi Anfinn Kallsberg at skriva út nýval í ótíð. Síðani hava vit havt tvey reglulig løgtingsval: 20. januar í 2004 og 19. januar í 2008 [...] Í dag eru tíggju ár síðani løgtingsvalið, sum í nýggjari tíð mest er at meta við systemskiftið í føroyskum politikki. Við løgtingsvalið 30. apríl í 1998 gjørdist Tjóðveldisflokkurin fyri fyrstu ferð størsti [...] størsti flokkur í Føroyum ? og á fyrsta sinni setti eitt landsstýri sær loysing sum stevnumið Løgtingsvalið 30. apríl í 1998 var á mangan hátt eitt markamót í føroyskum politikki. Hetta var fyrsta løgtingsvalið
Erlangen. Týskland er í bólki saman við Katar, Serbia og Algeria. Fyrsti dysturin verður móti Katar 12. januar. 7. og 8. januar spælir týska liðið venjingarlandsdystir móti Íslandi í Bremen og Hannover. [...] Liðið sum mátti knógva Føroyar í tveimum Play Off dystum í páskavikuni í vár fyri at sleppa til HM-endaspælið, Týskland hevur nú kunngjørt sín HM-hóp. Íslendski landsliðsvenjarin hjá Týsklandi, Alfreð [...] Alfreð Gíslason hevur kunngjørt hendan hópin, ið skal kappast í HM-endaspælinum í Svøríki og í Pólandi: Málverjar : Andreas Wolff, Lomza Industria Kielce. Joel Birlehm, Rhein-Neckar Löwen. Útileikarar : Rune
Í hesum døgum verður skipað fyri CISV- legu í Havn. Talan er um eina legu fyri 14 ára gomul børn úr øllum heiminum. Børnini á leguni koma úr Brasilia, Finnlandi, Íslandi, Filipsoyggjunum, USA, Italia, [...] Grikkalandi, Spania og Føroyum. Útlendsku luttakararnir komu til landið seinast í juni mánaði, og legan verður til 23.juli. Fyrstu dagarnar búðu børnini hjá føroyskum familjum kring landið. Hetta er fastur [...] og er gjørt við tí fyri eyga, at útlendsku gestirnir alt fyri eitt fáa møguleikan at seta seg inn í føroysk viðurskifti. Eftir, tey høvdu verið hjá familjunum, komu tey aftur á leguna á Háskúlanum. Meðan
r einaferð í mars mánaði. ? Tá vit við at halda fundir og tosa saman ikki hava fingið alararnar at gera tað, sum gerast skal, so eru vit noyddir at beina tað til fútan, sigur Bárður Enni. Í hesum botnkanningum [...] aktivt, heldur Bárður. Alarar bera seg ikki undan Hans Jacobsen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelagi, heldur ikki, at alarar í Føroyum fara lætt um umhvørvisspurningin. ? Talan er um nakar tíðarfreistir [...] avgreiddar skjótari, sigur Hans Jacobsen, formaður í Havbúnaðarfelagnum. Hann vísir á, at veðrið til slíkar kanningar ikki hevur verið til vildar í vetur, og at kanningarnar taka tíð at gera. Eisini sigur
Kendi rokkarin, Alice Cooper, fer í november mánaði undir at byggja eina kristna miðstøð í Arizona. Endamálið við hesi miðstøðini er at røkka ungdómum, sum eru í vanda fyri at enda á gøtuni, bólkum og [...] íðinskap fyri einum guittara sum fyri sølu av narkotika, verður lív hansara broytt í somu løtu. Tað eri eg púra vísur í, sigur 59 ára gamli rokkarin. Cooper gjørdist endurføddur kristin fyri meiri enn 20 [...] og rúsevnum, og fáa tey áhugað í tónleiki ístaðin. Kostnaðurin verður mettur til oman fyri 40 mió kr. Hesi tíðindini koma helst óvart á mong, tí Cooper er annars kendur fyri at brúka livandi slangur og falskt
mánaðirnar í fjør, niður í 147 milliónir í ár. Av øðrum vørum hava vit útflutt fyri 52 milliónir í januar til mai í ár og tað er 32 prosent minni enn í fjør. Annars stendur útflutningurin av bornfiski í tonsum [...] minkaður 16 prosent, úr 619 milliónum í fjør, niður í 517 milliónir í ár. Útflutningurin av uppsjóvarfiski er minkaður 9 prosent, úr 282 milliónum í fjør, niður í 256 milliónir í ár. Og útflutningurin av ymsum [...] fyrstu mánaðirnar í ár, aftur ímóti í fjør. Samstundis er alifiskur okkara størsta útflutningsvøra. Tilsamans er okkara útflutningur vaksin trý prosent fyrstu fimm mánaðirnar í ár, aftur ímóti í fjør. Men tað